Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-09-08, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. september 2010síða 35

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 35 Óli Jacobsen olijacobsen@post.olivant.fo Mikudagur 8. september 2010 · Nr. 130 Aftur við Kaj Eg var í 1946 og 1947 við Kaj Johannesen við Dragaberg til ísfisk við Norðurnoreg. Tað var illveður alla tíðina. Men Kaj hevði eitt so sjáldsamt ánilsi fyri fiski og veðri. Vit kundu liggja undir land og kroka, tá hann fór út, meðan tað enn var illveður. Tá komið var at kasta, linkaði veðrið, og tað brast á aftur, tá ið trolið aftur var komið inn við nógvum fiski. Hinir trolararnir vóru so mikið seinir at fara avstað, tá ið tað blíðkaði, at tá ið teir komu á fiskileið, var illveður aftur. Fekk konu av Kirkju Í 1947 giftist eg við Ruth Simonsen av Kirkju. Hon kom til Hvannasund at vera arbeiðsgenta, og tað rann saman millum okkum. Børnini hjá okkum vóru Tróndur Fríðrik f. 1948, Gullak Andreas f. 1951, Marius f. 1960 og Robert f. 1964. Robert doyði í 1988 Abbabørnini eru 13 í tali og langabbabørnini eru eisini 13. Foreldrini hjá Ruth vóru Johanna Malena f. Lydersen úr Ovara Garði og Tróndur Simonsen av Kirkju. Tey vóru tilsamans 10 systkin og Ruth f. 1926 var yngst. Bjargaður av skerpikjøti Í 1948 føldi eg meg ikki frískan av tuberklunum. Eg avgjørdi tískil at fara til Danmarkar fyri egnu rokning at fáa heilsubót. Eg fór 26. september 1948 niður at hitta Hjørdis Djurhuus, sum var lækni. Hon var dóttir Janus og Onnu, tí kendust vit væl. Eg varð innlagdur á ríkissjúkrahúsið. Har hevði eg tað gott, men eg dugdi ikki við tí danska matinum. Á sjúkrahúsið plagdu at koma tvær systrar hjá Kjartan Mohr, Mimi og Bodil, sum búðu niðri. Teimum fortaldi eg hetta. Tað varð tá avrátt, at tær skuldu bakað føroyskt rugbreyð, og so skuldi eg skaffa viðskera úr Føroyum, sum skerpikjøt og líknandi. Aftaná songartíð hjá hinum sjúklingunum, kundu vit rættuliga dusa okkum í hesum góða føroyska matinum. Eg merkti beinanvegin, hvussu eg byrjaði at koma fyri meg. Eg var eitt heilt ár á ríkis­ hospitalinum. Eg fekk ta viðgerð, sum tá kundu fáast, nevniliga tann sokallaða pustingin. Luft verður sprænd inn í tað sjúka lunga, so tað varð lagt stilt. Hetta merkti, at tað betri kundi lekjast. So hvørt sum lunga byrjaði aftur at arbeiða, mátti pustast aftur. Eg kom aftur í august 1949, tá hoyggingin var liðug. Elsti sonurin, Tróndur, var ikki føddur, tá ið eg fór. Nú, eg sá hann fyrstu ferð, dugdi hann at ganga . Eg mátti framvegis pustast tey næstu trý árini. Fyrst var tað aðru hvørja, síðan triðja hvørja og at enda fjórðu hvørja viku, til eg var sagdur at vera frískur. Bert tað at fara til Havnar til pustingar var strævið. Tað slapst ikki til Havnar eftir einum degi tá í tíðini. Tað kostaði eisini fitt av peningi. Eg skuldi arbeiða sum minst, men dugdi kortini ikki at ganga fyri einki. Í 1954 og 1955 róði eg út í Grønlandi. Eg var so óheppin at bróta beinið, og varð opereraður í Føroyingahavnini. Umstøðurnar vóru ikki so framkomnar. Fredag, ættaður úr Fuglafirði, og ein danskur portørur máttu halda beininum púra stilt undir operatión­ ini, sum vardi í fimm tímar. Fredag segði seinni, at hetta var tyngsta tak, hann hevði havt. Nýggi Skálaberg – eitt annað far Í 1956 kom tann nýggi Skálaberg, sum tá var eitt framúr skip. Kaj var fastur skipari. Jákup Oluf á Lækjuni var stýrimaður og skipari, tá ið hann avloysti Kaj. Vit høvdu ein serliga minniligan túr í 1962, tá ið Jákup Oluf var skipari. Tá komu vit í eitt ógvusligt illveður á Kappanum, eitt tað ringasta veður, menn hava upplivað. Vit lógu bakk í fýra samdøgur. Ein partur av manningini búði har frammi, men tað var ikki