mánadagur 6. september 2010síða 27
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
Mánadagur 6. september 2010 · Nr. 129
Sosialurin
Terje B. Vestergaard
Formaður í Neptun (Turrasta svimjifelag í Føroyum)
»Nú er løtan« er eitt av
teimum vælsvingandi løgu
num, sum hava rungað um
oyggjarnar seinastu tíðina,
og haldið eg eisini at tað er
ein hóskandi yvirskrift, til
hesa áheitan til Runavíkar
kommunu, um at nýta laga
ligu løtuna, at byggja tann
leingi væntaða svimjihylin
í Runavík.
Svimjifelagið Neptun
Í 1964, tóku nakrir ungir
menn við áræði, stig til at
stovna svimjifelagið Neptun,
sum skuldi hava til enda
máls, at fáa ein svimjihyl
bygdan á Glyvrum. Teir
gjørdu alt, sum stóð í teirra
magt til tess, og fingu bæði
tekningar, grundstykki og
fígging til vega. Tað skuldi tó
vísa seg, at hetta ikki var so
lætt, sum tað sá út til, og tá
kommunan, av áðum, sum eg
ikki komi inn á her, trekti sín
part av fíggingini aftur, datt
alt niður fyri. Hetta hevði
við sær, at hóast so gott sum
allar grannakommunurnar
hava svimjihyl, er ongin
svimjihylur enn bygdur í
Runavíkar kommunu, hóast
hetta hevur verið eitt av fólk
sins hægstu ynskjum øll hesi
árini.
Lat meg nú ikki gerða
kommununi órætt, ein hylur
bleiv bygdur í Søldarfirði,
men hann velji eg, av góðum
grundum at síggja burtur
frá.
Skúlabygging
uttan svimjihyl
Í 2005 fór Runavíkar komm
una undir nýggja skúla
bygging við løkin í Runa
vík, og sóu somu menn,
sum stovnaðu felagið í
sínari tíð, nú ein møguleika
til at fáa ein svimjihyl
bygdan, saman við nýggja
skúlaprojektinum. Tí tóku
teir stig til at endurstovnað
gamla felagið, sum ikki
hevði verið virkið síðani,
og heittu tí á yngri kreftir
um at taka yvir. Undirritaði
bleiv, sum sjálvur fimti,
valdur í nevndina, sum
skuldi royna at koma í
samskifti við kommununa,
um at fáa svimjihyl bygdan
saman við skúlanum.
Tað
var
við
stórum
spenningi, at vit sum nevnd
fóru til verka, og sóu vit fyri
okkum, at nú fór at bera til,
tí teir sum tá ráddu fyri
borgum, vórðu flest allir
valdir inn í kommununa,
uppá gylt vallyftir um ein
svimjihyl, og væntaðu vit
tí, at hetta var eitt upplagt
høvi hjá teimum, at halda
givin lyftir. Hetta skuldi
tíverri ikki vísa seg at verða
so, vit fóru sum flongdir
hundir av fundinum, boðini
vórðu, at tað bar als ikki til
hjá kommununi at spenna
seg fyri meir enn tá var
budgettera við. Vit høvdu
entá verið so raskir, at hava
eitt alternativt projekt við
okkum, sum vit høvdu fingið
til vega frá einari donskum
svimjifelag, sum passaði væl
til okkara tørv, og sum hevði
ein kostnað, sum leysliga
mett, var uml. helvtina
lægri enn projektið sum
kommunan hevði liggjandi.
Tað løgna og undrunarsama,
sum hendi bert 2 mánaðar
seinni var, at nú bar til
at spenna budgettið hjá
kommununi við meir enn
tí kostnaði, sum tilsvaraði
tí alternativa projektinum,
sum vit høvdu víst á, tí
nú skuldi mentanarhús/
aula og matstova byggjast
saman við skúlanum. Í dag
er meirkostnaðurin í mun
til fyrsta budgettið helst
væl dýrari enn projektið
hjá kommununi var. Hetta
er tó farið, og hava vit helst
fínasta og best útgjørda
skúla í landinum, har bæði
Løkshøll og matstovan eru
ein sonn perla, sum vit øll
kunnu gleðast um og verða
stolt av, og sum helst eru
hvørt oyra vert.
Nú er løtan!
Nú situr nýggj manning í
kommununi, og er tað ongin
loyna, at teirra uppgáva
ikki hevur verið heilt løtt,
tí kommunan hevur verið
fíggjarliga
niðurbundin,
vegna fígging av skúla og
barnagarðs bygging. Hetta
fer tó at verða avgreitt
skjótt, og fari eg tí at heita
á kommununa, um at leggja
út í kortið av nýggjum, har
svimjihylurin, sum flest øll í
okkara parti av kommununi
vilja hava, verður settur,
sum fremsta raðfesting.
50 metra hylur
í Runavík
Júst í hesum døgum, verður
nógv prátað um mangulin
av einum 50 metra hyli, og
hevur tað ljóðað av hægsta
stað, at fígging skal fáast
til vega til ein 50 metra hyl.
Hetta má so avgjørt verða
tað gylta høvið hjá okkum,
at bjóða okkara øki fram til
bygging av hesum hyli. Um
stutta tíð, verða vit knýtt
tættari til høvuðstaðarøkið,
og er tað sjálvsagt at vit,
sum saman við grannunum
á Toftum eru ein verðuligur
ítróttarmiðdepil, bjóða øki
fram til hesa skilagóðu
verkætlan.
Eg vil fegin undirstrikað,
at hetta lesarabræv, er ikki
skrivað sum ein klaga um
nakað ella nakran, men bert
sum ein lýsing av støðuni og
sum ein áheitan til fólk og
mynduleikar á staðnum.
