mánadagur 6. september 2010síða 25
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Mánadagur 6. september 2010 · Nr. 129
Sosialurin
V
it síggja teir, vit fegnast, vit
kringa teir, vit geyla, vit jagstra
teir, vit ýla, vit pína teir, vit ýla eitt
sindur meira, vit drepa teir, vit fáa
avgongu, vit eta teir, vit ropa!
Hetta ljóðar ikki serliga veraldar
vant, og er hetta eisini hin primitiva
mannagongdin, tá ið føroyskir menn
grýta siviliseraðu klæðini á gólvið og
tríva í minnilutamentan. Hvat verri
er, við hesum velja vit at blaka tann
endaliga moralska sannleikan fyri
borð: at vit hava skyldu til at gera tað,
sum fer at hava frægastu avleiðingar
fyri øll hasi, ið verða ávirkað av
okkara gerðum.
Hinvegin, so eru føroyingar ikki
endiliga kendir fyri at hava 100 ár
av upplýsing í blóðinum, og trumfar
grindaupplivilsið
við
seinnimeiri
kóki tí einhvørja umbøn um, at
menniskjað hevur skyldu til at leggja
uppfyri, hvussu vit ávirka onnur.
Altso, alt livandi.
Umbønin um at lata grindahvalir
fáa frið stavar ikki frá bíligum
kenslupolitikki av Amnestyslagnum,
men eini modernaðari og avbjóðandi
gagnsemis og avleiðingarlæru. Ein
læra hjá Peter Singer, verðsins mest
týðandi etikara.
Læran er styðjað av vísindaligum
frambrotum og hevur til endamáls
at elva til eina etiska kollvelting
við støði í upplýsingartíðini, hvørs
setningur jú var at bjóða galdandi
hugsanum av. Hetta er ein læra, ið
tvingar mannaættina at skoða seg
á øðrvísi hátt; og tessvegna eisini
ein, ið tvingar okkum at endurskoða
hvussu vit skoða hini, djór at navni.
Hon greiðir frá um etiskt sambæri og
rættindini hjá serliga primatum, men
eisini hvalum.
Og, bara so tú veitst tað, so er
henda kollvelting longu væl á veg.
Mong halda tað óivað vera
mótsigandi at veita djórum menniskja
grundað rættindi. “Heilt seriøst, er
tað ikki býttisligt at festa eitt reint
menniskjaligt fyribrigdi upp á eitt
djór, sum ikki skilur nakað slíkt?”
Men ein og hvør, ið veitir nýføðing
um ella brekaðum mannaverum
rættindi, má eisini vera villigur at
veita verum rættindi, ið heldur ikki
skilja hugtakið. Tað eru teir moralsku
aktørarnir, teir við førleikanum
at handla, ið hava tørv á at skilja
hugtakið. Hasi, vit veita rættindi, tað
veri seg sjimpansur ella ógvusliga
brekað børn, hava ikki tørv á at skilja
hesi hugtøk.
Lat meg dýpa. Er tað til dømis
rætt at drepa brekað børn? Jú, tað
er tað, um tað samanumtikið tænir
barninum!
Nógv halda slíka meining vera
uppskakandi. Kortini stuðla hesi so
heilhugað rættinum hjá kvinnuni at
drepa “fostrið”, sum aftaná umleið
tólvtu viku ikki longur er eitt fostur,
ella mannalív, men eitt menniskja.
Men etiskt er ikki nakar skilligur
munur ímillum eitt 20 viku gamalt
menniskja og ein nýføðing. Ella,
eins og Peter Singer so beinrakin
sigur: “Einki magiskt hendir undir
føðingini.”
Hetta merkir, at júst sum væl
angandi nýføðingar hava rætt til ikki
at verða skornir á háls, hava 5 mánaða
gomul menniskju (í móðurlívinum)
rætt til ikki at verða myrd.
Men, og hervið kjarnin, hetta er
ein rættur, vitonnur, í leiklutinum
sum moralskir aktørar, vit, ið skilja
hugtakið “rættindi”, hava veitt.
Á akkurát sama hátt sum vit
bólka hasi tilhoyrandi mannaættina
eftir virði, grundað á førleikar,
soleiðis eiga vit eisini at bólka hasi
tilhoyrandi djóraættina eftir virði.
Eftir hesum trumfa tær evstu
verurnar innan djóraslagið, primatar
og hvalir, tey alraveikastu innan
mannaslagið, ógvusliga fjølbrekað
børn og aðrar grønertur – faktum!
Og soleiðis, á sama hátt sum vit
fordøma rasismu og sexismu, eiga
vit at fordøma slagismu uttan mun
til um tú keðir teg í Korsør ella roynir
at broyta verðina við at bungyjumpa
Kalifornia runt. Ja, í grundini biði eg
teg ikki um annað enn at víðka um
hasa ringrásina, ið hevur við moralskt
umhugsni at gera.
