mánadagur 6. september 2010síða 26
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 6. september 2010 · Nr. 129
26
Sosialurin
Kjak
Jóna Mortensen
Borgarafundurin var 28/1-2009. Aftan á fundin var ein
kjaksending í sjónvarpinum, har Rósa Samuelsen, Heðin
Mortensen og eg luttóku. Har varð millum annað sagt, at
tað skuldi ikki ganga rúm tíð, áðrenn eitt røktarheim stóð
úti á Boðanesi, sum skuldi hava 64 búðpláss.
Nú skriva vit 5. september 2010. Heimið hevur longu
fingið navn, men enn er spakin ikki settur í til at byrja
byggingina.
Vit síggja við jøvnum millumbili, at skrivað verður
í bløðini um tey gomlu, sum liva undir óvirðiligum
umstøðum, tað hava vit sæð fleiri dømi um. Ein kona
kærdi herfyri sína neyð. Maður hennara, sum er vorðin
hjálparsleysur,
er
røktarsjúklingur,
er
endaður
á
sjúkrahúsinum í Klaksvík, sjálvt um tey altíð hevur búð í
Havn. Pláss er ikki fyri honum á Landsjúkrahúsinum long-
ur, og einki røktarheim er at fara á. Hettar er ikki nakað
eindømi. Støðan er einki broytt, enn liggja liðugtviðgjørd
gomul fólk á Landsjúkrahúsinum alt ov leingi, tey eru
røktarsjúklingar og hava ongastaðni at fara. Sama søgan,
nú næstan 2 ár aftan á borgarafundin. Tummas í Garði
úttalaði seg um tað sama, segði at Landsjúkrahúsið ikki
hevði ábyrgdina av sjúklingum, tá tey vóru liðugtviðgjørd,
tað var Tórshavnar kommuna sum mátti hava ábyrgd
av sínum borgarum. So kemur svar í Dimmalætting 3.
september, frá Heðin Mortensen, har hann sigur: »Tað er
ikki kommunan ið hevur ábyrgdina av eldraøkinum, tað
hevur landið.« Kommunan hevur í lóggávu fingið heimild
til at byggja ellis- og røktarheim, um landsstýrið góðkennir
verkætlanina og játtar rakstur til heimini. Hettar merkir
ikki, at kommunurnar hava ábyrgd av, at fólk, ið hava tørv
á røkt fáa hana.
Hettar »skurrar« í mínum oyrum. Trupulleikin er, at
kommunan hevur einki røktarheim at bjóða hesum somu
fólkum, hví? Tí onkur hevur sovið í tímanum og ikki fylgt
upp uppá, hvussu stórur tørvurin er. Um tað er land ella
kommuna er revnandi líka mikið. Tað virkar so óbúgvið at
keglast í bløðunum um, hvør hevur ábyrgdina, ístaðinfyri
at TAKA ábyrgd og gera nakað við trupulleikan. Vit hava
ØLL ábyrgd av at okkara gomlu verða virðiliga viðfarin,
serliga politikararnir, vildi eg hildið.
Um man ikki kann finna útav at arbeiði yvir um mørk
í Føroyum við 50.000 íbúgvum, ja so er ikki ringt at skilja,
hví tað er kríggj úti í tí stóru verð. Vælsignan eigi tykkum,
byrjið at arbeiða fyri at fólkið fær tað betur, og gravið hasa
barnsligu stoltheitina niður.
Hvussu gongur
við Boðanes
heiminum,
Heðin ?
Kristian Hansen
cand.theol. Klaksvík
Á heimasíðuni hjá Fróð-
skaparsetri
Føroya
stóð
skrivað tann 22. august, at
Bauckham verður mettur at
vera ímillum fremstu og mest
viðurkendu gudfrøðingum
í
Bretlandi
seinastu
20-
30 árini. Hann fekk p.hd-
prógv í søgu frá Cambridge.
Í 15 ár undirvísti hann
gudfrøði í universitetinum
í Manchester. Í 1992 gjørdist
hann professari í gudfrøði við
universitetið í St. Andrews í
Skotlandi. Í 2007 segði hann
starvið frá sær og flutti til
Cambridge, so hann fekk
betri stundir at granska og
skriva bøkur.
Eisini varð sagt, at aka-
demiskt er Richard Bauck-
ham breiður. Millum hansara
serliga kendu verk er "Jesus
and the Eyewitnesses" (frá
2006), sum viðger evangeliini
sum eygnavitnisfrásagnir og
vísir, hvussu søguliga álítandi
evangeliini
eru.
Ímillum
gudfrøðingar
er
bókin
longu kallað ein klassikari
tá talan er um trúvirði í
evangeliunum.
Í "God Crucified: Monoth-
eism and Christology in the
New Testament" (frá 1998)
viðger
Bauckham
spurn-
ingin um, hvussu jødiskir
monoteistar kunnu koma til
at trúgva, at Jesus bæði er
menniskja og Gud.
Á
føroyavitjanini
var
m.a. Miðlahúsið karmur um
fyrilestur
hjá
Bauckham
mánadagin 23. august og Fróð-
skaparsetrið var karmur um
fyrilestur týsdagin 24. august
í veitsluhøllini á Føroya
Læraraskúla og møguleiki
var at ogna sær bøkur hjá
Richard Bauckham. Sigast
má,
at
Fróðskaparsetur
Føroya hevur alt rós uppi-
borið at vísa gestablídni.
