mánadagur 6. september 2010síða 34
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 6. september · Nr. 129
34
Sosialurin
Bilar
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson
Vinnumálaráðið arbeiðir í løtuni
við nýggjari kunngerð um standard
reglu gerð fyri hýruvognskoyring í
Føroyum.
Í uppskotinum eru nakrar orð
i ngar, sum kunnu broyta grund
ar lagið undir allari hoyru vogns
koyring so radikalt, at eingin kann
liva av hýruvognskoyring, siga
Magnus Fuglø frá bilstøðini Auto
og formaður í hýruvognfelagnum
Sam fylk ing, og Kemm Poulsen,
stjóri á Bilstøðini Bil.
Serliga eru tað orðingarnar í
upp skoti num, sum leggja upp til, at
tað skal vera loyvt hjá feløgum at
stovna sínar egnu hýruvognsstøðir
og harvið kappast við tær verandi
bil støð ir nar.
Í brævi til Vinnumálaráðið
skriv ar Kemm Poulsen, at vit hava
í dag eina vælvirkandi og væl
skipaða vinnu, eina kommunala
hýru vogns nevnd sum fungerar og
eitt loft á hýruvognsloyvum upp á
67 loyv ir í Tórshavnar kommunu.
Hesi loyvir eru ikki øll í brúki sum
er, tí at vinnan, støðirnar Auto og
Bil støðin Bil, sjálvar hava sett bilar
til eftir tørvi. Auto hevur í dag eitt
tal upp á 31 bilar og Bilstøðin Bil
hevur 26 bilar.
Havast skal í huga, at fólka talið
avmarkar tørvin á hýru vogns
loyvum. Vit hava bert eitt ávíst til
fangi av kundum og sum í øðrum
vinn um eru hámarkskvotur ásettar.
Tí er tað óseriøst ikki at áseta eitt
há marks tal á hýruvognum í okkara
kommunu so væl sum í øðrum
størri kommunum.
Hýruvognsfelagið Samfylking
sigur í sínum viðmerkingum at
samanumtikið má sigast, at upp
skot ið er illa undirbygt. Í øll um
øðrum londum eru tað komm un
ur nar saman við bilstøðunum,
sum áseta eitt hámark fyri hýru
vogns loyvum, soleiðis at tað ber
til at liva av hýruvognskoyring og
tænastu støðið fyri borgararnar
er nøktandi. Ein bilstøð skal hava
eitt ávíst tal av bilum fyri at kunna
røkja sínar skyldur. Um nýggja upp
skot ið kemur í gildi, verður tað sum
í 60unum og 70unum tá talið av
bil støðum vaks sum hundaland.
Vit kunnu als ikki góðtaka so
radikal ar broytingar, sum hetta
upp skot ið leggur upp til, tí tað
verð ur endabresturin fyri seriøsari
hýru vogns vinnu, ið hvussu er í
Tórs havn ar kommunu, stendur í
brævi num sum Samfylking hevur
sent til Vinnumálaráðið. Magnus
Fuglø, formaður í Samfylking, vón
ar, at um hýruvognsreglugerðin
skal broytast, verður tað gjørt sam
an við hýruvognsvinnuni.
maggi@sosialurin.fo
HýruvoGns
vinnan Hótt
Vinnukoyring Um hýruvognreglugerðin verður broytt, sum uppskotið hjá Vinnumálaráðnum leggur
upp til, tekur tað grundarlagið undan allari hýruvognsvinuni siga Magnus Fuglø og Kemm Poulsen
Kemm Poulsen er
stjóri á Bilstøðini Bil
Magnus Fuglø er formaður
í Samfylking og koyrir
á bilstøðini Auto