Eg vil at enda heita á
Runavíkar kommunu og
fólkið á staðnum um at
standa saman um hesa
verkætlan, og fremja hana
í verkið. Verkætlanin hevur
staðið á pappírinum alt ov
leingi, Nú er løtan, vit prógva
á so mongum økjum, at vit
kunnu ganga undan, bæði
tá tað kemur til vinnulív,
mentan og ítrótt, og trúgvi
eg, at tað eisini fer at bera
til at fremja hesa verkætlan
í verkið.
Við Svimjihylskvøðu
Facebook: ”Svimjifelagið
Neptun” ella ”Svimjihyl í
Runavík innan 2015”
»Nú er løtan«
Ein áheitan til Runavíkar kommunu
1. partur
Vit lesa mangar staðir í
bíbliuni um dóm. Ja, bíblian
er ein bók um dóm og frelsu.
At enda kemur tann endaligi
dómurin yvir heimin, og
hann vil forganga.
Eg
fari
her
at
taka
fimm dømi fram úr Gamla
Testamenti, sum líkjast, og
felags fyri tey, er at tíðin í dag
líkist teimum serliga nógv.
Nóaflóð.
Táið nú menniskjan fór at
nørast á jørðini, og døtur
føddust
teimum,
sóu
gudssynirnir, at menniskja
døturnar vóru vakrar, og teir
tóku sær konur, so mangar
sum teimum lysti. Tá segði
HARRIN: "Andi Mín skal ikki
til ævigar tíðir stríðast við
menniskjuni! Í villing síni
eru tey hold; dagar teirra
skulu vera 120 ár." Á teimum
døgum, og eisini seinni í tíðini,
vóru kapparnir á jørðini
táið gudssynirnir fóru inn
til menniskjadøturnar, og
tær føddu teimum børn;
hetta vóru teir veldigu í
forðum, teir navngitnu. Men
HARRIN sá, at óndskapurin
í menniskjunum var stórur á
jørðini, og at hjartans hugsan
og tráan teirra var ikki
annað enn ilt allan dagin.
Tá angraði HARRIN, at Hann
hevði
gjørt
menniskjuna
á jørðini; tað voldi Honum
sorg
í
hjartanum.
Og
HARRIN segði: "Eg skal týna
menniskjuni, ið Eg havi skapt,
av jørðini, bæði menniskju,
fæ, skriðdýr og fuglarnar
undir himli; tí Eg angri, at Eg
havi gjørt tey!" 1. Mós. 6,17.
Harrin dømdi hin forna
heimin á døgum Nóa vegna
tað gudloysi, sum fór fram, og
vit síggja her, at tað sexuella
var farið heilt av lagi. Ætlan
Guds frá byrjanini, við at
maðurin fer frá faðir og
móður síni og heldur seg til
konu sína, ikki konur sínar,
var blivið til fleiri konur, við
tað at girndir mansins høvdu
tikið valdið. Ætlan Guds at
byggja upp heim, sum aftur
gjørdist til skipað samfeløg
var vrakað, og tilvildin hevði
tikið maktina og valdaði.
Tá ið Gud oyðir samfeløg
fyri syndir teirra, vísir tað
seg, sum at tað sexuella altíð
er farið heilt av lagi, í hvussu
so er tað soleiðis í hesum
fimm førunum.
Framhald
Richard Danielsen
Fimm dømi um hvussu dómur
Guds hevur rakt samfeløg
Samstundis sum kvinnuliga landsstýrisumboð
Sambandsfloksins sendur rokning eftir rokning
til tey veiku á niðastu samfelagsrókunum,
boðar vinnumálaráðharrin úr sama flokki frá
ætlanum um møguliga at keypa Atlantsflog.
Týsdagin í farnu viku viðgjørdu vit á
Løgtingi uppskot frá landsstýriskvinnuni
í almannamálum um tey, ið brúka hoyritól.
Kravið var kr. 2000 í egingjaldi fyri hvørt tólið.
Hetta førdi sjálvsagt til spurningar, um talan
var um byrjandi egingjald á heilsutænastum
og spurningar um, hví eitt møguligt egingjald
ikki varð inntøkujavnað, soleiðis at tey á
ovastu rókum guldu, og tey við lítlum og
ongum figgjarmøguleikum vórðu spard.
Undir viðgerðini upplýsti formaðurin
í trivnaðarnevndini, at hetta mátti gerast,
tí at »fíggjarliga brýtur í bæði borð í lands
kassanum«.
Eru ikki øll landsstýrisfólk
kunnaði um brotini?
Feskasta dømið um, at ikki øll landsstýrisfólk
vita um hesar brotasjógvar, frættu vit longu
hósdagin, tvs. tveir dagar eftir 1. viðgerðina
av lógaruppskotinum um hoyritól. Tá boðaði
landsstýrismaðurin í vinnumálum brádliga
í fjølmiðlunum frá, at nú er tíðin komin, at
landið antin selur ella kepir Atlantsflog. Og
hann boðaði frá, at hann í næstum fer at
senda uppskot um hetta í Løgtingið.
Keypa Atlantsflog- fyri hvat?
Ístaðin fyri at leggja árar í sjógv og finna
nýggjar inntøkur hava vit ferð eftir ferð
sæð, at landsstyrið bert veit um ein veg, tá
peningur skal finnast inn á almanna og
heilsuøkið við eykakrøvum.
Tað kann ikki verða so galið, at landsstýrið
fer at senda enn eina rokning til hesar somu
borgarar, hesaferð fyri eitt flogfelag?
Føroya fólki tørvar eina greiða frágreiðing
um, hvussu keypið skal fíggjast.
Jenis av Rana
Formaður Miðfloksins
Skulu pensionistarnir gjalda
fyri keypið av Atlantsflog?