mikudagur 8. september 2010síða 24
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 8. september 2010 · Nr. 130
24
Sosialurin
Føroysk framleiðsla
Vilmund Jacobsen
Í meiri enn seksti ár hevur spuna-
og tøtingarvirkið Snældan verið
á Strondum – og ikki bara á
Strondum, men eisini á somu
adressu øll árini. Adressan er
nevniliga Langanes 6. Har byrjaði
virksemið, og tað er framvegis í
hesum umhvørvi, at fyritøkan
hevur bygt seg út til tað, hon er í
dag.
Tað var abbi verandi stjóra og
eigara, Karl Jóhan Olsen, sum hevði
sama navn, ið legði lunnar undir
Snælduna. Hann var møbilsnikkari
og hevði verkstað, men byrjaði
longu í 1949 at spinna tógv úr ull,
sum fólk komu við.
Danskur virkisleiðari
Karl Jóhan, sum soleiðis er triðja
ættarlið eftir hin gamla, sigur, at
abbin keypti sær spinnimaskinur
og aðrar maskinur úr Danmark,
sum eru neyðugar í framleiðslu úr
ull.
- Ein dani kom upp higar, tá
maskinurnar komu. Hann fekk alt
upp at koyra og var virkisleiðari á
virkinum hjá abba mínum í nøkur
ár.
Gjøgnum
árini
er
Snældan
útbygd við meira plássi og betri
maskinum.
- Ein útbygging var í 1957 og ein
í 1968, og við seinnu útbyggingina
varð bygt leyst úr táverandi virki,
men beint við síðurnar av.
Karl Jóhan sigur, at brúktar og
betri maskinur eru keypar, sum
tíðin er gingin.
- Slíkar maskinur eru ógvuliga
dýrar at keypa, men hava langa
livitíð. Tí verða tær ofta keyptar
brúktar, leggur hann aftrat.
Steðgur í nøkur ár
Snældan
á
Strondum
hevur
koyrt øll árini fram til dagin
í dag undantikið í eini 2-3 ár í
áttatiárunum.
Eftir abba Karl Jóhan, tók pápi
hansara Oddmar yvir. Spuna-og
tøtingarvirkið á Langanesi 6 hevur
soleiðis verið og er framvegis
ein fyritøka, sum hevur verið í
familjuni øll árini síðan byrjan.
- Sjálvur byrjaði eg at arbeiða á
Snælduni sum 17 ára gamal í 1970,
og tað var eg, sum í seinna helmingi
av áttatiárunum byrjaði virksemið
aftur, eftir at tað hevði ligið stilt.
Árini, meðan steðgur var í
framleiðsluni á Snælduni, fekst
Karl Jóhan við annað arbeiði.
- Í 1987 helt eg meg sígga
møguleikar í at taka virksemið
uppaftur, og eg setti mær fyri at
fáa gongd á aftur. Síðan tá hevur
Snældan verið í gongd øll árini fram
til dagin í dag, sigur stjórin, sum
eisini eigur allan partapeningin
í felagnum aftanfyri spuna-og
tøtingarvirksemið á Strondum.
Framleiðslan broytist
Í
stuttum
kann
sigast
um
framleiðsluna á Snælduni, at hon
hevur flutt seg síðan byrjan.
- Tey fyrstu árini lótu fólk sína
ull inn at spinna. Ullin varð flokkað
og virkað til tógv á virkinum. Síðan
fingu tey, sum høvdu latið ullina,
nøgdina aftur sum tógv við einum
svinni upp á eini 10%.
Karl Jóhan sigur, at soleiðis
FRAMLEIÐSLA Umsetningurin hjá Snælduni á Strondum kann býtast í tveir umleið líka
stórar helmingar, harav annar stavar frá sølu av tógvi – og hin frá bundnum pløggum
Tað var abbi Karl Jóhan Olsen
við sama navni, sum legði
lunnar undir Snælduna á
Strondum í 1949. Eftir steðg
í framleiðsluni í eini 2-3 ár í
seinnu helvt av áttatiárunum,
tók Karl Jóhan um stýrisvølin
og hevur rikið fyritøkuna síðan
Umsetningurin hjá Snælduni
stavar ávikavist frá
tógvframleiðslu, binding,
seyming og sølu av pløggum
Familju-
Fyritøka í
seksti ár
... í 1987 helt
eg meg sígga
møguleikar í at
taka virksemið
uppaftur...
KARL JÓHAN OLSEN