Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-09-06, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. september 2010síða 29

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 Mánadagur 6. september 2010 · Nr. 129 Sosialurin Annika Olsen Landsstýriskvinna í innlendismálum Í 2007 varð álitið um “Ávegis til nullhugsjónina” latið politiska myndugleikanum. Úrslitið av hesum áliti var ferðslu­ trygdarætlanin frá 2007, sum hevði heili 35 tilmæli til politiska myndugleikan um ábøtur á ferðslutrygdina í Føroyum. Arbeiðið við at seta hesi tilmæli í verk hevur gingið væl, og í dag, 3 ár eftir at ferðslutrygdarætlanin varð latin poltiska myndugleik­ anum, eru 20 tilmæli longu sett í verk. Meginparturin av hesum tilmælunum vórðu sett í gildi í fjør, tá ið Løgtingið samtykti rúgvis­ miklar broytingar í ferðslu­ lógini. Her var m.a. krav sett til, at øll skulu sita í trygdar­ belti, nullmark varð sett fyri rúsevni í ferðsluni, sera lágu bøturnar vórðu hækkaðar munandi, promillumarkið varð sett niður fyri at signalera, at rúsdrekka og bilur ikki hóska saman og ikki minst kravið um, at børn skulu vera íbundin í bilinum. Umframt dagførdu ferðslulógina eru eisini onnur tilmæli fylgd, m.a. arbeiðið við at ferðslutryggja vegamót. Her kunnu nevnast vegamótið inn á Kambsdal, vegamótið í Streymnesi og Hósvík. Meðan omanfyristand­ andi tilmæli longu eru sett í verk, eru onnur tilmæli ávegis: Sjálvvirkandi ferðkann­ ingar, venjingarbreyt og kommunalar ferðslutrygdar­ ætlanir. Tað sum sjálvsagt er at fegnast um er, at ferðslu­ trygdararbeiðið og fylgdu tilmælini vísa seg at hava gjørt mun. Sambært hagtøl­ um frá Landsverk vísir tað seg, at talið á óhappum við fólkaskaða er minkað við 30% í mun til 2006. Sjálvsagt eru tað mong viðurskifti, sum spæla inn, tá ið tílík hagtøl verða gjørd upp, m.a. fíggarlig sveiggj í búskapinum, og tískil eiga tílík hagtøl at vera sæð yvir eitt longri tíðarskeið. Tó er tað nakað, sum bendir á, at vit eru á rættari kós, tí seinast í 80` unum vóru skrásett umleið 2000 ferðsluóhapp um árið, meðan talið av óhappum í 2009 lá um 900. Nýggj tilmæli Samstundis sum arbeitt verður víðari eftir ferðslu­ trygdarætlanini er tað neyðugt at dagføra og um­ hugsa onnur skilagóð til­ mæli, sum kunnu betra um ferðslutrygdina. Ì Løgtingi­ num herfyri setti Jenis av Rana, formaður miðfloksins, mær spurningin, um fyrsti­ hjálparskeið eigur at vera eitt krav til fólk, sum taka koyrikort. Eg meti hetta tilmæli vera sera skilagott, og fari eg at heita á ferðslu­ trygdarbólkin um at við­ gera hendan spurningin. Tað er oftani tann fyrsta hjálpin, ið er tann avgerandi fyri um lív kunnu bjargast, og tí eigur hetta eftir mínum tykki at vera eitt lógarkrav, at bilførarar hava fyrstihjálparskeið. Somu­ leiðis meti eg tað vera rætt, at arbeitt verður víðari við einari venjingarbreyt ella koyritekniskum anleggi, har fólk undir tryggum umstøðum kunnu læra at handfara eitt akfar í eitt nú hálku. Somuleiðis er ætlanin, at venjingarbreytin kann vera karmur um ein ferðslutrygdardepil, har eitt nú Ráðið fyri ferðslutrygd kann hava frálæru um ferðslutrygd. Hugburðurin og upplýsingin um ferðslu hevur alstóran týdning fyri trygdina á føroysku vegunum. Mist lív í ferðsluni kosta føroyska