Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-09-08, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. september 2010síða 27

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 Mikudagur 8. september 2010 · Nr. 130 Sosialurin Føroysk framleiðsla Orð/mynd: Snorri Brend Vestmanna: - Tað fór at bila við sjónini fyri eini 40 árum síðani. Tá legði eg merki til at sjónin var farin at bila, sigur Heri Olsen, sum í dag er farin nakað upp um tey 60 árini. Sjónin viknaði so líðandi og so mikið, at hann at enda gjørdist starblindur. Og soleiðis hevði hann helst sitið, um hann ikki fekk hugskotið at gera okkurt til føroysku línuflotan. Hann hevði sjálvur verið til skips í yngri árum, bæði við størri skipum og við línubátum. Í seinna førinum var eitt av arbeiðunum at egna stamparnar við hond. Men soleiðis er ikki longur, tí í dag gera egningarmaskinurnar arbeiðið ístaðin. Hinvegin hevur hetta skapt ein annan tørv, og tað er júst henda, sum Heri so trúliga ger sítt til at loysa í lítla arbeiðsrúmi sínum í heimi hansara í Vestmanna. Vinnuvegur hansara er at framleiða hesar sergjørdu bustirnar, sum hava eittans endamál - at reinsa línu og húk, tá drigið verður at borði. Við bustini verður gamla agnið lætt og einfalt tikið av húkinum, áðrenn línan er komin innanborða. - Ja, framleiðslan hjá mær byrjaði sjálvandi í smáum, men skjótt gjørdist greitt, at línubustin var sera populer hjá línumonnum, vísir Heri á. - Ja, ta einu tíðina høvdu næstan allir línubátarnar eina slíka bust frá mær. Lívsstarv Heri hevur sett seg væl til rættis frammanvert arbeiðsborð sítt henda dagin, eins og hann so mangan hevur gjørt tað áður. - Ja, hetta er mítt arbeiði, og skal eg fáa nakað burtur úr, má eg fara tíðliga til verka, greiðir hann íðin frá. - Fyrr kundi eg gera einar 19 bustir, men nú klári eg einar 12 bustir um dagin, so er tað ein góður dagur. - Men eg kann eisini koma niður á einar 4-5, sigur Heri Olsen. Tað var kanska meiri tilvild enn nakað annað sum gjørdi sítt til, at línubustirnar skuldu gerast lívsstarv hansara hesi seinastu mongu árini. Hann tosaði nógv við ein annan mann, sum, eins og Heri, var knýttur til Blindastovnin tá. Heri hugsaði um, at tað var í roynd og veru púra óneyðugt at føroyski línuflotin skuldi innflyta bæði bustir og goggarar ella kleppar úr útlondum. Hetta kundu føroyingar - ella hann sjálvur - tað sama framleitt her á landi. Var tað ikki fyri hetta hugskotið og hetta arbeiðið, hevði Heri helst bara sitið heima við hús, hendur í favn og kett seg í dag. - Við góðari hjálp frá konuni byrjaði eg at gera hesar línubustirnar. Tað var sjálvandi í smáum nøgdum tá, men tað vant bara meiri og meiri uppá seg, bæði eftirspurningurin eftir bæði bustum og eftir goggarum, síðani hann byrjaði við hesum fyri meiri enn 20 árum síðani. - Tað vísti seg, at føroyskir línumenn dámdu sera væl mína framleiðslu. Og eg skal siga tær, at línumenn í Grønlandi hava eisini víst teimum áhuga, greiðir Heri, ikki sørt errin frá. - Ja, beint áðrenn tú kom á gátt í áni, ringdu teir frá Kjøli í Klaksvík, og vildu hava eina rúgvu av goggarum í ymiskum støddum umborð og eisini bustir. So tú sær, at her er gongd í. snorri@sosialurin.fo Eingin forðing at vera blindur LÍNUBUSTIR Tað sær ikki út av nógvum, tað íkastið sum Heri Olsen gevur til føroysku framleiðsluna dag og dagliga: At gera bustir til føroysku línubátarnar. Men fyri hann persónliga merkir tað alt. - Fyrr sat eg bara inni og drakk kaffi, men í dag havi eg lagt sigarettirnar á hillina og brúki hvørja løtu við arbeiðsborðið. Sat eg ikki her, so veit eg ikki hvat ið hevði verið av mær, sigur Heri, sum rekur smápartafelagið Fløttislið saman við konuni, Martu Tað vísti seg, at føroyskir línumenn dámdu sera væl mína framleiðslu. Og eg skal siga tær, at línumenn í Grønlandi hava eisini víst teimum áhuga - Eg kundi sjálvandi arbeitt meiri. Men við bert tveimum hondum og tá man er komin upp í mín aldur, so avmarkar tað seg sjálvt, sigur Heri Olsen, sum ger línubustir til føroysk línuflotan TVÆR HENDUR - Eg kundi gjørt so nógv annað, t.d. húka- rættarar, men eg eri helst blivin ov gamal. Kanska onkur av teimum yngru kundu havt hug til tað, sigur Heri Olsen TAKA YVIR