Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-09-08, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. september 2010síða 25

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Mikudagur 8. september 2010 · Nr. 130 Sosialurin Føroysk framleiðsla Vilmund Jacobsen Snældan á Strondum er einasta spinnarí í Føroyum, sum er virkið í dag. Felagið keypir ikki tógv úr útlandinum til at selja útaftur, men virkar alt tógvið á Strondum. Hinvegin keypir Snældan ull heim til virkingar í Føroyum, og tað hevur felagið gjørt í nógv ár. Stjórin, Karl Jóhan Olsen, sigur, at tey soleiðis keypa ull av Falklandsoyggjunum umvegis Bretland, og nakað verður so eisini keypt av føroyskari ull. Ull er ymisk Óteljandi ferðir hevur verið frammi, at so nógvur broddur er í føroyskari ull, meðan ullin, sum Snældan í mong ár hevur keypt av Falklandsoyggjunum, er fínari og mjúkari. - Vit framleiða alt tógvið sjálvi, sum vit selja. Skipstroyggjutógvið er rein føroysk ull, og tað er ikki ókent, at summi halda hetta tógvið vera nokso hvast. Stjórin á Snælduni hevur ikki hug at gera seg klókan upp á, hvør ítøkiligi munurin er á føroysku ullini og eitt nú ullini av Falklandsoyggjunum. - Vit plaga at siga, at føroyskur seyður hevur tað, vit rópa tvíull. Ytst er broddurin, sum vit kunnu siga er ein vatnavvísari – og innari hin bleyta ullin, sum liggur inn at skinninum og hevur til endamáls at halda seyðin heitan, sigur Karl Jóhan. Umhugsa bygging Stjórin á Snælduni sigur, at tey hava hugsað um at veksa um fyritøkuna við einum bygningi upp á einar 400-500 fermetrar, soleiðis at møguleikar kundu verið fyri eini spunaskipan aftrat. - Vit hava bara eina spunaskipan – frá a til z - á virkinum í dag, og tí tekur tað langa tíð, áðrenn vit koma runt við at spinna fleiri litir av tógvi. Vit kundu soleiðis hugsað okkum eina skipan aftrat. Karl Jóhan vísir á, at tann eini bygningurin hjá Snælduni liggur nokso tætt upp at vegnum, men tað, sum felagið hevði ætlanir um, var at byggja hinumegin húsið og burtur frá vegnum. - Men Landsverk sigur kortanei. Teir ímynda sær, at tá undirsjóvartunnilin kemur upp sunnanfyri okkum, verður ein 3-sporaður vegur lagdur fram við virkinum hjá okkum. Tá verður neyðugt at taka nevnda bygning niður – og fyri at umgangast at skula taka ein nýggjan bygning niður eisini, vil Landsverk ikki lata okkum byggja, sigur hann. Áhugin veksur Karl Jóhan sigur seg hava merkt sær, at áhugin fyri Snældu- tógvi í útlandinum er veksandi, men felagið hevur líka sum ikki framleiðsluorku til at gera meiri við hetta undir verandi umstøðum. - Ein veksandi eftirspurningur merkist eisini millum útlendsku ferðafólkini, sum vitja í Føroyum, og eg vil siga, at vit selja nokso nógv til útlendsku gestirnar, sigur stjórin á Snælduni, Karl Jóhan Olsen. vilmund@sosialurin.fo Snældan einasta virknað spinnarí FRAMLEIÐSLA - Vit umhugsa at byggja virkið út við eini 400-500 fermetrum, so umstøðurnar gerast betri, men Landsverk sigur kortanei ... vit framleiða alt tógvið sjálvi, sum vit selja... KARL JÓHAN OLSEN Landsverk sigur kortanei til, at Snældan sleppur at byggja út, soleiðis at virkið fær betri umstøður gekk framleiðslan til nakað inn í sekstiárini. - Sum árini gingu, minkaði áhugin fyri hesum. Tíðirnar gjørdust betri, og fólk keyptu sær ivaleyst onnur klæði. Nú fekk Snældan sær bindimaskinur, og tá fóru tey serliga í holt við at binda skipstroyggjur. - Henda framleiðsla helt sær til byrjanina av áttatiárunum, tá áhugin fyri henni minkaði, og virksemið varð langt stilt nevndu 2-3 árini, sigur stjórin. Karl Jóhan vísir á, at tá hann byrjaði virksemið aftur í 1987, løgdu tey seg mest eftir at spinna tógv til binding. - Stórur áhugi hevur víst seg at vera fyri hesum – í fyrsta lagi í Føroyum, men í ein ávísan mun eisini uttanlands, leggur hann aftrat. Tveir helmingar Stjórin sigur, at Snældan framvegis hevur nakrar bindimaskinur, sum hava forrit til meiri at kalla sjálvvirkandi binding av eitt nú troyggjum, jakkum og øðrum. - Vit binda eisini stór stykkir, sum síðan verða skorin sundur og seymað saman til ymisk klædnapløgg. Neyðugt er ikki, at fólk eru við maskinurnar alla tíðina. Onkur stykkir vera eisini tøvd og seymað saman til pløgg. Karl Jóhan Olsen sigur, at umsetningurin hjá Snælduni kann býtast í tveir umleið líka stórar helmingar, harav annar stavar frá sølu av tógvi – og hin frá bundnum pløggum. Umframt virksemi á Strondum, hevur Snældan eisini havt handil í Havn síðan ár 2003. Fleiri ár í starvi Tilsamans sjey fólk arbeiða á spuna-og tøtingarvirkinum á Strondum, og aftrat sær úr familjuni – og í familjufyritøkuni - hevur stjórin son og dóttir. - Onkur, sum arbeiðir hjá okkum, hevur verið næstan líka leingi í starvi á virkinum, sum eg sjálvur, sigur Karl Jóhan Olsen, sum vit fara hoyra meiri til í aðrari grein á hesi opnu. vilmund@sosialurin.fo Umframt framleiðsluna av tógvi, hevur Snældan eisini maskinur, sum binda og fólk, sum seyma