mikudagur 8. september 2010síða 34
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin
34
Miðvikan
Mikudagur 8. september 2010 · Nr. 130
V
it vóru tíðliga í summar inni á
gólvinum hjá tí 89 ára gamla
Guttorm Sørensen , vanliga nevndur
Gutti í Innistovu, í Hvannasundi.
Hansara lív hevur sum hjá so
nógvum øðrum bygdardreingjum
ein stóran part verið á sjónum.
Gutti var sonur Gulak Andreas
Sørensen f.1893, sum í 1917 giftist
við Onnu Gudrun Olsen úr Depli.
Systkini hjá Gutta vóru Andreas
(Dia) f.1917 Gunnhild f. 1919 og Anna
Elisabeth Marie f. 1927.
Liviligt í Hvannasundi
Gutti greiddi frá, at tað var liviligt
norðuri í Sundi. Gamalt er, at
hann ið átti tráðu og pott, leið
ikki hungur. Vit kastaðu ofta nót
og fingu nógvan seið. Seiður er
góður matur, og kann hagreiðast
á ymiskan hátt. Neytini ótu eisini
nógvan seið. Livurin varð avreidd í
handlinum.
Útróðrarpláss var Hvannasund
gott. Gamli Mortan í Hvannasundi
búði eitt tíðarskeið í Innistovu.
Pápi róði út saman við Mortani, tá
ið hann bygdi í 1910. Útróðurin gav
so nógv av sær, at hann dekkaði
tímalønina fyri húsini.
Eg minnist væl Mortan. Kanska
onkur vil vita, hvønn av synunum
ella abbasynunum Mortan líktist.
Besta svarið er Mortan hjá Andreasi.
Báðir hava verið væl skornir fyri
tungubandið!
Vit skóru torv í Viðvík. Tað var
gott torv, men tað var langt at
ganga, um 1½ tíma.
Torvið varð ført heim í báti.
Hetta kundi vera vandamikið, men
hjá okkum hendi so eingin álvarsom
vanlukka. Tað hendi seg tó einaferð,
at báturin sakk fullfermdur av torvi
í Viðvík, men hetta spældi væl av.
Vit vóru so væl fyri, at pápi
var bóndi. Tí vóru vit mest sum
sjálvforsýnaði við nógvum.
Vit høvdu 2-3 kýr, og hetta gav
nóg mikið av mjólk og eitt sindur
afturat.
Hvannasund lá væl fyri í mun til
útoyggjarnar annars.
Tað var ofta, at fiskimenn úr
Fugloy og Svínoy lógu veðurfastir
í Sundi á veg til hús. Teir búðu í
bóndahúsum og gjørdu eisini nyttu
fyri seg. Tað er ikki einki, sum liggur
eftir teir av velting.
Teir plagdu eisini at karða og
spinna og at vera við at kasta nót,
meðan teir bíðaðu. Tískil kundu
teir hava nógvan seið heim við sær,
eisini til neytina, tá ið teir loksins
sluppu til hús.
Máttu í skúla við báti
Skúlagongdin hjá børnum í Hvanna-
sundi var øðrvísi enn hjá flestu
øðrum. Vit máttu við báti í skúla.
Múli, Depil, Norðtoftir, Norðdepil
og Hvannasund var ein sókn.
Viðareiði var við inntil 1950. Men
bygdirnar liggja hvør sínu megin
sundið, og skúlin hjá børnunum úr
Hvannasundi var í Norðdepli.
Vit máttu tískil fara við báti í
skúla. Hetta kundi taka sína tíð, tí
tað var ikki nakar fastur fartur.
Vanliga gekk tað skjótt at koma
yvir um sundið. Men tað kundi
taka langa tíð at koma heim aftur.
Tað var ofta, at maðurin, sum førdi
okkum yvir um á morgni, fór til
útróðrar. Tí mátti bíðast, til hann
kom aftur av útróðri at sleppa til
hús aftur. Tað kundi taka sína tíð.
Tað tók einar 3-4 minuttir at rógva
um sundið. Men tað vóru ikki altíð
góð líkindi. Tað hendi seg eisini, at ein
mamma ikki vildi lova barninum at
fara. Kortini hendi eingin vanlukka
av hesi skúlaferðing.
