Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-09-08, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. september 2010síða 7

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mikudagur 8. september 2010 · Nr. 130 Sosialurin Terje Hagevang, jarð­ frøðingur: – Her liggur olju juvelurin í føroysku undir grundini Mynd Jan Müller Jan Müller Tað er nú umleið hálvur ann ar mánaði síðani, at ENI setti borin í føroysku undirgrundina. Tað skuldi tó bara ganga stutt tíð, til boringin varð steðgað. Hetta fyri at uppgradera trygdarventilin, tann so­ kallaða BOP´in, sum er tann, ið skal forða fyri ein­ um óhappi í sambandi við boring. Hetta arbeiðið hevur tikið næstan ein mánað, og miðskeiðis í farnu viku varð so sett á aftur at bora á Anne Marie leiðini. Tað hevur ikki eydnast at fáa nærri upplýst, hví avgerð bráddliga varð tikin um at steðga boringini fyri at uppgradera ella betra um trygdarventilin, tó at tað hevur ljóðað, at mynd ugleikar eitt nú í Noregi hava tosað um at herða krøvini til BOP útbúnaðin eftir óhappið í Meksikanska flógvanum. Og at ENI við hesi avgerð heldur vil vera fyrivarin enn eftirsnarin. Hvørki ENI ella Jarðfeingi hava viljað gjørt viðmerkingar til hetta. Tað er greitt, at steðg­ urin kann hava dýrkað bori ætlanina munandi. Er tað so, at umvæling og uppgradering av trygdar­ ventil inum á West Phoenix hevur tikið nærum ein mánað, og hetta ikki hevur verið við í upprunaligu verkætlanini, so hevur hetta dýrkað boringina nógv. Leiga av boripalli í ein mánað kostar nærum 100 mill. kr. Upprunaliga varð boringin sett til at taka 75 dagar. Um eyka arbeiðið við BOP ventilinum ikki hevur verið partur av upp­ runaligu tíðarætlanini, so merkir hetta, at boringin fer at taka góðar 100 dagar, og tað merkir so aftur, at hon verður nakað seinkað, soleiðis at eitt úrslit neyv­ an fyriliggur fyrr enn í november. Møguliga fæst svar uppá alt hetta, tá leitistjórin hjá ENI, Eugenio Antonelli miku kvøldið fer at halda fyrilestur á Oljutinginum á Hotel Føroyum, har hann fer at greiða frá virk­ seminum hjá felagnum kring heimin, vestan fyri Hetland og við Føroyar og svara spurningum. jan@sosialurin.fo Boripallurin West Phoenix, sum nú aftur borar á føroyska landgrunninum Mynd Fróði Waag Bora aftur eftir drúgvan steðg ska oljan