mikudagur 8. september 2010síða 16
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 8. september 2010 · Nr. 130
16
Sosialurin
Kjak
Halgir Winther Poulsen
Tá løgtingið í 1905 skrivaði
til
Landmandsbankan
í
Keypmannahavn
við
áheitan um at seta banka
á stovn í Føroyum, svaraði
bankin, at tað høvdu teir
hug at gera. Teir vildu seta á
stovn banka við navninum
“Færøernes Bank” og við
einum partapeningi uppá
300,000 kr, og soleiðis at
føroyingar fingu høvi til
næstu fimm árini at tekna
partapening. Um navnið varð
semja um, at tað skuldi vera
færoyskt, og um hetta tekur
ein løgtingsmaður soleiðis
til: “..nu står vi overfor
en
selvstændig
færøsk
bank med færøsk navn,
mod hvilket jeg kun har at
indvende, at der vistnok
mangler et “i”: “Føroya banki”
i stedet for som foreslået
“Føroya bank”. Hesum navni
hevur bankin stríðst undir
í góðum og ringum tíðum,
hóast
stórur
meiriluti
av
partapeninginum
var
á donskum hondum, og
navnið hevur neyvan verið
okkara
flaggskipi
innan
fíggjarheimin í meira enn
hundrað ár at bága.
Men nú er vent í holini. Nú
hava teir keypt bankafilialir í
Jútlandi og øðrum donskum
landspørtum og enntá í Grøn
landi. Tá hesi fólk ikki duga
at siga “Føroya banki”, skal
navnið broytast til nakað
so fjákut sum “BankNordik”,
sum hvørki er fuglur ella
fiskur,
hvørki
føroyskt,
danskt, grønlendskt ella tað
vælsignaða enska, sum alt
annars skal eita í Føroyum,
sum
hevur
virðing
fyri
sær
sjálvum.
Men
hvar
er virðingin fyri okkum
føroyingum, sum hesi væl
hundraðárini hava gjørt
okkara til, at bankin enn livir
sítt fríska lív, hóast nøkur
bakkøst á vegnum.
Eg fari at loyva mær
at minna á, at tá báðir
bankarnir
vórðu
saman
lagdir og endurreistir við
almennum
(les
okkara
skattaborgaranna) pengum,
og tað var Sjóvinnubankin,
ið var tann, ið helt fram, var
stór semja um, at hóast hetta
mátti navnið á samanlagda
bankanum
vera
“Føroya
banki”, tí tað var okkara
almenna andlit, bæði innan
og uttanlands. Tá bankin fyri
nøkrum árum síðan var á veg
út um landoddarnar, gjørdu
teir nógv burturúr, at teir
høvdu strikað skrástrikuna
í “ø”num, tí tað skuldi vera
meira
“internationalt”.
Her kundi verið mint á, at
hundraðtals
føroyingar
hava gjøgnum árini havt
góða útkoma av at sigla
við skipunum hjá danska
reiðarínum, sum hóast eitt
minst líka “óinternationalt”
“æ” í navninum er vorðið
eitt av heimsins størstu
reiðaríum.
Eg fari við hesum at heita
á allar føroyingar, sama um
teir eru kundar í bankanum
ella ikki, at mótmæla harðliga
móti hesum fjantinum og
krevja, at bankin broytir
hesa
avgerð
beinanvegin
og fer aftur til góða gamla
navnið “Føroya banki”. Hetta
kann gerast við at senda
bankanun
teldupostar
á
info@banknordik.fo
ella
foroya@foroya.fo
ella
stovna ein mótmælisbólk á
Facebook.
Spillir navnið ongan?
Fyri góðari viku síðani
hevði
eg
lesarabræv
(Dimma.
30.august)
har
eg, aftaná at hava lisið
greinir frá Tóru við Keldu,
Jákup Mikkelsen og Jákup
Petersen, gjørdi vart við
at
sjúkrahússtjórin
var
lagdur undir stórt trýst frá
klaksvíksgingum og at upp
søgnin av sjúkrahússtjóran
um á Landssjúkrahúsinum
var ein skarnsgerð.
Síðani er annar partur
av
greinini
hjá
Jákup
Petersen komin (Dimma. 30.
august). Tónin er tann sami.
Hálovan
av
Klaksvíkar
Sjúkrahúsi
og
klikkjan
niður á Landssjúkrahúsið;
men nú legst afturat at
Landssjúkrahúsið er sjúkra
hús í Havn, sum allir før
oyingar uttanfyri Havnina
– hvørt einasta húski í
Norðuroyggjum, Eysturoy,
Norðurstreymoy,
Vágoy,
Sandoy og Suðuroy – eru
við at hokna undir av at
gjalda til hetta sjúkrahús.
Allan Skaalum er nú
gjørdur til besta sjúkra
hússtjóra nakrantíð; men
eftir er at koyra restina av
leiðsluni frá.
Ikki
óvantað
kemur
Jógvan
við
Keldu
við
ískoytinum:
Ov
nógvir
politikkarar hildu undan í
sjúkrahúsmálinum (Dimma.
