mikudagur 8. september 2010síða 21
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mikudagur 8. september 2010 · Nr. 130
Sosialurin
Føroysk framleiðsla
Veitarin – ein handil fyri øll
Á Hjalla er vælútgjørdi HaNdiliN HjÁ KeMilux, veitariN, suM
er Heildarveitari av reiNgerðarevNuM eiNs og paKKitilfari,
paKKiaMboðuM, MasKiNuM og arbeiðsKlæðuM
Magnus Gunnarsson
Konseptið við handlinum Veitaranum er at hava
alt innan vask, reingerð og arbeiðsklæðir á ein
um staði.
Handilin er til bæði vinnu og privat húsar
hald. Um tað er bilurin, sum skal reinsast og
vaskast, ella tað er køkurin, kjallarin ella túnið
– tað er líka mikið. Alt fæst hjá Veitaranum á
Hjalla, har kundin eisini fær vegleiðing í at nýta
reingerðarevnini á rættan hátt.
Í handlinum er so at siga alt at fáa, sum t.d.
arbeiðshandskar, trygdarskógvar, hosur, jakkar,
klútar, moppur, pappír og automatir til pappír. Og
so sjálvandi sápu og reingerðarevni annars.Eisini
hevur handilin eitt stórt úrval av arbeiðsklæðum
eins og regnklæðum og stivlum.
Handilin nøktar allan reingerðartørv yvir
høvur – heilt frá grovreingerðing á skipsdekki og
í maskinrúmum, til upp og niðurvask í heiminum.
Eisini nøktar Veitarin tann serliga tørvin innan
reingerð, sum eitt nú matvøruídnaðurin krevur.
Handilin selur eisini pakkitilfar, pakkiamboð og
annan útbúnað til vinnuna og ídnaðin.
Handilin er opin mánadag til fríggjadag
frá kl. 8.00-17.30.
Kemilux
Industri
Stovnað: 1965
Stjóri:
Debes Petersen
Virkisøki:
Framleiðsla,
heilsøla og
smásøla
Deildir: Kemilux
Industri og
Veitarin
Vøruskrá:
reingerðarevni,
vaskievni,
vaskiamboð,
pakkitilfar,
pappír, klæði
og skógvar
Adressa:
Kemilux Industri
Mykinesgøta 1
100 Tórshavn.
Tel. 350830
www.kemilux.fo
Teldupostur:
kemilux@
kemilux.com
Veitarin
Á Hjalla
188 Hoyvík
Tel. 350830
www.veitarin.fo
Sápur frá Kemilux eru í flestu føroysku heimum
Skjót og góð avgreiðsla av privatum sum vinnukundum
Dygdar arbeiðsklæðir til øll endamál
Sølumenninir Páll Kjærbo og Sámal Joensen vitja virkir og stovnar kring allar Føroyar