samfelagnum milli­ óna upphæddir, og ikki minst mongum familjum kring landið árliga mikla sorg. Vit hava ikki ráð til at missa fleiri fólk í ferðsluni, og tí má politiska stavnhaldið vera, at ongin skal lata lív í ferðsluni. Ferðslutrygdararbeiðið hevur gjørt mun Støðan á LS óvirðilig Í skrivani stund eru vit vitni til somu syrgiligu aftur­ vendandi søgu. Doyggjandi sjúklingar og avvarandi hava ikki umstøður, sum sømir seg slíkum. Illa sjúk fólk liggja á gongini. Skurðviðgerðir verða ikki framdar og kennast bíði­ tíðirnar ótolandi. Og starvs­ fólkini eru ovbyrjað orsaka av óregluligu viðurskiftinum, sum tíverri alt ov ofta valda, tá líður á árið og greitt er, at játtanir ikki fara at halda. Hóast stjórar og lands­ stýrisfólk eru sagd úr starvi á LS seinnu árini, sita sjúkl­ ingar, tey avvarandi, og starvsfólkini framvegis við Svartaperi. Støðan er óbroytt, óvirði­ lig og má halda uppat beinanveg! Akkutta støðan má loysast alt fyri eitt Um tað var rætt at loysa stjóran á LS úr starvi, fari eg ikki inn á í hesum sambandi. Kortini kann sláast fast, at tað at sekkja ein stjóra í sjálvum sær ikki loysir akuttu ótolandi støðuna hjá sjúklingum, avvarandi og starvsfólki. Landsstýrismaðurin, Aksel V. Johannesen, má tí fara til verka alt fyri eitt, og finna eina virðiliga loysn, fyri tey, sum eru ringast fyri. Framtíðar sjúkrahús­ verkið í Føroyum Eitt er akutta støðan, annað er at gera enda á afturvendandi trupuleikanum innan føroy­ ska sjúkrahúsverkið. • Hvussu tryggja vit okkara sjúku viðgerð á minst sama støði, sum okkara grannar, alt árið? • Hvørjar skipanir skulu setast í verk, sum tryggja, at nýtsla av nýggjum neyðugum framkomnum heilivági ikki kollsiglir restina av sjúkra­ húsverkinum? • Er fíggjarstýringin nóg neyv, hava vit rætta leiðslu­ bygnaðin, keypa vit har tað er bíligast, hava vit gjørt okkum greitt, hvørjar tænastur vit ynskja, at sjúkrahúsverkið skal veita og hvussu nógv eru vit sinnað at gjalda fyri tænasturnar? Allir hesir og ivaleyst aðrir við, eru spurningar, sum politiska skipanin má taka støðu til. Tí tað er avgerandi neyðugt at fáa í lag eitt sjúkra­ húsverk, hvørs fremsta mál er at seta sjúkling og avvarandi í miðdepilin alt árið. Ikki fyrr enn tá kunnu leiðsla og starvsfólk innan sjúkrahúsverkið sigast at hava fingið nøktandi karmar at virka undir. Bjørn Kalsø løgtingsmaður Sjúklingurin við Svartaperi At Landssjúkrahúsið (LS) ikki megnar at halda játtan og eina javna viðgerðargongd alt árið samstundis, hevur verið afturvendandi. Tað hevur havt sera óhepnar avleiðingar við sær fyri sjúklingar, avvarandi og starvsfólk. Støðan er órviðilig og má halda uppat Kristin Poulsen Dialektir í Kring­ varpinum Sjálvandi skal pláss vera fyri dialektum í Kringvarpinum, men máti skal vera við. Tað eigur ikki at koma fyri, at vit í tíðindasendingum hoyra máliskur sum teir hevði« og »útoyggjarnir«, og vit eiga eisini at kunna krevja rættar endingar í eini almennari tíðindasending. Tvey dømi um dialektir, sum vit seinasta árið hava hoyrt í útvarpinum, tæna ongum endamáli, og eg vil halda uppá, at eingin vágbingur og einki eiðisfólk tosa soleiðis í dag. Hesir upplesarar gera sínum bygdamálum eina bjarnatænastu við sínum ekstremu úttalum og fáa fólk at venda sær ímóti teimum.