mikudagur 8. september 2010síða 29
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
Mikudagur 8. september 2010 · Nr. 130
Sosialurin
Føroysk framleiðsla
Vilmund Jacobsen
JT Electric á Kambsdali er ein
áhugaverd fyritøka, sum arbeiðir
við ymiskari tøkni, bæði innan
aling, har fyritøkan serliga er
kend fyri síni aliljós, sjálvvirkandi
fóðurskipanir og trygdarskipanir.
Seinastu árini hevur JT Electric
við sínum trolkamera eisini gjørt
seg galdandi innan tøkni, sum
hevur við trol og trolreiðskap at
gera.
Fyri fáum árum síðan kom
fyritøkan við einum trolkamera,
sum
ger
tað
møguligt
hjá
fiskimonnum við livandi myndum
at síggja, hvussu trolreiðskapur
virkar í sjónum.
Stórur áhugi hevur verið fyri
hesum tóli og hesi tøkni, sum
verður marknaðarførd undir enska
navninum ”trawlcamera”.
JT Electric hevur selt hesa
útgerð víða um, og eitt nú eru
nøkur kamera seld heilt uppi í
Norðuramerika. Onnur eru seld
í Írlandi, Noregi og Danmark,
umframt at nøkur føroysk skip
eisini hava fingið sær hesi kamera.
Enn betri
Men tíðin stendur ikki í stað, og tað
ger tøknin heldur ikki.
Alla tíðina verður arbeitt við at
gera tøknina enn betri, og soleiðis
er eisini við trolkameranum hjá JT
Electric.
Trolkameraið er gjørt enn betri,
soleiðis at hetta er vorðið eitt hd-
kamera við enn betri myndagóðsku,
sum eisini hevur uppaftur fleiri
møguleikar, enn hitt gamla hevur.
Framleiðslan
av
nýggja
kameranum er í gongd, og fyrstu
bíleggingarnar eru komnar í hús hjá
JT Electric. Nýggja kameraið er ein
víðari menning av tí, sum felagið
longu hevur á marknaðinum.
Við nýggja kameranum fært tú
eina betri og størri mynd við hd, og
tú fært digtalar myndir. Tøknin við
hd og analog er hvør sín, men nýggja
kameraið hevur eisini analog-
myndir. Við nýggja kameranum
kanst tú velja myndagóðskuna, og
nýggja útgávan hevur eisini eina
betri sjálvstøðuga ljósskipan sum
ger, at myndirnar eru betri, sjálvt á
djúpari sjógvi.
Tað eru fleiri og fleiri, sum síggja
møguleikar og fyrimunir í at hava
eitt trolkamera, har tú kanst síggja,
hvussu trolreiðskapurin arbeiðir í
sjónum.
Trolkameraið kann setast hvar
sum helst í trolið, og soleiðis ber
til at síggja, hvussu reiðskapurin
arbeiðir, tá trol og kamera koma
aftur
at
borðið.
Enn
kunnu
myndirnar ikki takast beinleiðis
upp á brúnna, meðan tóvað verður.
Tá trolið kemur at borðið, verður
kameraið loyst úr trolinum, og
síðan verður ein kaðal settur til,
sum førir livandi myndirnar uppí
eina teldu. Battaríini í kameranum
verða lødd um sama kaðal.
Ein
apple-telda
er
við
í
pakkanum, og her er forrit, har tú
kanst velja myndir av onkrum parti
av einum tóvi – ella tú kanst síggja
alla gongdina, sum hon er.
Allir
trolarar
kunnu
brúka
trolkameraið hjá JT Electric.
Hetta er eitt hent amboð at
hava umborð á skipinum. Roynist
veiðan ikki, sum hugsandi kundi
verið, ber til at síggja, hvussu
reiðskapurin arbeiðir í sjónum, og
tá ber eisini betri til at staðfesta,
hvør trupulleikin er.
Trolkameraið
kann
geva
fiskimonnum eina størri og neyvari
vitan um reiðskapin, og til ber eisini
at fara til veitaran av reiðskapinum
við
livandi
myndunum,
so
møguligir
trupulleikar
kunnu
loysast.
Kameraið gevur tær eisini eitt
grundarlag til at gera ymiskar
betringar í reiðskapinum, sum so
aftur kann hava stóran týdning fyri
veiði og rakstur. Á henda hátt ber
til at gera skjótar staðfestingar og
soleiðis eisini betringar.
Ymiskt er, hvussu skipini brúka
trolkameraið. Summi hava tað í
trolinum alla tíðina, og tað ber
saktans til, tí tólið er vatntætt.
Aðrir hava kameraið í trolinum, tá
teir vilja royna at staðfesta okkurt,
ið illgruni er um ikki virkar, sum tað
skal.
Men eitt er, at trolkameraið kann
siga fiskimonnum, hvussu trolið
gongur, og hvussu reiðskapurin
arbeiðir. Í aðrar mátar gevur
kameraið tær eisini møguleikan
at síggja, hvussu fiskurin uppførir
seg.
vilmund@sosialurin.fo
Trolkameraið enn betri
FRAMLEIÐSLA Trolkameraið gevur
fiskimonnum eitt gott grundarlag til at
gera ymiskar skjótar staðfestingar og
soleiðis eisini betringar í reiðskapinum.
Hetta kann hava stóran týdning fyri veiði
og rakstur. Fyritøkan er nú farin undir
framleiðslu av eini nýggjari útgávu av
trolkamera, ið er komið á marknaðin
JT Electric á Kambsdali er ein
spennandi fyritøka, sum eitt nú
arbeiðir við nýggjari tøkni