Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-09-08, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. september 2010síða 15

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mikudagur 8. september 2010 · Nr. 130 Sosialurin Thomas Arabo Øðrvísi sær tað út tá talan er um okkara inlendis viðurskifti Tað tykist vera eitt merkiligt rák í okkara um­ siting, har einki verður latið upp í hendurnar á tí einstaka at taka støðu til. Alla æru vert, at vit fáa vegleiðing um vandamál, men máti skal vera við. Vit hava langar traditiónir fyri bæði matgerð og virkni, so tá ið mynduleikin fer og blandar seg uppí, um ein gamal suðringur fær sær ein grindabita til døgurða, so er man farin út um sømuligt mark. Sama er at siga um bygda­ konuna, ið selur ein kaffi­ kop. Og nú rekur onkur upp­ undir at bureaukratisera havestaveiðuna og skerpikjø tsframleiðsluna. Hvussu gera onnur við sínar traditionellu fram­leiðslur og tænastur? Var á Ølandi í summar í einum býi, ið sá út til at liva av ferðavinnu og smáútróðri. Útróðrarmaðurin avreiddi fiskin á bryggjuni til fólk á staðnum og smærri mat­ støð. Tilriggingin hjá útróðr­ armanninum var rættiliga einføld – hann hevði eitt stálvask í vøruvogninum hjá sær sum hann setti á 4 bein. Fiskurin bleiv blakaður uppí og spulaður, og so bleiv selt. Keypari og seljari væl nøgdir – einki fjas. Beint við stóð ein lítil vognur, har ein kona stokti sild sum hon seldi. Vit keyptu og blivu sessaði við eitt vanligt træborð við sild og rugbreyð serverað á einum servietti. Einfalt og gott. Vóru eisini í Kerteminde, har vit fóru inn á eitt líti vertshús. Har var ein lítil garður, har tú kundi fáa mat og ein smøg. Køkshurðin stóð opin út í garðin, so eg hugdi inn. Har var reint og nosligt, men ikki nógv øðrvísinni enn ein vanligur føroyskur køkur. Gólvið í garðinum var steinsett – ikki flisalagt. Og so ein túr út í Brugsina í Kerteminde at hyggja, hvussu har sá út. Komin á staðið sóu vit ógvusligan royk. Vit væntaðu. at nú fór skjótt ein sløkkiliðsbilur at koma og at fólk fóru at sleppa sær burtur. Men tvørturímóti ­ fólk stormaðu til. Fór nærri fyri at hyggja, hvat var á vási, og fekk at vita, at har royktu tey ost, tí tað var traditión har. Tað gjørdi man úti í túni. Her skal havast í huga, at bæði Svøríki og Danmark eru skandinavisk lond, eru limir í EU og hava sínar eftir­ litsstovnar, ið tykjast at tulka sínar reglur og lógir munandi øðrvísini, enn vit gera. Hesi dømini, eg her havi nevnt, vísa, at vit standa nógv veikari í smávirkis­ og matstovuhøpi, og hava sam­ svarandi verri kappingarføri, tá ið umræður til dømis at fáa nakað burtur úr ferðavinnuni. Mugu taka atlit til tað fólkatilfeingi vit hava Hugsi at hendan »sovjetiser­ ingin« av samfelagnum, sum vit síggja, eigur at steðgast. Tað at einki byggjur á álit á vanliga føroyinginum. At alt skal topstýrast er eitt samfelagsligt sjúkueykenni. Vit hava nógva tradition­ ella vitan og nógv ógvuliga vælútbúgvið fólk á stórt sæð øllum økjum, so tað skuldi verið lag á manni at funnið ein umsitingarhátt, sum passaði til okkara lítla samfelag. Okkara landsstýrisfólk hava ikki nakra lætta upgávu, lat tað verða sagt ­ halda tey eina lóg, so bróta tey eina aðra og øvugt. Umsitingin hon sær út til at senda fleiri og fleiri merkiligar lógir í tingið og hondina á hjartað, nakað av tí líkist arbeiðsskapandi tiltøk fyri somu umsiting. Onkur løgtingslimur hevur tosað um at fækka ráðini í umsitingini og seta eitt fast tal í stýrisskipan­ arlógina. Óivað rætt, men treingja vit ikki til ein um­ sitingarreform, ið byggir á rammu og málstýring, altso álit og vitan? Jóngerð Purkhús, ið var fíggjarmálaráðharri í 80'unum, hevði hasar hug­ sjónirnar. Tað hevði óivað riggað fínt, um tey amboð og fólkatilfeingi, ið vit í dag hava, vóru tøk tá. Hvat við at taka eitt lag burtur úr umsitingini so frástøðan til borgarin verður stytri? Hettar er tað, ið IMF hevur tilmælt Grkkalandi. Eitt liggur tó fast. Tað er, at vit nýta alt ov nógvar pengar til vælútbúgvin fólk at ansa eftir frískum skila­ góðum føroyingum, meðan pengar í ólukkumáta mangla, so