mikudagur 8. september 2010síða 32
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 8. september 2010 · Nr. 130
32
Sosialurin
Føroysk framleiðsla
Orð/mynd: Snorri Brend
Vestmanna: - Hvør uppskriftin er
til góðu undirtøkuna? Tja, eg veit
ikki.
- Tað er kanska tað, at vit hava
ver ið varnir, og hava gjørt okkara
bes ta til at selja so nógv sum gjør-
ligt, sigur stjórin á Vest Pack.
Soleiðis hevur lagið verið, líka
síð a ni at Vest Pack sum fyritøka sá
dag sins ljós í 1994. Fyri trimum ár-
um síðani varð fyritøkan umskipað
nakað, m.a. við at nýggir eigar ar
komu við í fyritøkuna.
Hetta var í eini tíð, tá tað var
farið at sansa at fíggjarliga úti í
heimi. Og soleiðis bleiv eisini hjá
fyri tøk uni í Vestmanna.
- Tað gingu ikki nógvir dagar
afta n á
hetta,
fyrrenn
altjóða
fíggjar krepp an var yvir okkum,
sigur Jón Magnus, og leggur síðani
aftrat:
- Hinvegin var tað kanska ikki
verri at byrja av nýggjum í fíggj ar-
liga ringum tíðum. Og satt at siga,
hev ur tað gingið rímiliga væl síðani.
Í dag starvast 20 fólk á Vest
Pack. Og tey hava øll úr at gera
hvønn einasta dag.
Fleksibul
Skal ein lýsa virkisøkið hjá Vest
Pack, kemur ein ikki uttan um, at
tað er framleiðsla av plastikki og
etikett um.
Seinnu árini hevur Vest Pack
verið heildarveitari av pakkitilfari
og tí sum fylgir í kjalarvørrinum av
tí. Hetta sæst aftur í tí, at fyritøkan
eisini kann veita vørur sum ikki eru
part ur av sjálvari framleiðsluni, so
sum pappeskjur, blokkumsløg og
pakki maskinur.
Hetta vísir eisini eitt annað
eyð kenni hjá Vest Pack, nevniliga
tað, at fyritøkan er fleksibul, tí ein
hev ur framleiðsluna í nánd av við-
skifta fólkunum og ikki í øðrum
landi hinumegin hav.
- Vit hava somuleiðis møguleika
at tillaga framleiðsluna eftir før-
oyska marknaðinum, ikki min st
tá talan er um nøgd, har vit hava
eitt lægri minstamark fyri ser-
fram leiðs lu, enn okkara kapp ing-
ar neytar uttanlands, verður slig ið
fast.
Hóast tað kann vera ringt hjá tí
van liga fólkinum at skilja, hvussu
nógv tey á Vest Pack framleiða um
árið, so kann sigast, at talan er um
600 tons av vørum.
- Henda nøgdin hevur verið
rætti liga stabil hesi seinastu árini,
stað festir Jón Magnus Olsen. -
Onku tíð minni og onkutíð meiri,
men kortini hevur tað ligið um eini
600 tons um árið.
Út um landoddarnir
Nógv tann størsti parturin av fram-
leiðsluni hjá Vest Pack endar hjá
føroyskum fyritøkum.
Men tað er eisini áhugavert at
nevna, at vørur frá fyritøkuni eru
at finna bæði í Noregi og Íslandi.
Hvussu ber tað til, at tey sluppu inn
á norska marknaðin?
Vest Pack keypti vørur úr
báðum londunum, og gjørdist tað
so líðandi til tað, at hesir keyp arar-
nir høvdu áhuga í at keypa lidnar
vørur aftur frá føroysku fyritøkuni.
Hesar vørurnar skuldu síðani selj-
ast víðari til viðskiftafólk teirra í
lond unum báðum.
- Tað henta hjá okkum er, at teir
taka sær sjálvir av øllum sølu ar-
beiði num. Tað vil so aftur siga, at
vit hava eingi sølufólk í Noregi ella
í Íslandi, men sleppa kortini av við
fram leiðslur okkara har, greiðir Jón
Mag nus frá.
Ein orsøk til hetta kann vera, at
verk smiðjurnar har eru so mikið
stór ar, at tær ikki hava lagt seg eft-
ir smærri ordrum, sum tey á Vest
Pack hinvegin hava.
So fleksibult sum
reint plastikk
PLASTIKK Føroyingar hava altíð brúkt nógv av plastikki, sum
áður varð innflutt í stórum nøgdum úr øðrum londum. Men so
kom hugsanin: Man tað ikki bera til at framleiða hetta sama
her í Føroyum? - Í dag kunnu vit bara staðfesta, at tað hevur
borið til, nú bæði kundar á sjógvi og landi keypa fast frá okkum,
sigur Jón Magnus Olsen, stjóri á virkinum í Vestmanna
- Ein av okkara fyrimunum er, at framleiðslan er í nánd av viðskiftafólkunum, sigur Jón Magnus Olsen, stjóri
LAGALIG
Ikki bert føroyingar, vísa framleiðsluni hjá Vest Pack áhuga. Bæði
í Noregi og í Íslandi verða vørurnar seldar. - Og tað hendir, uttan
at vit hava sølufólk á staðnum, sigur Jón Magnus Olsen, stjóri
ÚTFLUTNINGUR
Vit hava møguleika at
til laga framleiðsluna eftir
før oyska marknaðinum,
tí vit hava eitt lægri
minsta mark fyri ser fram
leiðslu, enn okkara kapp
ing ar neytar uttanlands