mikudagur 8. september 2010síða 30
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 8. september 2010 · Nr. 130
30
Sosialurin
Føroysk framleiðsla
Vilmund Jacobsen
Tað ber illa til at skriva um
føroyska framleiðslu uttan eisini
at nevna mjólkarframleiðslu, sum
er aldargomul vinna í Føroyum.
Nevndarformaður í luta felag
num MBM, Mjólkarvirki Búnað
ar m anna, er sandoyingurin, Poul
Klement sen, sum umframt at reka
garð á Sandi, eisini hevur koyrt
mjólk ar bil hjá MBM í út við 27 ár.
Tá hann byrjaði at koyra mjól k
ar bil, vóru umleið 35 mjólkar fram
leiðar ar í Sandoynni. Í dag eru seks
fram leiðarar eftir, men hesir seks
fram leiða nógv meiri mjólk, enn
teir 35 í sínari tíð høvdu tilsamans.
Mjólkarvirkið Búnaðarmanna
hevur eina framleiðsludeild og eina
sølu deild, og umsetningur felagsins
ligg ur omanfyri 100 miljónir krónur
um árið.
Á heimasíðu felagsins sæst, at
søluinntøkurnar hjá MBM í 2007
vóru 102,1 miljónir krónur. Felag ið
tók hetta árið ímóti 7.272 tons um
av mólk frá tilsamans 40 mjólk ar
fram leiðarum.
Drekka minni
Poul Klementsen sigur, at mjólkar
fram leiðslan í Føroyum er rímiliga
støðug, eins og umsetningurin hjá
MBM liggur um góðar 100 miljónir
krón ur um árið. Hinvegin er talið
av framleiðarum støðugt minkandi,
men higartil hava aðrir bøndur,
sum eru virknir, keypt kvoturnar,
so leið is at framleiðslan soleiðis
hev ur hildið sær uppi.
Meðan MBM hevði 40 veitar ar
í 2007, hevur lutafelagið í dag bert
smáar 30 veitarar, men heild ar
kvotan er hin sama, sigur hann.
Nevndarformaðurin í MBM veit
at siga, at føroyingar drekka heldur
min ni mjólk í dag, enn fyri fáum ár
um síðan.
Vit kenna tølini fyri inn flutn
ingin av mjólk, og vit kenna okkara
tøl. Tí kunnu vit siga, at hóast fólka
talið í Føroyum hevur verið veks
andi, hevur samlaða sølan av mjólk
ikki verið veksandi.
Poul Klementsen heldur, at
truplu tíðirnar í Føroyum seinnu
ár ini hava havt sína ávirkan á sølu
na av mjólk.
Fólk kenna tað ivaleyst, sum
mjólk eins og aðrar vørur er ov dýr
bara at drekka. Tey hugsa ivaleyst
meiri um, at børnini kunnu drekka
mjólk ina, meðan tey vaksnu í størri
mun drekka vatn. Hetta kann eg tó
ikki siga við vissu, men ábendingar
eru um, at so er, leggur hann aftrat.
Tann, sum selir mjólkina og so
leiðis skal liva av tí, sum henda
fram leiðsla gevur, heldur ikki, at
nógv liggur eftir, nú eisini um
støður nar hjá bøndrunum eru
vorð nar tyngri og truplari.
Eins og tað er vorðið dýrari hjá
okkum, sum eru bøndur, er ger
andis dagurin eisini vorðið dýrari
hjá fólkinum. Fólk skera upp á alt,
sum skerast kann, og soleiðis er
held ur eingin vøkstur í søluni av
mjólk, sigur nevndarformaðurin í
MBM.
Lítið lønandi
Poul Klementsen ásannar, at tað er
vorðið truplari og truplari at vera
bóndi, sum árini eru liðin.
Rávøra sum kunsttøð er vorðin
dýr ari, olja og amboð eru dýrari,
trygg ingar eru dýrari, og størri krøv
eru til roknskapir, sum soleiðis
eisini vera dýrari.
Hann vísir á, at tað liggur so
lítið eftir hjá mjólkarbøndrum, at
ógvu liga trupult – fyri ikki at siga
ómøg u ligt – er at fáa lønandi vinnu
úr landbúnaði.
Ein av teimum stóru trupul leik
unum er, at bøndur hava ikki ráð til
at betra um sínar arbeiðsumstøður,
og tað er at kalla óhugsandi, at ráð
eru til at byggja nýggj og meiri
tíðar hóskandi
fjós.
Avleiðingin
kann vera, at tá bøndur ikki tíma
meiri, er eingin, sum hevur um
støð ur at keypa kvoturnar hjá tí,
sum gevst. Hetta kann í síðsta enda
gera, at mjólkarframleiðslan fer at
minka.
Poul Klementsen heldur hesa
gongd vera stórt spell, nú Føroyar
annars eru sjálvforsýnaðar við
mjólk og mjólkarvørum.
Arbeiðsdagurin hjá einum
bónda er einar 14 tímar um døgn ið.
Vit hava roknað upp á, hvør tíma
lønin er og eru komnir til, at hon hjá
ein um rímiliga væl riknum brúki
ligg ur um einar 32 og 37 krónur.
Hetta er ikki nakað, tú kanst bjóða
nøkr um í dag. Hvør tímir at hava
eina slíka inntøku og samstundis
lukta av fjósi og kríatúrum hvønn
dag, spyr nevndarformaðurin í
MBM.
Hann heldur, at lands stýris
maður in
í
landbúnaðarmálum,
Jacob Vestergaard, hevur nógv góð
hugskot um, hvussu betrast kann
um viðurskiftini hjá land bún aði
num, men lítið bendir á, at hug
skot ini hjá honum vinna frama í
politisku skipanini.
Ein sólskinssøga
Poul Klementsen heldur, at Mjólk
ar virkið Búnaðarmanna er ein
sólskins søga við øllum sínum fram
leiðsl um innan mjólk og mjólk ar
vør ur í breiðari merking, men hann
harmast samstundis um, at viður
skift ini hjá føroyskum land bún aði
ikki vinna meiri forstáilsi í politisku
skipanini.
Í prátinum, Sosialurin hevði við
formannin í MBM týskvøldið, vóru
vit eisini inni á stuðulsskipanini í
landbúnaðinum, og her heldur for
mað urin í lutafelagnum, at skipan
ini eigur at broytast, soleiðis at
vinnan kann kenna seg tryggari
við umstøðurnar, og soleiðis kann
leggja langtíðarætlanir, sum ikki
eru tengdar at, hvør ræður á øki
num í politisku skipanini – í skift
andi tíðum.
vilmund@sosialurin.fo
MBM ein sólskinssøga
FRAMLEIÐSLA - Eins og tað er vorðið dýrari hjá okkum, sum eru bøndur, er gerandisdagurin
eisini vorðið dýrari hjá fólkinum. Fólk skera upp á alt, sum skerast kann, og soleiðis
er heldur eingin vøkstur í søluni av mjólk, sigur nevndarformaðurin í MBM
Poul Klementsen er nevndar for
maður í lutafelagnum Mjólkar
virki num Búnaðarmanna
... arbeiðsdagurin hjá einum bónda er einar
14 tímar um døgnið, og tímalønin er einar 32
og 37 krónur. Hetta er ikki nakað, tú kanst
bjóða nøkrum...
POUL KLEMENTSEN
Mjólkarvirkið Búnaðarmanna
er ein sólskinssøga, heldur
formaðurin í lutafelagnum