frískir føroyingar kunnu ansa og syrgja fyri teimun ófrísku! Umsita vit nóg skilagott? Álvaratos! Nú ætlar Uttanríkisráðið at spara 1/3 av menningarhjálpini, so at vit í 2011, bara skulu lata tað, sum svarar til 40 krónur pr. íbúgva í landinum. Hetta er milt sagt skomm. Tað var í 2005, at játtanin hækkaði úr 6 krónum pr. íbúgva til 60 kr. pr íbúgva (ella frá 300.000 krónum upp í 3 milliónir krónur). Eg og nógv onnur frøddust um hetta. Eg væntaði, at hetta var bara eitt stig á leiðini at nærkast tí, sum ST viðmælir, at lond lata í menningarhjálp, nevniliga 0,7 prosent av bruttotjóðarinntøkuni. (Tær 3 milliónirnar, sum vit hava latið seinastu 5 árini, svara annars bara til 0,03 prosent av bruttotjóðarinntøkuni!) Men ístaðin fyri at hækka menningar­ hjálpina, ætla landsins leiðarar nú at skerja tað sindrið, ið vit lata, við einum triðingi. Øll okkara grannalond lata munandi meira í menningarhjálp enn vit føroyingar. Danmark letur 0,82%, Norra 0,88% og Svøríki 0,98% av bruttotjóðarinntøkuni. Fylgdu vit vegleiðingini hjá ST, lótu vit 80,5 milliónir krónur árliga til menningarsamstarv (sum svarar til umleið 1610 krónur fyri hvønn borgara í Føroyum). Vit føroyingar liva í einum landi, sum er munandi betri fyri enn tey allarflestu londini í heiminum. Vit hava munandi hægri livistøði enn tey, sum liva í Mosambik, í Indonesia, í Liberia, í Kambodja og í Peru. Vit, sum eru signað á so mangan hátt, kunnu saktans sum land verða við til at stuðla hesum londum eitt sindur. Men tað sær ikki út til, at okkara politik­ arar eru samdir. Í apríl mánaði í fjør hevði sjónvarpið hjá Kringvarpinum eina áhugaverda sending um føroyska menningahjálp. Tá vórðu heilir tríggir tímar nýttir at lýsa hetta evnið. Men síðani hevur lítið og einki verið at hoyrt til evnið. Nú skal okkara land spara, og tá verða tey rakt, ið eru ringast fyri, og ongan hava at rópa fyri seg. Rópini úr Mosambik, úr Indonesia, úr Kambodja, úr Liberia ella úr Peru hoyrast ikki í Føroyum, og tí er lætt hjá føroyskum politikarum at skerja játtanina á hesum økinum. Væl veit eg, at tað eisini skulu nógvir pengar til at reka føroyska vælferðarsam­ felagið, og at tørvirnir eru nógvir. Men tá ið sparast skal, seti eg spurningin, um tað er rímiligt, at vit sum land taka pengar frá teimum fátækastu og allarveikastu, ístaðin fyri at vit sum borgarar í einum vælferðarsamfelagi vilja liva fyri 20 krónur færri um árið? Og minst til – ein 20 króna í einum tilafturskomnun landi hevur munandi størri virði enn í Føroyum. Hjá einum fátækum barni í einum av áðurnevndu londum, kann tað merkja, at tey nú fáa skúlagongd. Her hjá okkum merkir tilsvarandi skerjing hinvegin, at vit skera eitt evarska lítið vet niður av okkara, í mongum førum, luksuslívi. Tað eru fleiri føroyskir, útlendskir og altjóða hjálparfelagsskapir, ið gera eitt stórt hjálpi­ og menningararbeiði í nógvum at teimum tilafturskomnu londunum. Eisini eru nógvir føroyingar, ið eru við í tílíkum arbeiði á ymiskan hátt, og nógvir føroyingar lata eisini fitt av peningi til tílíkar felagsskapir. Øll hesi hava stóra tøkk uppibornað fyri teirra vælgerðararbeiði. Hesum eri eg stoltur av sum føroyingur (hóast vit sum privatpersónar eisini kundu latið meira!) Men at vit ikki eisini sum land vilja lata nøkur fá oyru sum menningarhjálp, men heldur skerja í hesi játtanini, tað skammist eg av! Menningarhjálp átti ikki at verið eitt samgongu contra andstøðumál. Her áttu allir politikararnir at staðið saman og verið við til at borið enn meiri, enn vit gera í dag. Eg vóni ikki, at uppskotið um skerjing av menningarhjálpini vinnur frama. Eg vóni hinvegin, at politikararnir gera langtíðarætlanir og við tíðini hækka menningarhjálpina. So hevði eg eisini verið ernari av at veri føroyingur. Men sum nú er skammist eg. Frants Jensen Fuglafjørður Eg skammist av at vera føroyingur! Lat tað vera sagt beinan vegin, at tá talan er um vørur til útflutnings, so mugu sjálvandi øll keyparakrøv verða uppfylt Vit, sum eru millum heimsins ríkastu fólk, hava ikki ráð at lata tað, sum svarar til 60 krónur um árið pr. íbúgva, í menningarhjálp