Í Animal Liberation frá 1975
spurdi
Peter
Singer
granskarar
– heldur hevdandi – um teir nú eisini
høvdu verið fúsir at gjørt royndir
við mannaverum á sama andaliga
støði sum primatar ella súgdjór, eitt
nú grindahvalir. Altso, gjørt royndir
við ógvusliga menningartarnaðum
“menniskjum”:
“A prejudice against taking the inter
ests of beings seriously, merely because
they are not members of our species,
is no more defensible than similar
prejudices based on race or sex”
Nettupp kjakið um hvørt tað skal vera
loyvt at gera royndir við primatum er
eitt gott dømi um henda myrkursins
ágang. Sum vit hyggja eftir tí næstu
grindini, er eitt álvarsligt kjak um
vit heimilað kunna brúka apur sum
reiðskap, mannaættini at frama.
Vísindin hevur staðfest, at ein
vaksin gorilla hevur sama førleika at
samskifta, somu samansettu kenslur,
sama førleika at perspektivera, sama
førleika at hugsa og droyma, og sama
førleika at føla pínu sum ein brekaður
vaksin, og tí betri førleikar enn eitt
fjølbrekað 3 ára gamalt barn.
Tí eiga vit bert at gera royndir við
gorilluni, um vit eisini eru villig at
gera hesar somu royndir við einum
fjølbrekaðum smábarni. Hetta er
etiska avleiðingin ella, um tú vilt,
kaldgløggi sannleikin. Ein sannleiki,
kann eg líka skoyta uppí, sum Tony
Blair í síni forsætismálaráðstíð viður
kendi við at banna øllum royndum
við framstaddum verum tilhoyrandi
djóraættina.
Sum so leiðir okkum til hvalir.
Hvalir hava rættindi, men ikki
rættindi samsvarandi við okkum
menniskju. Men teir hava rættindi
samsvarandi við tey veikastu av
okkum, tey alraveikastu, tey andaliga
fjølbrekaðu og ógvusliga elliviknaðar
borgarar – ja, “mannalív”.
Og hvalir, enntá grindahvalir,
sum ikki teljast millum teir mest full
mentu av sínum slag, standa faktiskt
ikki bert fjølbrekaðum og álvarsliga
senilum borgarum kurl, men bera í
ávísum føri yvir við teimum.
Tað er tó ikki bert, tá ið tað kemur
til grindahvalin, at føroyskur moralur
er eins flótandi sum ein bytta av
máling blakað á eitt lørift hjá ein av
Kinnusa heldigu vinum.
Í donsku sendinevndini í Altjóða
Hvalaveiðunevndini eru opinberiliga
tveir ymiskir “skúlar”: ein danskur og
ein føroyskur. Meðan tann danski
er ímóti stórhvalaveiðu punktum,
heldur tann føroyski tað vera ókey
at drepa stórhval... bara ikki allar.
Rómareyður av yvirhuga, og í tráð við
tjóðskaparliga drekkamunsrealismu,
biður Jørgen Niclasen óforstandandi
útlendingar at hoppa og renna, tá ið
tað kemur til hvalaveiðu, men ikki so
nógv hetta, tá ið tað kemur til fisk,
kvotur og “burðardygga” veiðu; tá
eru útlendingar knappliga ein sera
týðandi faktorur í føroysku atburðs
líkningini.
Støðan hjá føroysku sendinevndini
er moralskt heilt ósambærilig. Tá
ið vísindin ósvitaliga greiður frá, at
heildarførleikin hjá havsúgdjórum er
javnur við hann hjá teim alraveikastu
av okkum, hvussu kann hetta tá
skiljast øðrvísi enn at tann føroyski
skúlin faktiskt eisini heldur tað vera
ókey at drepa menningartarnað í
Vági... bara ikki øll.
Ja, sum amerikanarir siga – go
figure!
Í lærubókum til føroyska fólka
skúlan verður bíligani yvirnational
istiskt, og heilt óærligt greitt frá, at
andstøðan til hvalaveiðu stavar frá
fávitsku. Altso, um bara tey vistu
betri, “settu seg inn í tingini” og la
lala. Viðurkennandi, nøkur teirra
vita ikki, at talan er um “veiðu”, ikki
“jakt”; ella at hvør einasti hvalur
verður taldur og skrásettur, ella at
demokratisk val verða skúgvað til
viks um grindaboð er.
Men óansæð hvat hasin amatør
kjakarin úr Korsør hevur fingið at
vita og nú billar sær inn, so líður
hatta ógvusliga samansetta djórið
faktiskt ein grimman og pínufullan
deyða samtíðis sum tað apsalutt
onki ynski hevur um at doyggja—
harav royndin at sleppa sær undan
føroyskum barbárum... opinberiliga
vælstuðlaðir
av
træklemmandi
antiídnaðardiddum í oljuriknum
heimbýli: eg meini, hvat hevði Jose
fina Smith sagt til at verið umaftur
og umaftur og umaftur høgd í av
sexsvangum føroyingum fyri síðani
at verða skorin á háls?
