mánadagur 6. september 2010síða 35
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
35
Mánadagur 6. september · Nr. 129
Sosialurin
Í sendingini Bilradio á Rás2 hósdagin 9. september kl. 16.10 verður
samrøða við umboð frá SEV um elbilarnar og við Boga Bech Jensen,
sum hevur doktaragrad í elmaskinum, og hevur verið við til at
designa og ment elmotorar fyri eitt nú Toyota og Ford.
Hósdagin 9. september kl. 16.10
Umboð frá SEV við elbiliunum
Mitsubishi iMiev
Bogi Bech Jensen
Fríggjadagin
seldi
bilasølan
Norðbil tann fyrsta nýggja
Hyundai
iX35.
Bilin
keypti
ítróttargranskarin Magni Mohr
í Havn.
Hyundai iX35, sum avloysir
Hyundai Tucson, er ein sera
væl útgjørdur SUV við øllum
tí, sum hoyrir til ein slíkan
bil. Hyundai iX35 fæst bæði
í bensin- og dieselútgávum.
Fleiri
av
motorunum
eru
spildurnýggir og harvið bæði
reinir orkusparandi. Bilurin fæst
bæði sum forhjólsdrivin og sum
4x4.
Elfelagið SEV fær seinni í ár
og fyrst í komandi ári tríggjar
elbilar, sum felagið keypir til
royndarkoyring í Føroyum.
SEV leigaði fyrst í hesum
árinum tríggjar Citroën C1
elbilar til royndarkoyring í
tríggjar mánaðir. Men nú hevur
felagið tikið avgerð um at keypa
tríggjar nýggjar elbilar. Talan
er um tveir Peugeot Partner
og ein Mitsubishi iMiev, sum
verða keyptir frá føroysku
bilasølunum Auto Service og
Ivan Bilum.
Teir báðir Peugeot Partner
koma til Føroya í november,
meðan Mitsubishi iMiev verður
her í januar. Ein Mitsubishi
iMiev var í Føroyum í juni í fjør í
sambandi við at samstarvsavtala
varð undirskrivað millum SEV
og Dong Energy um sokallaðu
GRANA-verkætlanina.
Ætlanin
er,
at
fyritøkur,
stovnar og privatpersónar, ið
vóru við í royndarkoyringini hjá
SEV við teimum trimum Citroen-
elbilunum fyrr í ár, eisini skulu
fáa høvi at royna teir nýggju
bilarnar. Møguleiki verður eisini
hjá øðrum at tekna seg til eina
royndarkoyring.
Elbilabólkurin
hjá
SEV,
ið er skipaður sum liður í
samstarvinum
millum
SEV
og Dong Energy, stendur fyri
føroyska
partinum
av
hesi
verkætlanini. Higartil hava fýra
mans frá SEV mannað hendan
bólkin, men nú hevur Jarðfeingi
eisini fingið sæti í bólkinum.
Fyrsti
Hyundai
iX35
Birgir Dam Jacobsen frá Norðbil og Magni
Mohr við sínum Hyundai iX35
Her verður elbilurin Mitsubishi iMiev royndarkoyrdur á Skálatrøð
Elfelag keypir
elbilar