Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-09-08, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. september 2010síða 22

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 8. september 2010 · Nr. 130 22 Sosialurin Føroysk framleiðsla Snorri Brend Norðoyri: Fyrr í ár boðaðu tey hjá Norðhús frá ætlanini um at byggja seks íbúðir á Norðoyri, hvør uppá góðar 70 fermetrar. Tað vísti seg beinanvegin, at væl gekst at selja hesar fyrstu íbúðirnar - ja, so væl, at tað vóru uppaftur fleiri sum høvdu áhuga í at ogna sær eina íbúð har. Hesin stóri áhugin hevur aftur havt við sær, at byggifyritøkan í Klaksvík hevur í hyggju at fara undir næsta byggistigið. - Tað hendir so skjótt sum nóg nógvir keyparar eru til íbúðirnar, og so skjótt sum fíggingin er komin uppá pláss, verður sagt. Tað er Húsalánsgrunnurin í stendur fyri fíggingini av ver k- ætlanini. Tó skal sigast, at Eik eisini er við. - Hetta hevur verið ein ætlan, sum vit hava havt í longri tíð, men onnur arbeiði hava strongt so mikið á, at bíðað hevur verið við hesum líka inntil nú, siga stjórarnir í Norðhús, brøðurnir Hjalti og Rógvi Josephsen. Norðhús hevur í løtuni fleiri bæði smærri og størri arbeiði, bæði í og uttanfyri Klaksvík, sum hevur eini 40 fólk í arbeiði. Eitt av størru arbeiðinum er 1000 fermetrar stóri bygningurin hjá Keypssamtøkuni í Klaksvík. snorri@sosialurin.fo Enn fleiri íbúðir á Norðoyri BYGGING Um ikki so langa tíð fer bygdin Norðoyri upp um 100 íbúgvarar, nú byggifelagið Norðhús hevur sett skjøtul á tær fyrstu seks íbúðirnar í bygdini, uttast á Borðoyavík. Gongst sum ætlað, kunnu fyrstu fólkini flyta inn komandi vár Fiskapylsan Heilsugóð & glutenfrí vøra Sera væl egnað til: Matpakkan Døgurðan Viðskera Salatir Boks 35 · FO- 520 Leirvík · www.primafisk.fo primafisk@primafisk.fo · tlf. +298 743 444 Føroysk góðska til føroyskar gómar Fólkatalið á Norðoyri er nógv økt tey seinnu árini. Í mars mánaði komandi ár gerast tey enn fleiri, tá fólk fara at flyta inn í íbúðirnar sum byggifyritøkan Norðhús letur byggja her Mynd: nordhus.fo BYGDAMENNING