Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-02-02, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 2. februar 2002síða 15

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 23 - 2. februar 2002 Nr. 23 - 2. februar 2002 29 Húsmóðir Fulltíðarstarv sum húsmóðir á Føroya Blinda- stovni er leyst at søkja frá 1.mars 2002 - ella skjót- ast til ber. Blind og sjónveik koma dagliga til ymiskar aktivi- tetir á stovninum. Starvið umfatar: • ábyrgd av køkinum • innkeyp og matgerð • ávísa reingerð á stovninum Starvið krevur: • at umsøkjarin hevur royndir í køki • er røkin • er positivur • er tolin • dugir við fólki • fleksibul Starvið er lønt eftir sáttmála hjá Havnar Arbeiðs- kvinnufelag. Umsóknarfreist er 15. februar 2002. Meira fæst at vita starvinum viðvíkjandi hjá leið- aranum á tlf. 318222 Íslandsvegur 10A • 100 Tórshavn Postrúm 2074 • 165 Argir Tlf. 318222 • Faks 319288 e-mail: blind@post.olivant.fo Bókavørður Á Klaksvíkar Bókasavni er eitt starv sum Bóka- vørður leyst at søkja. Arbeiðsuppgávur: Arbeiðið er fyri ein part í út- láninum. Harumframt snýr arbeiðið seg um skrá- seting o.t. Førleikakrøv: Til starvið krevst útbúgving sum bókavørður. Setunarviðurskifti: Starvið verður at seta 15. mars 2002 ella skjótast til ber. Løn sambært sátt- málan við Starvsmannafelagið. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Anniku Egholm bókavørð á Klaksvíkar Bókasavni. Umsókn: Umsókn, saman við avritum av prógvi og møguligum viðmælum, verður at senda til: Klaksvíkar Bókasavn Postboks 45 700 Klaksvík Umsóknarfreistin er 20. februar 2002 Klaksvíkar Kommuna Starvsfólk til útibarnagarð Leirvíkar Kommuna er í ferð við at seta útibarna- garð á stovn, og søkir í hesum sambandi eftir pedagogi og hjálparfólki at byrja 1. mars 2002 ella eftir avtalu. Dámar tær væl at vera úti í náttúruni og ynskir tú nýggjar avbjóðingar, er hetta kanska nakað fyri teg. Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Peda- gogfelag og Føroya Kommunala Arbeiðsgevara- felag. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til leiðaran, tlf. 215125, ella kommunuskrivstovuna, tlf. 443006. Umsókn við avritum av møguligum prógvum og ummælum skal vera kommununi í hendi í sein- asta lagi hósdagin 7. februar 2002. Leirvíkar Kommuna Postboks 42 520 Leirvík Fólk til seruppgávu Norrøna Felagið í Føroyum leitar eftir einum fólki, sum kann umsita Nordjobb í Føroyum í hesum árinum. Uppgávan skal fremjast í trimum tíðarbilum. Í fyrsta lagi nú sum skjótast: at finna arbeiðspláss og bústaðir til minst tíggju nordjobbarar, sum koma til Føroya í summar. Í øðrum lagi: at fara á eitt skeið uttanlands frá 25.-29. apríl. Og í triðja lagi: at vera um nordjobbararnar, tá teir koma og eru her. Millum annað skipa fyri útferðum og øðrum frítíðartilboðum, og hjálpa teimum við at finna eitt nú rætta staðið at venda sær við praktiskum spurningum Tað verður frá 1. juni til hálvan august. Lønin er einans upphædd fyri øll trý tíðarbilini. Vit skulu brúka eitt fólk, sum kann arbeiða sjálv- støðugt, og ikki minst loysa trupulleikar í einari handavend. Áhugað kunnu fyrst spyrja Høgna Djurhuus á tlf. 217999, og/ella senda umsókn til Nordjobb/ Norrøna Felagið í Føroyum, J. Paturssonargøtu 24, 100 Tórshavn fyri tann 12. februar 2002 . Nordjobb og Norrøna Felagið í Føroyum __________________________________________________ (Nordjobb er ein norðurlendsk skipan,har sum fólk í aldrinum 18 til 26 ár arbeiða í nakrar summarvikur í einum øðrum Norðurlandi enn sínum egna). Vit átaka okkum bókhaldsarbeiði fyri fyritøkur og stovnar Hetta umfatar m.a. hesar uppgávur: • Fíggjarbókhald • MVG uppgerð • Fakturering • Debitorrøkt • Kreditorrøkt Áhugað kunnu venda sær til: Knút P. Jacobsen á tel 350 300 ella tel 228 486 Bókhaldstrupulleikar? team 85 • 316511 Heykavegur 2, P.O. Boks 3202, FO-110 Tórshavn tel 350300, fax 350301, e-mail:info@kervi.com, www.kervi.com Frá S&K-felagnum Ársaðalfundur felagsins verður á Hotel Hafnia, Tórshavn leygardagin 16. februar 2002, kl. 16.00 við hesi dagsskrá: 1. Frásøgn formansins frá farna ári 2. Roknskapur til góðkenningar 3. Val av tveimum nevndarlimum og tveimum tiltakslimum 4. Val av formanni 5. Innkomin uppskot 6. Ymiskt Uppskot til viðgerðar á aðalfundinum skulu vera felagnum í hendi 8 dagar áðrenn aðalfundin. Eftir fundin bjóðar felagið nátturða. Nevndin Frá Frítíðarskúlanum í Trongisvági Nú byrjar innskriving av børnum til skúlaárið 2002/2003. Seinasta freist er fríggjadagin 1. mars. Frítíðarskúlin, tlf. 372750 www.sosialurin.fo www.so www.sosialurin.fo www.so www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www so Søkt verður eftir leiðara til roknskapar- deildina á Strandfaraskipum Landsins. Uppgávur hjá roknskapardeildini Høvuðsuppgávan hjá roknskapardeild- ini er at veita eina úrslitagóða búskapar- fyrisiting, herundir samskipa, viðlíka- halda og menna búskaparstýringina. Aðrar uppgávur eru: • Fyriskipan av roknskaparverkinum • Rakstrar-, íløgu- og likviditetsætlan, herundir langtíðarætlanir • Roknskaparlig skráseting • Roknskaparframløga, mánaðar- og ársroknskapir, herundir budgeteftirlit og játtanarroknskapir. Uppgávur hjá leiðaranum Høvuðsuppgávurnar hjá roknskaparleið- aranum verða: • Ráðlegging, fyriskipan, raðfesting, samskipan og eftirlit í sambandi við búskaparstýringina • Seta upp fíggjarætlanina við atliti til: - avmarking og útdelegering av av- gerðarábyrgd - samskifti og samskipan millum stjóra og deildarleiðarar - motivatión fyri at røkka tilætlað úrslit • Framløga av standard- og specialrapp- ortum • Menna innanhýsis mannagongdir í sambandi við gerð av fíggjarætlan, roknskapi o.ø. • Fyriskipa upplæring, undirvísing og fakliga menning av starvsfólkunum á deildini • Uppgávu- og starvslýsingar á deildini. Í løtuni verður arbeitt við at umleggja búskaparskipanina hjá SL. Henda upp- gáva verður ein spennandi avbjóðing fyri komandi roknskaparleiðaran, sum fær ein týðandi leiklut og ábyrgd fyri verkætlanini. Eisini verður ætlaða byggingin av suður- oyarferjuni ein spennandi avbjóðing fyri roknskaparleiðaran. Førleikakrøv • Vinnu- og handilsútbúgving frá hægri lærustovni ella líknandi • Royndir innan edv á høgum brúkara- støði • Royndir innan fíggjarstýringarskipanir, so sum Navision Financials • Royndir í projektleiðslu ein fyrimunur • Málrættaður og arbeiðir analytiskt • Góð leiðslu- og samstarvsevni • Góð evni at orða seg bæði skrivliga og munnliga á føroyskum, donskum og enskum. Setanartreytir Talan er um eitt leiðarastarv við stórum og spennandi avbjóðingum, har leiðarin fær ábyrgdina av at umsita og menna eina týdningarmiklað funktión. Starvið