Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-09-08, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. september 2010síða 36

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 8. september 2010 · Nr. 130 36 Sosialurin Nøvn Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo 31. august var seinasti dagur hjá Marjuni Berg í starvi hjá tí almenna. Í 45 ár hevur hon starvast á Føroya landsbókasavni. Áðrenn var hon á Fiskirann­ sóknarstovuni og hevur tískil verið í tænastu hjá tí almenna í næstan hálva øld. Fá munnu tey vera, sum hava verið í almennari tænastu í so nógv ár. Fyri trimum árum síðan fylti Marjun 67 ár. Hon var so heppin, at 67 ára frá­ faringaraldurin fyri almenn starvfólk, sum varð ásettur í kreppuárunum fyrst í 1990’unum, varð broyttur til 70 ár júst tá. Og glað var Marjun, tá hon fekk høvi at starvast á bókasavninum trý ár longur enn væntað. Umstøðurnar eru nógv broyttar hesi árini. Alment varð verandi bókasavns­ bygningur tikin í nýtslu einaferð í 1980. Men tá vit í desember 1979 høvdu lænt eina rúgvu av fiskakøssum frá Bacalao at flyta bøkurnar úr stásiligu gróthúsunum í J.C. Svabos gøtu 14 yvir í nr. 16, settu vit okkum málið at vera liðug fyri jól. Starvsfólkini vóru tá ikki nógv í tali, men ikki minst orsakað av Marjunsa smittandi arbeiðs­ hugi og treiskni varð nýggja bókasavnið latið upp tann 20. desember. Marjun hevur altíð gingið við lív og sál upp í tær uppgávur, hon hevur átikið sær. Tá eg hugsi um, hvussu arbeiðssom og sam­ vitskufull hon altíð hevur verið, síggi eg hana t.d. fyri mær, tá hon fyrireikaði seg at fara við bókabilinum. Lands­ bókasavnið hevði í árunum 1985­1993 bókabilatænastu í Norðstreymoy og Eystur­ oynni. Marjun átti tørn at fara við stóra bussinum v/ sjaføri 1­2 ferðir um vikuna – á rutunum Gjógv­Funningur­ Eiði­Norðskáli­Oyrarbakki og Tjørnuvík­Haldarsvík­ Langasandur­Hósvík. Hetta vóru týðiligt dagar í viku hjá Marjuni. Hon fyrireikaði seg sera væl til ferðirnar hvørja ferð, til tess at hesi fólk, sum ikki høvdu møguleika at læna bøkur í heimbygd síni, skuldu hava so góða tænastu sum yvirhøvur gjørligt í verandi umstøðum. Onkur helt tað vera hættis­ ligt á vetrartíð at koyra hesar leiðir við einum bussi fullum av hillum og bókum. Men Marjun hon gleddi seg líka nógv hvørja ferð til koyri­ túrin og at hitta allar trúføstu lánararnar norðanfyri, bæði børn og vaksin. Marjun hevur ikki bara havt sítt dagliga starv hjá tí almenna. Hon hevur í frítíð síni gjørt samfelagnum nógvar tænastur – eitt nú sum nevndarlimur í Ung­ mannafelagnum Merkinum, Brúkarafelagnum og Kvinnu­ felagnum í Havn, sum sera aktiv í átøkunum Kvinnur fyri friði og Fólk fyri friði og sum sjálvboðin vakt í Kreppu­ miðstøðini hjá Kvinnuhús­ felagnum í nógv ár. Við hesum fari eg at takka Marjuni fyri tey tretivu árini, vit arbeiddu undir somu lon. Hon hevur verið ein góð starvssystir allar vegir, bæði menniskansliga og fakliga. Eisini stovninum og lánarum og viðskiftafólki annars hevur hon verið ein ómetalig vitanarkelda – ikki minst tá ræður um hennara vitan um mál og bókmentir, kvæði, dans og ættargransking. Dugi illa at ímynda mær Marjuna uttan Lands­ bókasavnið ­ og verri Lands­ bókasavnið uttan Marjuna. Nú Marjun 70 ára gomul verður heimagangandi, rokni eg við, at tað verður ikki so galið hóast alt. Við nógvu áhugamálum sínum og fleiri av teimum nærmastu nærindis fer hon helst ikki at keða seg – ja, kanska verður enntá neyðugt at seta vekjaran at ringja onkran morgun. Góða Marjun – eg ynski tær eitt gott otium í allar mátar. Rannvá Marjun givin á Landsbókasavninum Her kemur ein lítil heilsan í samband við at mamma mín bleiv 80 ár 10. mai, og systir mín blívir 50 ár leygardagin 18. sept. Fyrst vil eg heiðra mammu mína við nøkrum góðum orðum, tað hevur hon so sanniliga uppiborið. Mamma er ein erlig, hjartagóð og rólig kona, og tað sum eg havi lært av henni, vil eg geva víðari til míni børn. Hevur ein fingið ein góðan og tryggan uppvøkstur, so stendur ein sterkari til at klára mótgangin ein fær í lívinum, og ein góðan upp­ vøkstur havi eg fingið frá tær mammu og pápa. Nú er pápi farin, men eg føli at hann er í nánd allíkavæl onkursvegna. Takk! So er tað megnarkvinnan, altso stórasysturin hjá mær, sum eg eri so góð við og stolt av, sum skal fáa nøkur góð orð á vegnum. Tú ert sum mamma, hjarta­ góð og erlig, men eg vil ikki siga at tú ert rólig, nú mást tú ikki taka tað illa upp. Vit hava brúk fyri menniskjum, ið eru sum tú, full av lívið. Har tú ert, er tað altíð "futtir" í, og tað er sanniliga gott. Vit hava brúk fyri tí fyri at koma víðari... Góða Marin Katrina, eg tilláti mær at koma við einari kunngerð. Eg havi hoyrt at tú hevur leigað eitt stórt tjald, sum skal standa í garðinum hjá tær og Tróndi, og at har skal verða opið hús kl. 19 á sjálvum føðingardegnum. Vit gleða okkum. Heilsan yngsta dótturin og systurin Helma Frýdal 80 ár og Marin Katrina Frýdal 50 ár Prógv Bergtórur Bjarkhamar, Vágur, hevur tann 2. september 2010, lokið prógv sum cand. theol. á Københavns Universitet. 60 ára føðingardagur Hósdagin 9. septembur, verður Jón Theodorson Eliasen 60 ár. Hann verður burturstaddur føðingardagin. 60 ára føðingardagur Leygardagin 18. september verður Rúna Berghamar 60 ár. Opið hús verður í Pálsstovu kl. 12­17. Tey, ið vilja gleða hana við at koma, verða biðin um at ringja á tlf. 316033 ella senda teldupost til berghamar@kallnet.fo í seinasta lagi leygardagin 11. september. Merkisdagar Prógv Tann 1. juli 2010 fingu Siri Johnsdóttir í Grund, Eiði, og Karolina Guttesen, Tórshavn, prógv sum professións­ bachelorar í sjúkrarøktarfrøði á "Sygeplejerske­ uddannelsen Metropol" í Keypmannahavn.