Vit gingu bert í skúla annan
hvønn dag. Tað var bert ein skúla-
stova, so fleiri klassar vóru saman.
Eisini vóru skiftandi skúlatíðir.
Tær vóru antin frá kl. 10-12 ella kl.
12-14. Lærari var Anna Djurhuus,
sum var gift við skaldinum Janus
Djurhuus. Hon var ein megnar-
kvinna. Anna kundi læra børnini
alt, sum tey yvirhøvur kundu taka
ímóti.
Pedagogur man hon hava verið
góður. Dia bróðir dugdi ikki so væl
við tær donsku roknibøkurnar. Men
so gjørdi Anna øll roknistykki um
til seyð. Tá bar væl til. Hjá honum
var og bleiv alt seyður.
Hvat mundi pápi
hava droymt?
Eg fór til skips við skonnartini Karen
í 1936. Vit róðu út við bátum í Grøn-
landi. Kaj Johannesen var skipari.
Eg fór aftur við Kaj við John Bull
í 1937 og 1938. Eitt serligt minni havi
eg frá hesi tíðini. Eg átti róðurtørn
ein sunnudag seinnapart í 1937.
Sum vit komu slóðandi, tók skipið
botn, uttan at nakar stórvegis skaði
hendi.
Tá ið vit komu heim aftur var
tað á nátt. Beinanvegin fór pápi at
fregnast, um vit høvdu borið við
botn. Tað kundi eg bert játta.
“Stóð tú við róðrið?” spurdi pápi.
Jú, tað gjørdi eg. So var ikki meira
tosað um hetta.
Eg legði bert í hetta, at pápi
mundi hava droymt okkurt. Men
løgið var tað.
Við gamla Skálaberg
og fekk tuberklar
Eg fór við fyrsta Skálaberg í 1939. Tá
var ikki sama luksus við trolarum
sum í dag. Vit vóru yvir 30 mans.
Flestu menninir búðu í tí eina
lugarinum. Har var sera trongligt,
koyggjurnar vóru eisini í trimum
hæddum.
Skálaberg var ikki stórur. Hann
kundi taka 140 tons í saltfiski. Men
væl lá fyri at fiska. Tað var altíð
rokfiskarí.
Eg var við Skálaberg í Barents-
havinum fyrst í september 1939, tá ið
seinni heimsbardagi byrjaði. Tá vórðu
vit heimkallaðir av reiðarínum.
Ì 1940 fekk eg ikki tuberklakort.
Tað vísti seg, at eg hevði fingið
tuberklar, og eg lá á sanatoriinum
í eitt heilt ár.
Eg slapp heim, og mátti ansa væl
eftir mær. Men eg hevði ikki áhuga
fyri øðrum arbeiði, vildi bert sleppa
aftur á sjógvin.
Millum teir seinastu
“til lands”
Í 1941 bygdi eg mær eitt seks-
mannafar saman við Ova Olsen
úr Norðdepli. Eg fór so at rógva út.
Ove seldi mær sín part av bátinum
eftir tveimum árum.
Í 1942 fór eg á skiparaskúla,
forrestin
saman
við
Martin
Sivertsen, sum gjørdist ein kendur
skipari. Men eftir bert 10 dagar
mátti eg gevast vegna sjúku.
Í 1945 fór eg til Íslands at rógva
út frá Seyðisfjørðinum. Saman við
mær var Hans Edmund og Niels
Sandir. Tískil var eg millum teir
seinastu, sum vóru “til lands” í
Íslandi.
Gutti Sørensen:
Bjargaður á ríkissjúkrahúsinum
av skerpikjøti
Hóast tað er skrivað nógv av fiskimannasøgu, so er hon so umfatandi, at tað altíð kann
koma nakað afturat. Gutti Sørensen hevði eisini upplivað eitt sindur av hvørjum. Hann
andaðist í seinastu viku beint eftir at hava givið sítt seinasta íkast til hesa grein
Teirra hús er nærum á sjónum. Her er grind. Húsini
nummar 2 f.v. eru tey hjá Gutta og Ruth
Ruth og Guttorm