At grindahvalurin hevur sera
útviklaðar kenslur, følir ovurhonds
pínu, er frágera førleikasterkur við
góðum
perspektiveringsevni
(alt
førleikar, vit meta virðið á menni
skjum eftir – um tú vilt tað ella ikki),
vita hesir dálkandi og forbrúksglaðu
einstaklingar úr stórbýnum bara
nakað so væl. Av hesum er tað ikki
ein spurningur um at “um bara teir
vístu størri kulturtoleransu, hasir
metroseksualistarnir” og royndu at
býttisgera seg sjálvar so at kunna
skilja “naturfolk”, hvat hasin brúkiligi
idioturin
av
einum
føroyavini
ætlandi heldur um okkum “eisini
føroyingar”.
Flest teirra vita eginliga rættiliga
nógv, men halda altso allíkavæl drápið
vera ógóðtakiligt. Sum próvgrund
brúka hesi sera vælupplýstu fólk
proppað við prinsippum, tíbetur,
eina asins rúgvu av ismum, til dømis
utilitarismu og humanismu. Sama
humanisma,
übernationalisturin
úr Korsør roynir at spotta. Men
eisini sama isma, dupultmoralska
bygdafrellið er bundið og gerandisliga
nýtur gott av.
Forrestin, Josefina “eg hati olju”
Smith, grundin til, at vit etiskt
kunnu heimila svínadrápi, tóað
svínini mestsum eru eins vitborin og
grindahvalurin, er vegna nyttuvirðið,
utilitarisma, sum er eitt hugtak eins og
“natúrfólk”, “mannalív”, “menniskja”,
“tilverurættur” og “ótolandi konvert
eraður ultraføroyingur” er tað.
Menniskjaslagið er týdningarmeiri
enn djóraslagið, og tí er tað oftast
ok at drepa síðstnevnda slag. Og
tá ið svínakjøt heldur lív í einum
totalum ótali av fólki tvørvegis
knøttin, kann tað verjast at slakta
ein grís, “strongdur” ella ei. Men ikki
grindahvalin, ella nakran annan
hval fyri tað, av effinett somu grund
sum tað akkurát er í lagi at avlíva
svínini: TÍ TAÐ YVIRHØVUR IKKI
ER NEYÐUGT!
Tað er tað altso ikki... Einaferð
var tað kanska neyðugt – sjálvt um
eisini henda smásøga í alt størri
mun tykist vera ein myta. Men ikki
longur, og tí er tað ikki tað sama
sum at “taka rís frá kinverjum”. Nú,
hinvegin, er grindadráp bert ein
avskeplað og barnslig mentan vard
av “kulturrelativismu”, eitt politisk
herróp í niðurgongd, og rættliga so.
Tí leggi eg sjálvandi eisini líka í, hvørt
djóraslagið er hótt, nokkso hótt ella
slettis ikki hótt. Tað er ikki poengið.
Annars, hetta her við at “hava rætt
til” skal sjálvandi síggjast í samband
við skylduhugtakið. Tí at hava rætt
til at liva merkir, at onnur hava
skyldu til at lata vera við at drepa teg.
Grindadráp gongur beint ímóti hesari
skyldu, og eigur tessvegna bannast.
Grundin til munarviðferð er, at
hvalir eru minni tilvitandi um sjálv
an seg, og at hvalir hava eitt kenslu
lív, ið ikki stendur mát við tað hjá
menniskjum. Tað er ikki tí at: “Jú
men, vit tosa um djór, um hvalir, for
fanin”!
Hetta er fordómsupplestur, ikki
nøkur grundgeving. Hetta er slag
isma. Hetta er at gera mun á okkum
og teimum vegna slag í eini óskilvísari
roynd snávandi at penta saman eitt
aftursvar, ið sigur hvalaveiðuand
støðingum ímóti.
Tá ið tað eru haldgóð prógv um,
at allir hvalir eru kenslusamar,
skilagóðar og sosialar verur við
einum veruligum moralskum virði,
so kann tað jú – uttan so at tú ert
slagistur! – gera tað sama, hvørt
hesar verur hoyra til mannaættina
ella djóraættina.
Tessvegna er bert eftir at staðfesta,
at rætturin hjá grindahvalum at liva í
ovurmát vigar uppímóti einhvørjum
mentanarligum ágóða, ið Føroyar
og hissini tvørball úr Korsør í síni
skortandi upplýsing so primitivt
verja seg við.
Tíðargrein
Agga Niclasen
meining@meyl.fo
Orsaka, eg eri eisini føroyingur
– hví grindahvalir eiga at fáa frið!
Tí er tað ikki ein spurningur um at “um bara tey vístu størri kulturelt forstáilsi” og
royndu at býttisgera seg so at kunna skilja “naturfolk”, hvat hasin brúkiligi idioturin
av einum føroyavini ætlandi heldur um okkum “eisini-føroyingar”