mikudagur 8. september 2010síða 33
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
33
Mikudagur 8. september 2010 · Nr. 130
Sosialurin
Vilmund Jacobsen
Havrannsóknarskipið Magn
us Heinason hevur nú gjørt
seinnu yvirlitstrolingarnar
í ár, og fyribilsúrslitini eru
nú tøk. Tað er Jákup Rein ert,
sum var toktleiðari á túr
inum, ið hevur skrivað frá
greiðing um úrslitini.
Í stuttum er niðurstøðan
hon, at toskurin á land grunn
inum er í vøkstri, batar eru
at hóma fyri hýsu, og væl
av makreli og rossamakreli
hevur verið í føroyskum
sjógvi seinastu tvey árini.
– Flestu fiskasløgini eru
væl í holdum, sigur Jákup
Reinert, fiskifrøðingur.
Høvuðsendamálið
við
hes um túrum hjá Magnusi
Heinasyni er at fáa til vega
tilfar, ið skal nýtast í stovns
metingunum av toski, hýsu
og upsa.
– Hetta var annar túrurin
við yvirlitstrolingum á sumri
í ár, og hetta er soleiðis 12.
árið, har gjørdir verða tveir
túrar á tvær vikur og við
200 trolstøðum tilsamans.
Hesar støðir liggja spjaddar
kring allan landgrunnin, og
tóvað verður í ein tíma so
vítt møguligt á sama tóvi ár
undan ári.
Jákup Reinert vísir á, at
138 trolstøðir vórðu tiknar á
tí fyrra túrinum, og til seinna
túrin vóru tískil 62 trolstøðir
eftir at taka, sum serliga lógu
vestanfyri og sunnanfyri.
– Mest varð fingið av
hvít ingsbróður, og síðani
komu upsi, hýsa, toskur,
gullaksur og lítli kongafiskur.
Tilsamans 47 fiskasløg vórðu
veidd umframt høgguslokk,
hummara, rækjur, jákupsskel
og ymiskt annað, ið er bólkað
sum skrambul.
Hann vísir á, at títtleikin
av ymisku fiskasløgunum
var ymiskur undir yvir lits
trolingunum, men lítli konga
fiskur varð fingin á 90% av
teimum 62 støðunum. Síðani
komu eitt nú toskur (89%),
upsi (87%), hvítingsbróðir
(84%), longa (79%) og hýsa
(77%).
– Verða báðir túrarnir á
sumri lagdir saman, vórðu
60 fiskasløg veidd tilsamans.
Mest varð fingið av hýsu, og
síðani koma hvítingsbróðir,
upsi, toskur, lítli kongafiskur
og
gullaksur.
Upsi
varð
so leiðis fingin á 90% av
støðunum, toskur og hvít
ings bróðir á 87%, lítli konga
fiskur á 82%, hýsa á 76% og
longa á 72% av støðunum.
Ein góð mynd
Jákup Reinert sigur, at tá
samanburður verður gjørdur
við stovnsmetingarnar, ið
verða gjørdar á hvørjum
ári og við veiðitøl hjá fiski
flotanum, er greitt, at yvir
litstrolingarnar geva eina
góða
mynd
av,
hvussu
stórir stovnarnir av toski
og hýsu eru. Eisini geva tær
ábendingar um, hvussu aðrir
stovnar eru fyri.
Hann sigur, at tá hugt
verður at toski, hevur lítið
verið at fingið síðani 2003,
og serliga árini 20062008 var
lítið at fáa.
– Men í fjør bragdaði aft
ur, og úrslitið í ár var upp
aftur betri. Hetta stuðlar
upp undir framskrivingar,
gjørdar í aprílmai í ár, sum
vístu, at toskastovnurin er í
góðum vøkstri vegna betri
fiskavøkstur og tilgongd. Tó
var sera lítið fingið av 0 og
1ára gomlum toski. Úrslitini
fyri hýsu hava verið støðugt
minkandi síðani 2002, og
úrslitið í fjør var tað minsta
síðani 1991. Tað kvinkaðist
nakað uppeftir í ár, men er
enn á sera lítlum støði. Men
eisini her eru batar at hóma,
tí fiskavøksturin er batnaður
og tilgongdin, ið hevur verið
sera lítil seinastu árini, tykist
nú at vera betri aftur. Tað er
serliga 2009árgangurin sum
tykist góður, men lítið var av
2010 árganginum.
Tilgongdin avgerandi
Fiskifrøðingurin sigur, at
hóast úrslit viðvíkjandi upsa
frá tílíkum yvirlitstrolingum
skulu takast við fyrivarni,
benda tølini á, at stovnurin
hesi seinastu 4 árini er nakað
minni enn árini framm an
undan.
–
Stovnsmetingarnar
í aprílmai vístu, at upsa
stovnurin, hóast hann er í
minking, enn var væl fyri
í 2009, og úrslitini frá yvir
litstrolingunum
í
summ
ar benda á sama borðið.
Avgerandi
fyri
gongdina
næstu árini verður, hvussu
tilgongdin fer at verða, sigur
Jákup Reinert, sum altso var
toktleiðari á túrunum hjá
Magnusi Heinasyni.
vilmund@sosialurin.fo
Batnandi útlit á landgrunninum
GRANSKING Nú Havstovan er liðug við sínar yvirlitstrolingar í ár, er líkt til, at umstøðurnar hjá
høvuðsfiskasløgunum á landgrunninum eru rímiliga góð, og flestu fiskasløg eru væl í holdum
Yvirlitstrolingarnar hjá
Magnusi Heinasyni í ár
benda á, at fiskurin á
landgrunninum hevur
nóg mikið av føði og er
væl fyri. Avgerandi fyri
gongdina frameftir verður
tilgongdin av fiski – og
sjálvandi royndin eftir
ymisku fiskasløgunum
Mynd: Rógvi K. Mouritsen