Men í hesum sambandi
kann eg ikki lata vera við at
undrast.
Fróðskaparsetur
Føroya hevur undir sær
bókaforlagið
Fróðskapur.
Í viðtøkunum hjá hesum
forlagi stendur m.a. í § 2:
“Endamál felagsins er at reka
vísindaligt útgávuvirksemi
og annað virksemi, sum
náttúrligt hoyrir til slíkt
virksemi.” Í 2007 gav hetta
forlag út bók, ið nevndist
“Guds orð ella orð um Gud”
(stytt GooG), sum m.a. er
ein fullkomin uppgerð við
søguvirðið í evangeliinum.
Viðvíkjandi
søguvirðinum
hjá
Nýggja
Testamenti
verður m.a. sagt:
“Trupulleikarnir,
sum
søgugranskarar
standa
yvirfyri, eru..., at tekstirnir
í Nýggja Testamenti, sum
kunnu
siga
nakað
um
tann søguliga Jesus, eru
upprunaliga skrivaðir 40-70
ár eftir krossfestingina av
nøkrum høvundum, sum –
uttan at teir nakrantíð persón-
liga kendu ella hittu Jesus
– trúðu uppá uppreisnina.
Tað hevði sostatt langt frá
loyst
allar
trupulleikar,
um granskarar visti, at teir
høvdu upprunahandritini.”
(GooG, s.81)
“eingin av evangelistunum
var
eygnavitni...
Hendan
sannroyndin...,
hevur
við
sær, at søguliga kelduvirðið í
evangeliinum kann hugsast
at vera rættiliga ivasamt.”
(GooG, s.78)
“Tað er rundanum søgu-
ligar persónar, sum vit lítið
og einki vita um, at mytur
kunnu verða skaptar. Jesus
er eitt skúladømi um ein
tílíkan persón.” (GooG, s.82)
Og viðvíkjandi læruni um,
at Jesus er bæði menniskja
og Gud, verður m.a. soleiðis
tikið til:
“Tað tykist í øllum førum
vera soleiðis, at tann Jesus,
sum vit møta í teimum elstu
varðveittu
handritunum
av tí mest álítandi evangeli-
inum, Markus, sum stava
frá 3. øld e.Kr., ikki er gud-
dómliggjørdur – t.e., at hann
ikki sigur seg vera ella ger
krav uppá at vera Gud.”
(GooG, s.125)
Við
bókaútgávuni
hjá
Fróðskapi
verður
sotatt
størsti parturin av gransk-
ingini hjá Bauckham vrak-
aður. Og skulu vit trúgva hesi
“vísindini” frá Debesartrøð, so
er lítið skil á professaranum
frá
Cambridge,
hóast
Bauckham á heimasíðuni hjá
Setrinum verður prýddur við
føgrum lýsingarorðum.
Sum sagt hevur gran-
skingin hjá Bauckham víst,
hvussu
søguliga
álítandi
skriftirnar í Nýggja Testa-
menti eru. Bauckham metir,
at tað ikki er vísindaliga
haldbart at gera mun á
einum søguligum Jesusi og tí
Jesusi, sum tey fyrstu kristnu
trúðu á. Tað er bert ein Jesus,
og tað er “The Jesus of the
Eyewitnesses”.
Eg kundi hugsað mær at
fingið at vita, um Fróðskapur
(sum skal tryggja vísindaliga
støðinum í okkara landi)
hevur broytt kós viðvíkjandi
spurninginum um trúvirðið
í evangeliunum? Skulu vit
lata vera við at keypa bókina,
sum Fróðskapur gav út, og
sum óbeinleiðis sigur, at ko
nfirmatiónsundirvísingin
her á landi byggir á fiktión?
Ella skulu vit halda okkum
til Bauckham?
Eitt annað sum vekir
undran er, at fyri árum
síðan heiðraði Miðlahúsið
høvundan av áðurnevndu
bók við ársins kjakvirðisløn
fyri sítt íkast til kjakið í
Føroyum. Men síðan hevur
Miðlahúsið ikki kosið nakran
“føroyameistara” í kjaki. Nú
er so Miðlahúsið karmur um
fyrilestur hjá Bauckham. Á
blaðsíðu 163 í GooG verður
ávarðað
ímóti
at
nýta
bíbilskar grundgevingar í
samfelagsligum kjaki. Tað
var júst hetta Bauckham
gjørdi í Miðlahúsinum.
Eg veit ikki, um kultur-
elitan í Føroyum er eitt ríki,
sum er komið í stríð við
seg sjálvt. Men Bauckham
er professari í Cambridge,
so kanska er akademiska
snobbið orsøkin til hesa
margháttligu andsøgn.
Fróðskaparsetrið og tann
søguligi ella mytologiski Jesus
Nú um dagarnar hava føroyingar havt vitjan av heimskenda
og háttvirda professaranum Richard Bauckham
Sum sagt hevur gran
skingin hjá Bauckham
víst, hvussu søguliga
álítandi skriftirnar í
Nýggja Testamenti eru.
Bauckham metir, at
tað ikki er vísindaliga
haldbart at gera mun á
einum søguligum Jesusi
og tí Jesusi, sum tey
fyrstu kristnu trúðu á.
Tað er bert ein Jesus, og
tað er “The Jesus of the
Eyewitnesses”