mikudagur 8. september 2010síða 20
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 8. september 2010 · Nr. 130
20
Sosialurin
Føroysk framleiðsla
Framleiðsla og søla
Lýsingartilfar
Kemilux framleiðir til allan heimin
Føroyska FyritøkaN keMilux iNdustri, suM FraMleiðir reiNgerðarevNi og sápur,
hevur egið laboratoriuM og Fylgir stroNgu es-lóguNuM og reglugerðuNuM, tá
FraMleitt verður. keMilux er eitt keNt vøruMerki bæði í FøroyuM og uttaNlaNds
Magnus Gunnarsson
Kemilux Industri er ein rein føroysk fyritøka,
sum hevur 45 ár á baki. Fyritøkan byrjaði í
1965 at framleiða sápu. Kemilux gjørdist
skjótt eitt kent vørumerki bæði í Føroyum
og uttan lands.
Kemilux fylgir strongu donsku og ES-lóg-
unum og reglugerðunum, tá framleitt verður
– bæði til sølu her heima og til útflutnings.
Fyri tøkan hevur egið laboratorium, sum í
sam starvi við altjóða serkunnleika hevur dag-
liga eftirlitið við at allar reglur verða fylgdar.
Kemilux framleiðir samsvarandi ISO
9001:2008 skipanini. Databløð og brúkara-
vegleiðingar eru til allar vørurnar. Tað, at fyri-
tøkan lýkur strongu krøvini til framleiðslu,
hevur millum annað havt við sær, at Kemilux
er góðkendur veitari til sera kravmiklu olju-
vinnuna.
Húsarhaldssápurnar lúka allar treytir
til grøna merking, sum danska Sundheds-
styrelsen viðmælir. Kemilux húsarhaldssápur
eru sostatt bæði grønar og allergivinarligar.
Sum serfrøðingar á økinum bjóðar
Kemilux holla vegleiðing um síni produktir
og skipar fyri skeiðum, har kunnað verður
um, hvussu vaskievnini virka, doseringar og
hvør sápa skal nýtast hvar.
Hóast øll produktini hjá Kemilux verða
fram leidd í Føroyum, verður umleið ein trið-
ingur av framleiðsluni seldur uttanlands.
Fyri tøkan hevur umboð í Danmark, Norra,
Skot landi, Onglandi, Íslandi og Kanada um-
framt at vøran eisini verður seld í t.d. Saudi
Arabia.
Sølufólkini eru altíð til reiðar við vegleiðing og rágeving
H79 er eitt av væl umtóktu evnunum hjá Kemilux
Kemilux framleiðir eisini dunkarnar