mikudagur 8. september 2010síða 6
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 8. september 2010 · Nr. 130
6
Sosialurin
Jan Müller
Hetta er niðurstøðan hjá
trimum Føroya-veteranum,
tá tað snýr seg um føroysku
oljuleitisøguna seinastu 15
árini. Teir tríggir vóru sera
virknir í fyrireikingunum til
oljuleiting í seinnu helvt av
1990 árunum, og ein teirra er
framvegis virkin her.
Talan er um leitistjóran í
táverandi Saga Petroleum og
núverandi Sagex Petroleum,
Terja Hagevang, leitistjóran
í táverandi Enterprice Oil,
Halvor Snarvold og tá ver -
andi oddamannin hjá Philips
Petroleum fyri Føroya øki-
num, Jacob Rugland.
Í dag er Rugland pen-
sion er aður.
Hagevang
er
stjóri í oljufelagnum Sagex,
sum hevur fleiri leitiloyvi
á føroyska landgrunninum
einsamalt og saman við
Atlantic Petroleum. Og Snar-
vold hevur egna fyritøku, sum
í dag leggur oyggjalondum í
Vesturindiu lag á eina kom-
andi oljuleiting.
Við frá byrjan
Tá føroyingar fingu uppá
pláss avtalu við danir um
yvirtøku av ráevnunum í
undirgrundini kom glið á
før oysku
oljutilgongdina.
Tað almenna setti Oljuráð-
leggingarnevnd
at
gera
upp skot til oljulóggávu og
aðrar neyðugar og týðandi
fyriskipanir eitt nú reglugerð
fyri fyrstu útbjóðing til leit-
ing á landgrunninum.
Í tí sambandi komu meira
enn 20 altjóða oljufeløg til
Føroya at vera við í fyri-
reikingunum at leita eftir
kolvetni. Teirra millum vóru
eisini norska Saga Petroleum,
bretska Enterprice Oil og
ameri kanska Philips Petrol-
eum. Hesi feløgini vórðu
sera virkin frá 1996 og fleiri
ár fram.
Ruddaðu slóð
Terji Hagevang var mill -
um fyrstu altjóða jarð frøð-
ingarnar, sum komu til Før -
oya at rudda slóð fyri fyrstu
boringunum. Saga, sum var
eitt minni privat norskt olju-
felag, hevði longu tá gjørt
fitt av kanningum á Atlants-
mótinum, og teirra meting
var longu fyri skjótt 15 árum
síðani, at góðir møgu leikar
vóru fyri at finna kolvetni í
føroysku undir grundini. Tað
eydnaðist tó ikki Saga at vera
við í fyrstu útbjóðingini, tí fe-
lagið brád liga fekk fíggj ar ligar
trupul leikar og varð keypt
upp av Statoil og Hydro.
Terje
Hagevang
misti
ong antíð áhugan fyri Før-
oy um og føroysku undir-
grund ini. Hann var við til
at stoypa kúlurnar til før-
oyska oljufelagið Atlantic
Petroleum. Seinni stovnaðu
hann og aðrir Sagex Petrol-
eum, sum síðani hevur fing-
ið tillutað fleiri leitiloyvi á
landgrunninum og nøkur
teirra saman við Atlantic
Petroleum.
Sosialurin hitti teir tríggjar
“Føroyaveteranarnar” á al-
tjóða oljuráðstevnuni í Sta-
vanger nú um dagarnar.
Með an Rugland og Snarvold
fylgja oljuútviklinginum í
Føroyum frá síðulinjuni, so
er Terje Hagevang framvegis
sera virkin og eldhugaður
fyri oljuleitingini við Føroyar.
Og við drúgvu royndunum
og nógvu vitanini hann
gjøgnum árini hevur fingið
um føroyska jarðfrøði er
hann heldur ikki í iva um, at
oljan verður funnin í næst-
um, og tá tosa við um innan
fyri tvey til trý ár. Jarð frøð-
in er so lovandi í fleiri av
loyvunum, at hann hevur
eina kenslu av, at oljan verð-
ur funnin í einum av teimum
trimum brunnunum, sum
feløg hava bundið seg til at
bora.