gevur góðar møguleikar fyri persónligari og fakligari menning. Starvið verður sett sambært avtalu,og er lønt í 36. lønarflokki sambært tænastu- mannalógini, tó uttan at starvið er tæn- astumannastarv.Eftirlønartrygging fylgir við starvinum. Umsóknir Umsókn við próvskjølum skal sendast til: Strandfaraskip Landsins att. Starvsfólkadeildin Boks 88 FO-110 Tórshavn og skal vera fyritøkuni í hendi í seinasta lagi 4. februar 2002. Tað er ynskiligt, at tann, sum settur verður, kann byrja skjótast gjørligt. Um tú ynskir nærri upplýsingar, kanst tú ringja til Reidar Nónfjall, stjóra. Tlf. 34 30 00 ella e-postur: ren@ssl.fo Leiðarastarv Roknskaparleiðari Høvuðsuppgávan hjá fyritøkuni er at lúka landsins tørv á innan- landa fólka- og farma- flutningi, og skal fyritøk- an í so stóran mun sum gjørligt rekast á handils- ligum støði. Fólka- og farmaflutningurin setir stór krøv um eina góða kundatænastu, her- undir trygd,reglusemi og skjótleika. Árliga rakstrarætlanin hjá Strandfaraskipum Landsins javnvigar við yvir 150 mió. kr. Talið á starvsfólkum svarar til 180 fulltíðarstørv, herav umleið 155 operatørar. Talið á flutnings-anlegg- um er 11 skip, 40 bussar og 15 lastbilar. Flutn- ingsuppgávurnar fevna um alt landið. DRAMA Skipað verður fyri tveimum vikuskiftis- skeiðum um skemt og undirhald. Byrjað verður fríggjakvøldið 15. februar kl. 19.30 Skeiðsleiðari. Magni Poulsen Tilmelding og nærri kunning á tlf. 445115 Fuglafjarðar Sjónleikarafelag Fuglafjarðar Kvøldskúli Tlf. 444087 Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi fráboðan: Skrásetingar-nr. Sp/f 2633, Sp/f Lómur, 600 Saltangará. Nevnd: Farin frá sum formaður: Bendtse Martin Svend Thomsen, 600 Saltangará. Innkomin sum formaður: Samson Karl Frits Thomsen, 600 Saltangará. Farin úr nevndini: Johan David Thomsen, 600 Saltangará. Innkomin í nevndina: Símun Thomsen, 625 Glyvrar. Stjórn: Farin frá sum stjóri: Johan David Thomsen, 600 Saltangará. Innkomin sum stjóri: Bendtse Martin Svend Thomsen, 600 Saltangará. Skráseting Føroya tann 31. januar 2002 Kristin Balle _____________________ Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi fráboðan: Skrásetingar-nr. Sp/f 76, Sp/f Lógv, 600 Saltangará. Nevnd: Farin frá sum formaður: Bendtse Martin Svend Thomsen, 600 Saltangará. Innkomin sum formaður: Símun Thomsen, 625 Glyvrar. Stjórn: Farin frá sum stjóri: Johan David Thomsen, 600 Saltangará. Innkomin sum stjóri: Bendtse Martin Svend Thomsen, 600 Saltangará. Skráseting Føroya tann 31. januar 2002 Kristin Balle _____________________ Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi fráboðan: Skrásetingar-nr. P/F 2413, P/F Handilskjarnin, 100 Tórshavn. Viðtøkur broyttar: 10.01.2002 Lækkan av P/F-peningi viðtikið 14.08.2001 er nú gjøgnumførd. Kapitalur: Kr. 1.000.000,00. Skráseting Føroya tann 30. januar 2002 Kristin Balle _____________________ Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi fráboðan: Skrásetingar-nr. P/F 2900, P/F Valhalla, 188 Hoyvík. Viðtøkur broyttar: 01.10.2001. Nýggj adressa: 650 Toftir Nýggj heimstaðarkommuna: Nes Kommuna. Skráseting Føroya tann 30. januar 2002 Kristin Balle _____________________ Lýsið við brúktum bilum AUTO 1234 TO 311234 TO 123 AUTO -Dag & nátt- Hýra bil - ring 311234 BENZIN DIESEL KIOSK -Alt døgnið- AUTO 311234 C M Y K 29 28