mikudagur 8. september 2010síða 28
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 8. september 2010 · Nr. 130
28
Sosialurin
Føroysk framleiðsla
Snorri Brend
Sandavágur: - Ja, tað vísir seg
at
okkara
spesiali
at
byggja
eittplanhús, er sera væl egnað til
landslagið og eftirspurningin í
Vágum, slær Jákup Suni fast.
Í góðveðrinum ein dag fyri
páskir í ár var stjórin sjálvur og
ein av monnum hansara staddir í
nýggju útstykkingini í Sørpum í
Sandavági. Klárt skuldi gerast til
enn eini sethús á hesum staði.
Tey seinnu árini eru nógv sethús
bygd í teimum stóru bygdunum í
Vágum. Felags fyri fleiri teirra er, at
grundøkini hava ligið í slættlendi
og hava haraftrat verið stór - upp í
móti 700 fermetrum og meiri.
Teir fóru tá undir hús nr. 12 í
Vágum. Hesi skuldu byggjast í
Sandavági, í eini útstykking har
pláss er fyri eini 30 sethúsum.
- Vit plaga at siga, at tað tekur
okkum tríggjar mánaðir frá tí vit
byrja, til húsini eru klár, greiðir
Jákup Suni frá.
Hóast tíðirnar er broyttar og
fíggjarkreppa herjar kring allan
heimin, hevur hetta kortini ikki
tikið burtur áhugan hjá fólki at seta
føtur undir egið borð.
At teir skuldu byggja hús í
Vágum er ikki nakað eindømi. Hesi
húsini eru í roynd og veru teirra
tólvta, bara í Vágum.
- Vit hava lagt okkum eftir
eittplans-húsum fram eftir jørð. Og
tað hevur teimum dámað sera væl
her vesturi, sigur Jákup Suni.
Eitt ávíst snið
HÚSABYGGING - Ynskini hjá fólki í Vágum og okkara útboð vísa seg at hóska sera væl saman.
Vit hava valt okkum eitt ávíst snið, soleiðis at vit ikki gera somu húsini sum aðrir, sigur Jákup
Suni Joensen, stjóri í byggifyritøkuni Bulur á Signabø. Fyritøkan varð stovnað í 1998
BYGGIÁHUGI
Nógv nýggj sethús er bygd
tey seinastu árini norðuri í
Sørpum í Sandavági. Teir báðir
í byggifyritøkuni Bulur, fremst
Jákup Suni Joensen og aftari
Angi Johannesen fóru fyrr í ár í
holtur við enn eini á hesum staði
Savnsmynd: Jens Kristian Vang
Snorri Brend
Vatnsoyrar: - Fyri meg er eingin
ivi um, at ein fyritøka sum hevur
eitt navn við orðinum “dygd” er
forpliktað uppá tað. Men vit klára
at liva upp til navnið, slær Egil
Petersen fast.
Allir mans eru til arbeiðis henda
dagin fyrr í vár, tá Sosialurin vitjaði
á virkinum. Tað er skilligt at síggja,
at teir hava úr at gera.
Her ræður um, at hvør maður
ger sína skyldu so livast kann upp
til krøvini, ið sett verða til tilfar,
arbeiði og leveringstíð, bæði tá
talan er um framleiðslur úr timbri
ella træ/alu.
Hetta kemur ikki av ongum, tí
seinastu 30-40 árini er eitt stórt
arbeiði gjørt til tess at menna
vindeyguni alt meiri og meiri til
tann føroyska marknaðin.
- Eg tori í øllum førum at standa
inn fyri, at vit liva upp til okkara
navn. Vit levera bara vørur í
hádygd.
Kendar vørur
Vindeyguni
og
hurðarnar
hjá
H-dygd eru so líðandi vorðin kend
millum manna, serliga millum
timburmanna.
Í fyritøkuni hava tey serliga selt
til Klaksvíkar og Havnar, eins og
byggifyritøkur, sum t.d. Norðsetur
brúka teirra vindeygu.
Slíkt kemur ikki av ongum, og
Egil hevur sjálvur sína frágreiðing
um, hví tað er vorðið soleiðis:
- Ja, tað er eingin ivi um, at
okkara satsing uppá hádygd hevur
givið úrslit. Okkara vindeygu skulu
vera góð, tey skulu vera tøtt og tey
skulu latast kundanum, tá tey
skulu, greiðir Egil frá.
Eitt navn sum forpliktar
- At arbeiði í eini fyritøku við heitinum
“H-dygd”, tað forpliktar, sigur Egil Petersen
sum seinastu árini hevur havt starvsstað
sín í Vatnsoyrum. Her er hann við í
framleiðsluni av millum annað vindeygum
og hurðum til føroyska marknaðin
- Vit leggja okkum eftir at levera vørurnar til tíðina, sigur Egil Petersen, sum starvast hjá
H-dygd í Vatnsoyrum. Henda maskinan ger sítt til leveringstíðin kann haldast
Mynd: Jens Kristian Vang
EFFEKTIVT