hugsingur um at ganga ímillum, so allir máttu halda til har afturi. Issa á Eiði vágaði sær í einum skáa fram í sítt kamar eftir brillunum. Men tá brast á aftur, og hann lá “veðurfastur” har frammi í tvey samdøgur. So ringt var veðrið. Men sum frá leið batnaði veðrið, og vit komu heim í øllum góðum. Í 1960­unum var eg við Sild­ rekanum. Hetta var eitt línuskip, sum Júst í Túni keypti úr DDR, og sum varð umbygt til veiðu við kraft­ blokki. Har var eg við í tvey ár. Eg fór tá at arbeiða á nýggja flakavirkinum, sum Johan Christi­ ansen, svágur, var stigtakari til. Ruth var álitið Í 1969 kom sjúkan aftur, og eg máttu leggjast inn aftur á bróstsjúkadeildina á landssjúkrahúsinum. Tá misti eg aftur eitt ár. Eg kom tískil at vera darvaður av tuberklum í seks ár. Eg fór tá á ALV skúlan við Áir, og so fekk eg mær kiosk og handil. Tá í tíðini var ikki ein almanna­ skipan sum í dag. So Ruth gjørdist álitið, eisini hvat inntøku til húsið viðvíkti. Hon fekk sær eina bindimaskinu og fór at binda fyri fólk. So har vóru ofta langir arbeiðsdagar. Seinni arbeiddi hon eisini níggju ár á flakavirkinum. Ætt í Noregi og Bretlandi Tað var ein norsk hvalastøð á Kópa­ gørðum tætt norðanfyri Norðdepil. Hon varð bygd í 1898, og helt á fram til 1912 og eitt stutt skifti eftir fyrra heimsbardaga. Hvalastøðin var góð fyri okkum her norðuri. Hon gav nógv arbeiði. Men umframt hetta fekk fólkið her frítt tvøst. Hetta merkti nógv fyri húsarhaldini. Tað komu eisini bátar aðra staðni frá at fáa sær bíligan døgurðamat. Men tað, sum tó kom at fáa størsta og mest varandi týdningin í okkara ætt var, at fastur mín Johanna Malena Julianna f.1887 giftist við einum norðmanni, sum arbeiddi á hvalastøðini. Svenning Solberg kom til Føroyar í 1908, og tey giftust í 1910. Johanna búsettist tískil í Noregi, har tey høvdu bakarí og mjólkaútsølu í Notodden. Tað hevur verið nógv samband millum ættirnar alla hesa tíðina, sum er farin. Undir seinna heims­ bardaga var sambandið kvett, men tað varð tikið upp aftur, so skjótt bardagin var av, og sambandið er enn. Johanna passaði sína seingjaliggj­ andi vermóður í 12 ár. Hon ætlaði at koma eina ferð heim aftur, men kríggið kom, og hon doyði í 1942. Ættirnar hava ferðast nógv aftur og fram og vitja hvørja aðra. Ein onnur fastur mín, Helena, giftist við Christian Johannes Isaksen f. 1879. Hann var beiggi Jákup Hendrik og Jens Klæmint Isaksen. Tey fluttu til Bretlands og fingu 5 børn. Teirra søga hevur fyrr verið umrødd í Sosialinum. Ein sonur teirra Napoleon, kallaður Napp, gjørdist ein kendur trolaraskipari í Grimsby. Í 1947 kom eg fyrstu ferð til Bretlands við skipi aftaná kríggið. Tá kom Hansemann, beiggi Napp, umborð og bjóðaði mær heim at heilsa uppá mammuna. Hetta var í Hull. Tá var nógv at spyrja um, hvussu tey høvdu havt tað undir krígnum. Tað var kent, at Hull var nógv bumbaður av týskarum. Tey høvdu sum so havt tað gott, men upplivdu kortini, at grannahúsið varð bumbað. Helena var einaferð í bumbu­ skýli, men tað vildi hon ikki fara aftur, hvat ið enn hendi. Har var slík neyð, at Helena vildi heldur doyggja í sínum egna húsi enn at uppliva hetta aftur. Tað var gott, at vit fingu søguna hjá Gutta, beint áðrenn tað gjørdist ov seint. Hann var ein dámligur maður, tolin og ja­ligur. Tað var sagt, at hann var góður við teir ungu, hann var saman við. Hetta er eisini sera góður eginleiki. Tað var eisini ein stór fjøld sum fylgdi honum seinasta fríggjadag. Guttorm sum ungur Í komandi Miðviku fara vit at taka í frásagnir hjá tí gamla báta­ smiðinum á Eiði Símun Johan Wolles, sum andaðist í morgun Ruth saman við sínum. Væl er komið burtur úr! Norska ættin á Kópagørðum, har abbin, langabbin og oldurabbin fann saman við gentuni úr Hvannasundi