mánadagur 6. september 2010síða 28
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 6. september 2010 · Nr. 129
28
Sosialurin
Kjak
Hans Pauli Strøm
løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin
Alneyðugt
at
politisku
myndugleikarnar fara í eitt
skipað samstarv við partarnar
á arbeiðsmarknaðinum um
ein arbeiðsmarknaðarpoliti
skan reform, við m.a.:
• arbeiðsmarknaðardepil,
so partarnir á arbeiðsmarkn
aðinum í størri mun enn í
dag kunnu skipa fyri egnum
viðurskiftum
• skipan av arbeiðsmarkn
aðar og vaksnaútbúgvingum,
• senior ella eldraarbeiðs
marknaðarpolitikk,
• familjuarbeiðsmarknaða
rpolitikk, við betri javnstøðu
millum almenna og privata
arbeiðsmarknaðin,
•
skipanir
fyri
meira
rúmligum arbeiðsmarknað
fyri førleikaskerd
•
nýggja
arbeiðsum
hvørvislóg, eisini fevnandi um
psykist arbeiðsumhvørvi.
Tað er undrunarvert, at
arbeiðsmarknaðarpolitikk
urin ikki tykist at hava
nakran serligan áhuga í
politisku skipanini. Hóast
vit í ólavsøkurøðu løgmans
annars
fingu
eina
góða
framløgu við nógvum ætl
anum um átøk og reformar
á nógvum økjum, so var
onki um arbeiðsmarknaðin
(burtursæð frá einari reglu
um inntøkutrygdina).
So er ikki í okkara granna
londum,
har
ein
virkin
arbeiðsmarknaðarpolitikkur
er eitt høvuðsamboð til at
tryggja
arbeiðsskapandi
vøkstur, menning og fíggjar
ligt støðufesti móti veksandi
avbjóðingum
frá
altjóða
gerð og framhaldandi demo
grafiskum broytingum.
Krøvini til fakligar
førleikar skerpast
Serliga hótt eru ófaklærdu
arbeiðsplássini í tradition
ellum
framleiðsluvinnum.
Arbeiðsloysið er ein høvuðs
trupulleiki hjá ófaklærdum
og ungum, sum ikki koma
í ella detta úr útbúgvingar
skipanini. Samstundis verða
krøvini til fakligar førleikar
hjá tí einstaka alsamt størri,
soleiðis at bæði eldri fólk og
fólk við skerdum førleika
hava tað truplari við at fylgja
við og fasthalda støðu sína á
arbeiðsmarknaðinum.
Í okkara grannalondum er
ein virkin arbeiðsmarknaðar
politikkur eisini tætt knýttur
at vinnupolitikkinum – sum
tvær síður av somu søk. Men
ikki her hjá okkum. Av tí sama
skapa vit óneyðugar trekleik
ar á arbeiðsmarknaðinum
eins og trupulleikar bæði fyri
løntakararnar og vinnuna,
og vit spilla harvið stórar
vakstrarmøguleikar burtur.
Hetta merkir ikki, at onki
er gjørt. Tvørturímóti eru
stór mál framd seinastu árini,
so sum nýggja Arbeiðsskaðat
ryggingarlógin og nýskipanin
av
Arbeiðsloysisskipanini.
Men
hetta
eru
einstøk,
isoleraði tiltøk, sum meira
eru framd fyri at bøta um
gomul forsømilsi, enn sum
liðir í nøkrum arbeiðsmarkn
aðarpolitikki.
Trýpartasamstarv
ikki bara ynskiligt
men neyðugt
Í Føroyum er onki skipað
samstarv og oftast vánaligt
stev millum partarnar á
arbeiðsmarknaðinum
og
politisku skipanina. Hugburð
urin frá politisku skipanini
er ofta merktur av diktati, at
lóggeva og gera fyriskipanir
fyri
arbeiðsmarknaðin,
uttan at hesin er aktivur við
spælari. Og hugburðurin frá
pørtunum á arbeiðsmarkn
aðin er ofta negativur fyri
ikki at siga grenjutur, tá
arbeiðsmarknaðarpolitisk
tiltøk koma á dagsskránna.
Hetta mugu vit burtur
frá: tað er av størsta týdningi
at fáa skipað eitt sonevnt
trýpartasamstarv – sum í
øllum hinum norðanlond
unum er eitt sterkt, sið
bundið, vælskipað og virkið
samstarv millum politisku
myndugleikarnar og partar
nar á arbeiðsmarknaðinum.