Spennandi boring
í løtuni
Hagevang er sera spentur
um verandi boring á Anne
Marie leiðini, har ENI og
onnur feløg standa fyri
arbeiðinum. Sjálvur hevur
hann
sum
jarðfrøðingur
fing ið sær kunnleika til
hetta og onnur áhugaverd
øki, men hann dylur ikki fyri,
at tað eftir hansara tykki er
Statoil, sum situr inni við
tí mest lovandi loyvinum,
nevniliga 008, ið liggur heilt
upp at markinum og stutt frá
Rosebank fundinum í bretsk-
um øki. Og hann peikar á eitt
stórt oljukort á vegginum
á skrivstovuni í Stavanger
og sigur: – Her trúgvi eg, at
oljan verður funnin. Hetta
er eftir míni meting tað
besta loyvið, sum er latið á
føroyska
land grunninum.
Her eru útlitini til at finna
kolvetni tey bestu.
Hann dylur heldur ikki
fyri, at hetta loyvið hevur
verið hjartabarnið hjá bæði
Saga á sinni og eftir tað hjá
Sagex, sum tó mátti hyggja at,
meðan onnur oljufeløg fóru
avstað við hesum gullrandaða
loyvinum, sum hann málber
seg. –Hetta loyvið, sum liggur
heilt tætt upp at fundum í
bretskum øki, kann gerast
sjálvur juvelurin í føroysku
oljukrúnini
heldur
hesin
bros andi og jaligi norski
jarð frøðingurin
fyri.
Og
hann fær harvið ikki fjalt
sítt náttúrliga vónbrot yvir,
at hansara egna felag, sum
hevði raðfest nettupp hetta
økið hægst undir 2. útbjóð-
ing, ikki fekk tillutað økið.
Men kappingin var hørð og
tá fór so Chevron sum fyri-
støðufelag við loyvinum fyri
tó seinni at lata tað frá sær
til Statoil av eini ella aðrari
orsøk.
Hava triðbesta loyvið
Tá man ikki fær tað besta
ella næstbesta, so má man
vera nøgdur við at fáa tað
triðbesta. Og tað heldur
Terje Hagevang, at Sagex
og Atlantic Petroleum hava
fingið. Ì løtuni tulka tey
seismikkin, sum er skotin
á teirra loyvum og seinni
verður so støða tikin til um
og nær borast skal.
Kortini fylgir norski jarð-
frøðingurin sera væl við
gongdini í hinum loyvunum
og her ikki minst verandi
boring hjá ENI. – Tað verður
ómetaliga
spennandi
at
frætta seinni í heyst, hvussu
tað hevur hilnast hjá ENI
og hinum oljufeløgunum.
Eingin er førur fyri at siga
við vissu, um olja ella gass
er her, men jarðfrøðiligu
upp lýsingarnir um økið eru
so mikið positivir, at her er
ávísur møguleiki fyri at gera
eitt fund leggur Hagevang
aftrat. Tað sama halda Jacob
Rugland og Halvor Snarvold,
sum ikki longur eru virknir
í
føroyskari
oljuleiting
men sum kortini royna at
fylgja væl við, tí teir, sum
teir málbera seg, fingu so
nógv góð upplivilsi og góðar
løtur saman við føroyingum,
og sum eisini vóna, at olja
verður funnin. – Vit hava
somu fatan sum Terje Hage-
vang, at kolvetni verða funn-
in í einum av teimum trim-
um brunnunum, sum verða
boraðir komandi árini siga
teir við Sosialin.
Nú um dagarnar segði
stjórin í Statoil, Helge Lund
við Sosialin, at nettupp loyv-
ið, sum Sagex stjórin heldur
vera so áhugavert, hevur
høga raðfesting hjá Statoil.
– Vit eru sera vónríkir um
hetta økið, har vit møguliga
fara at bora næsta ár.
jan@sosialurin.fo
Kolvetni – Fyrsta føroyska oljan verður funnin í einum av teimum trimum
brunnunum, sum verða boraðir í ár og komandi tvey árini.
Norskur jarðfrøðingur:
– Her er føroys
Jacob Rugland, sum stóð á odda fyri fyrireikingunum hjá Philips Petroleum í Føroyum
í 90-unum hevur einki ímóti, at tað verður Statoil, sum finnur føroysku oljuna
Mynd Jan Müller
Halvor Snarvold, jarðfrøðingur hjá Enterprice Oil seinast í 90-
unum ivast ikki í, at oljan verður funnin í næstum
Mynd Jan Müller