2. septembur).
Jógvan nevnir Central
sjúkrahús. Hesi vóru nógv
umrødd, tá Jógvan sat í
stýrinum fyri Klaksvíkar
Sjúkrahús, fyri 30 árum
síðani.
Centralsjúkrahús
í Danmark skuldu hava
upptøkuøki við 200.000
fólkum í minsta lagi og
útgerast við so nógvum
serdeildum sum til bar. At
vit við minni enn 50.000
íbúgvum
ikki
høvdu
grundarlag fyri fult útbygd
um
Centralsjúkrahúsi,
vóru vit sjálvandi samdir
um, men so brast. Jógvan
metti at tí mátti Klaksvíkar
Sjúkrahús útbyggjast við
serdeildum. Mín niðurstøða
var at umráðandi var at
hava serdeildirnar á einum
sjúkrahúsi, so tað líktist
Centralsjúkrahúsi
sum
frægast.
Síðani er nógv broytt.
Í Danmark verður arbeitt
við nógv størri eindum
– Regiónum – og serdeildir
fyri
sjaldsamar
sjúkur
verða lagdar á tveimum ella
einum stað.
Jógvan við Keldu veit
væl, at var Klaksvíkar
Sjúkrahús
onkustaðni
í
Danmark, var tað langt
síðani niðurlagt.
Tónin hjá Jógvani er
annars sum hjá hinum:
Niðurgerð av Landssjúkra
húsinum og hálovan av
Klaksvíkar Sjúkrahúsi.
Tá fýra klaksvíksgingar
koma hvør aftan á annan
við niðurgerð av Lands
sjúkrahúsinum, ballað inn
í hálovan og skamrósan
av Klaksvíkar Sjúkrahúsi,
má niðurstøðan vera at
heilsumálaráðharrin skal
gerast til Klaksvíksging og
øll tann politiska skipanin
verður løgd undir trýst.
Við ongum sjúkrahús
politikki er sjúkrahúsu
verkið givið upp fyri skutil,
skutilin er á lofti og skutlað
verður fyri at fáa burtur av
Landssjúkrahúsinum.
At hvørt húski uttanfyri
Havnina í hesum saman
hangi verður sett upp móti
Havnini, ger støðuna upp
aftur illgrunasamari.
Vit byggja ikki land á
hesum grundarlagi – tvørtur
ímóti – hava vit veruliga
ov
nógvar
politikkarar
sum halda undan í sjúkra
húsmálinum.
Óli Mikkelsen
lækni
Sjúkrahús
verkið á
vandakós
So
varð
bardagin
um
fiskidagar
av
á
hesum
sinni, og eftir svimur ein
toskastovnur, sum hevur
ongan livandi kjans. Verður
toskurin
ikki
tikin
sum
pinkalítið yngul av makreli
ella øðrum rovfiski, so verður
hann tikin sum toskamurtur
ella millumfiskur av teimum
nógvu milliónum húkum,
sum verða ringdir niður á
landgrunnin hvørt ár. Hvussu
nógvir húkarnir eru vita vit
ikki neyvt, tí tað verður ikki
skrásett. Tað, sum húkurin
ikki fær fatur á, tekur trolið
sær av nakað seinni. Toskurin
er virðismiklari enn hýsa og
upsi, og verður tí tikin, so
hvørt nakað er at fáa.
Síðan fiskidagaskipanin
byrjaði, er umleið triðji hvør
dagur tikin burtur. Talið
av fiskiførum er tó ikki
minkað tilsvarandi. Skipini
hava sostatt færri og færri
dagar í part og flestu sigla
við undirskoti. Orsøkin er,
at reiðarar hveppa seg við
at taka skipini úr flotanum,
tí teir halda, at fiskiloyvið
í sjálvum sær hevur stórt
virði, hóast dagatalið er
minkandi. Hetta eru tey
ódeyðuligu fiskiloyvini, sum
Heini í Kunoy plagar at taka
til. Brúk er fyri eini skipan,
so skipatalið kann minkað,
so hvørt sum fiskidagarnir
fækka.
Eitt hugskot kundi verið,
at skipaeigarar gjalda inn
eina tvungna uppsparing
hvørt ár, í samband við at
teir fáa fiskiloyvi útskrivað.
Upphæddin
kundi
verið
tengd at virðinum á skipinum
ella at veiðuni seinasta árið.
Uppsparingin
skuldi
so
verið útgoldin, tá skipið fór
úr flotanum. Umframt hetta
afturgjald kann skipaeigarin
selja sjálvt skipið og teir
fiskidagar hann hevur eftir.
Hetta hevði gjørt tað meira
hugaligt at tikið skip úr
flotanum, so fleiri fiskidagar
vóru í part til restina av
flotanum.
Hetta
var
bert
eitt
hugskot og íkast til kjakið,
um hvussu fiskidagaskipanin
kann gerast enn betri.
Bjarti Thomsen
Nólsoy
Fiskiloyvi við tvungnari
uppsparing