Onkur sigur, at tað nyttar
onki her hjá okkum, tí tað
hava vit roynt onkuntíð fyrr,
t.d. við einum sonevndum
arbeiðsmarknaðarráði,
og
tað kom ongantíð at virka.
Men so hava vit dugað ov
illa at fyriskipað, og kanska
hevur tað eisini skortað uppá
ein góðan vilja. Vit koma ikki
uttanum, at í dag krevst eitt
slíkt samstarv fyri at loysa
tær ovurstóru samfelagsligu
avbjóðingarnar – skal tað bera
til, líka mikið hvat fyri øki vit
tosa um, so krevst, at partar
nir noyðast at samstarva.
Arbeiðsmarknaðardepil
fyrsta stigið
Landsstýrið
hevur
eitt
uppskot liggjandi til at skipa
ein arbeiðsmarknaðardepil.
Fyrsta stigið til eitt skipað
trýpartasamstarv
hevði
verið at tikið hetta framaftur
og
framt
tað
sum
eitt
felags mál fyri allar partar.
Endamálið er at partarnir
á
arbeiðsmarknaðinum
í
størri mun koma at skipa
fyri og taka størri ábyrgd av
egnum viðurskiftum. Her
verður hugsað um so sentral
ar skipanir sum ALS, fasta
Gerðarrættin, Barnsburðar
skipan, Samhaldsfasta, Frí
tíðargrunnin, Trygdargrunnin
fyri lønir og avreiðingar – og
so eina komandi arbeiðsmark
naðarútbúgvingarskipan.
Arbeiðsmarknaðarút
búgvingarskipan
Eitt átrokandi høvuðsmál
at fremja í Føroyum er at
fáa ein sentrala skipan fyri
arbeiðsmarknaðarútbúgvi
ngar. Í løgmansrøðuni varð
nógv tosað um útbúgvingar
– útbúgvingar av alra handa
slag til allar møguligar bólkar
– uttan ein: nevnliga arbeiðs
marknaðarútbúgvingar fyri
tey ófaklærdu. – ella tilkom
in, sum ikki hava fingið aðra
skúlagongd enn fólkaskúlan.
Hetta eru tey, sum eru harðast
rakt av arbeiðsloysinum og
sum fáa tað verri og verri við
at fóta sær á arbeiðsmarkn
aðinum í komandi árum,
tá krøvini til útbúgving og
fakligan førleika gerast størri
og størri. Í dag eru bert einstøk
fakfeløg
og
vinnufeløg,
sum hava avtalur um smá
vegis
skeiðsmøguleikar.
Tað sum manglar er ein
samanhangandi og sentral
arbeiðsmarknaðarútbúgv
ingarskipan – bæði við styttri
skeiðum og longri førleika
gevandi útbúgvingum fyri
ófaklærd.
Arbeiðsmarknaðarút
búgvingargrunnur
Men tað nyttar onki, bara
at bjóða fólki, sum eru í
vinnu og hava allar dagligar
fíggjarligar skyldur, at tey
kunna fáa frí at fara aftur
í skúla. Treytin fyri, at tað
skal kunna virka, er tað eisini
verður ein fíggingarskipan,
ein
útbúgvingargrunnur,
sum ikki bara fíggjar skúla
gjaldið, men eisini kann
gjalda
fólki
dagpengar,
meðan tey eru á skúlabonki.
Einstøku fyritøkurnar og
stovnarnir kunnu ikki hvør
sær fíggja hetta, til tess eru
tey ov ymisk til støddar, og
summi vinnuøki alt ov illa
fyri – kanska júst har sum
tørvurin á førleikamennandi
útbúgvingum er størstur.
Tí má ein slíkur útbúgv
ingargrunnur fyri arbeiðs
marknaðin fíggjast á sam
haldsfastan hátt, á sama hátt
sum t.d. barnsburðarskipanin,
við føstum promillugjaldi av
hvørjari lønarkrónu – við
einum hóskandi innskotið
frá tí almenna.
So tey sum hava fíggjað,
eisini koma uppí part
Tað hevði verið upplagt, at
slík útbúgvingarskipan og
tilhoyrandi
útbúgvingar
grunnur vóru løgd undir
ein komandi arbeiðsmarkn
aðardepil at fyriskipa. Á
henda hátt kunnu so eisini
øll tey við ongum ella ófull
fíggjaðum fakligum førleik
um men sum við sínum
dagliga
arbeiði
gjøgnum
árini hava verið við til at
fíggja
útreiðslurnar
av
øllum útbúgvingarverkinum
eisini fáa lut í útbúgvingar
og
førleikamenningini
í
samfelagnum.
Íslendska skipanin um
vaksnaútbúgvingar
Tórsdagin
í
farnu
viku
skipaði Altjóða Skrivstovan
(vegna NVL – norðurlendskt
netverk fyri vaksnamanna
læru)
fyri
sera
áhuga
verdum
fyrilestrum
og
bólkaarbeiði um arbeiðs
marknaðar og vaksnaút
búgvingar. Umboð fyri tveir
høvuðsstovnar í íslendsku
vaksnaútbúgvingini greiddu
frá, hvussu teirra skipan
var blivin ein eydnusøga,
serstakliga
nú
íslendski
búskapurin fór um koll og
arbeiðsloysið fleirfaldaðist.
Ov drúgt verður at greiða
frá íslendsku skipanini, men
har vóru upplagt nógv at læra
av hjá okkum. Sum teir avger
andi tættirnir vil eg nevna:
• at førleikamenningin
av vaksnum varð skipað
í samstarvið millum polit
isku myndugleikarnar og
partarnar á arbeiðsmarknaði
num, eisini viðv. fíggingini,
• at ein sentralur Arbeiðs
marknaðardepil samansjóð
aði hetta trýpartasamstarvið
og fyriskipaði førleikamenn
andi útbúgvingarnar
• at lokalar eindir høvdu
uppsøkjandi
virksemi
á
fyritøkum og stovnum
• at ein góðkenningarskip
an tryggjaði fólki førleikastig
fyri vunnar kompetansur,
til at betra støðuna í arbeiðs
lívinum ella til at opna dyr til
framhaldandi útbúgvingar.
Arbeiðsmarknaðarre
formur við fleiri tættum
Her verður ikki rúm fyri at
fara longri við viðgerðini av
teim ymisku tættunum, sum
umframt arbeiðsmarknaðar
depil og arbeiðsmarknaðarút
búgving vóru nevndir í byrj
anini av hesi grein, so sum
• nýggj arbeiðsumhvørvis
lóg, har okkara er aftur
útsilgd, og m.a. onki hevur um
psykist arbeiðsumhvørvi,
• eldra ella seniorarbeið
smarknaðarpolitikkur, sum
kann gera tað møguligt at
vera virkin longst møguligt
við
einum
lagaligari
og
líðandi skifti frá arbeiðslívi
til pensjonist,
• ein meira familjurættaður
arbeiðsmarknaðarpolitikkur,
sum kann gera tað lættari at
fáa familjulív og arbeiðslív
at hanga saman, m.a. við
foreldrafarloyvisskipanu
m. Sjálvsagt skal barnsins
fyrsti
sjúkradagur
hjá
tímaløntum fáast upp á pláss
beinanvegin.
• og so fremja neyðug tiltøk
fyri einum meira rúmligum
arbeiðsmarknaði, so eisini
fólk við skerdum førleika í
mest møguligan mun bæði
kunnu fáa útbúgvingartilboð
og fáa eitt fast tilknýti til
arbeiðsmarknaðin.
Áheitan á landsstýrið
at taka neyðug stig
Tað gevur ikki tann neyð
uga dynamikkin á arbeiðs
marknaðinum,
í
vinnu
lívinum,
í
samfelagsligu
menningini, at sita og putla
við einum átaki nú og einum
øðrum tá, alt eftir hvat
leikar harðast á. Tí eiga vit
at seta okkum fyri einum
samanhangandi og fram
rættaðum arbeiðsmarknaða
rpolitikki – ikki minst við tí
fyri eyga, at fáa politikkarar,
fakfeløg
og
vinnulív
at
arbeiða betri saman ikki
tilvildarliga um áleikandi
mál, men miðvíst fyri felags
gagni og fyri at kunna standa
okkum sum eitt gott og trygt
samfelag móti teim stóru
vinnuligu, búskaparligu og
vælferðarpolitisku avbjóðing
unum fyri framman.
Eg vil heita á landsstýris
fólkini í vinnumálum, menta
málum
og
fíggjarmálum,
sum
ávikavist
varða
av
arbeiðsmarknaðarviðurskif
tum, útbúgvingarskipan og
fíggjarviðurskiftum um at
taka stig til at fáa arbeiðið
við einum arbeiðsmarknaðar
politiskum
reformi
á
politisku
arbeiðsskránna
byrjandi við at fáa skipað
Arbeiðsmarknaðardepilin
og leggja lunnar undir eina
útbúgvingarskipan
fyri
arbeiðsmarknaðin.
Mugu fáa trýpartasamstarv fyri
arbeiðsmarknaðarpolitiskum reformi