Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-02-02, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 2. februar 2002síða 14

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 23 - 2. februar 2002 27 lótu lív í stríðnum at fáa skrivi frælsi og talufrælsi, heilt frá fronsku kollveltingini og fram eftir, at menn enn ikki skulu nýta hetta frælsi fult út, ístaðin fyri tápulig og heimføðislig dulnevni. Gav æðuvíkinginum rætt, tá hann segði. “Torir tú ikki at vísa hvør tú er, tá tú sigur tína mein- ing í bløðunum, so eigur tú at halda kjaft!!!” Hann skifti evni og kom inn á heilsuna og nú var eg knappliga aftur á heimabana, aftan á eina viku á B 6. Og áðrenn tyngd kom á okkum, fór hann at tosa um mammuna, sum hann mintist við einum smíli. Røddin broyttist heilt, gjørdist so eym, bleyt og góð, tá hann tosaði um mamm- una, sum nú er farin. “Ja, nógv eru brekini”, suffaði hann. “Men mamma segði altíð, at ellisárini vóru tey simplastu í lívinum. Sær tú, ikki lættastu, men simplastu. Tá tú ert 67, tá er mest sum øll ábyrgd tikin frá tær”, segði hann. “Men kreftin, hon kemur innan í frá.” Næstu løtuna reyt úr honum. Hann fór við ferð inn í dreymaheimin og vendi ikki aftur, fyrr enn tað reyk av havragreyti morgunin eftir. Nógvir føroyingar eru rein- dyrkaðir rasistar, tað hoyrir tú so ofta í dagligum práti. Á uppi- haldsstovuni í dag kom prátið inn á føroyingar, sum gifta seg við littum útlendskum kvinnum. “Heima hjá okkum er ein litt komin, hon er onkunstaðni har suðuri frá, heilt suðuri í gjøg- num, eg minnist ikki hvar, tað kann so gera tað sama, men hon er vøkur, um hon er litt”, segði ein maður á uppihaldsstovuni. Okey, soleiðis kann tað eisini sigast. Eg byrji at leiðast við hospitalsprátið. Vit tosa næstan ikki um veðrið longur, tá vit hittast á gongini ella aðrastaðni. Nei, fyrsti setningurin er ofta: “Nú hvussu liggur blóðsukrið hjá tær í dag? Vanliga, so sigi eg sum er, men innantanna hugsi eg særdur: “Hvat rakar tað teg, hvussu blóðið hevur tað í mínum æðrum, er einki privat longur?” Í dag er dramatikkur í Sandágerði. Hann er eystan í ættini, hvassur vindur og eystanaldurnar rulla so tungar inn ímóti høvuðsstaðnum. Á argjalandinum bróta tær heilt úti við Høvdan, so skjótt tær eru komnar inn um endan á brim- garðinum og fara so sorandi í einum broti gjøgnum urðar- grótið, loypa høgt upp um klettarnar í ósanum og láta lív á sandinum. Sandurin er so snjó- hvítur, tá tær fara niðan og gránar skjótt, tá tær eru á veg oman aftur sandbrekkuna í útsúðinum. Ein likka liggur og rullar beint uttanfyri brimið, og ein gráur, helst ein skurði, hongur uppi yvir sandinum í vindinum og væntar sær fong. Her trekkir so frískligt, her eg siti, hóast vindeygað er væl og virðiliga latið aftur og tað hvínir so lystiliga í hinum vindeygun- um á deildini, nú stormur er uttanfyri. Eitt framsíggið sjúkra- hús við góðari ventilatión leverað frá náttúrunnar hond og sum ikki kostar eitt oyra. Mínir dagar eru skjótt taldir her á B6. Í morgin verði eg útskrivaður, gongst sum ætlað og lívsferðin heldur fram, ein dag í senn. Og sum meistarin sigur: “Stúrið ikki, hvør dagur hevur nóg mikið við sínum trupulleikar, og hvør leggur eina alin aftur at lívinum við at stúra?” Týsdagur 22. januar 2002: Um eg skuldi átt nakað avger- andi orð at sagt um mín aldur- dóm, nái eg hann, um Gud vil, seinasta teinin á lívsferðini, so hevði eg sett krøv til aldurdómin. Eg hevði viljað havt fult skil, til eg dróg andan seinastu ferð, og eyguni brustu. Hetta er slett ikki nakað, sum eg havi gjørt mær tankar um fyrr. Íblásturin kom knappliga her í kvøld. Ein nýggjur sjúklingur er komin á deildina í kvøld, meðan eg havi verið úti og brent sukur og hesin sjúklingur nærkast teimum 100. Hann er slett ikki í hesum heimi, soleiðis sum vit skilja hann. Hann liggur bara og letur og letur sáran. Hann liggur skamt frá okkara stovu. Í fyrstuni helt eg talan vera um eitt sjúkt barn, sum rullaði og murraði seg sjálvt í svøvn. Bleyti maðurin vaknaði í mær, og eg tók synd í stakkalinum. Sjúkrahús er einki fyri børn, hugsi eg og minnist aftur á traumatisku upplivilsini hjá mær sjálvum, tá eg lá á Klaksvíkar Sjúkrahúsi fyri skjótt 40 árum síðan sum smádrongur við menigittis herjandi í høvdin- um. So fái eg at vita, at sjúkling- urin er ein kvinna, sum er heili 95 ára gomul, ein øgiligur aldur, hon hevur helst kent sítt fyrsta forelskilsi í 1920, tá Hitler sat ókendur og fátækur og drakk øl niðri í München. Eg hugsi, at hetta er eitt lítið ynskiligt lív hon hevur nú. Men so hugsi eg aftur, at eg eri lítið eyðmjúkur mót- vegis stóra skaparanum, at hugsa soleiðis. Hvat veit eg um, hvørja ætlanin tann stóri skap- arin hevur við hvørjum einstøk- um menniskja, og á sama hátt sum ein sjúklingur ikki er longur enn hægst neyðugt á Lands- sjúkrahúsinum, soleiðis er eisini við jarðarlívinum. Eg eri sann- førdur um, at vit eru ikki eitt sekund longur her á foldum enn vit skulu, vit eru her til sálin er búgvin at halda leiðina fram móti ævinleikanum og summar sálir nýta 100 ár at tilbúgva seg, aðrar bert nakrar tímar. Blóðsukurliga sæð hevur dag- urin verið sámuligur, 8,6 kl. 8, 6,4 kl. 14, 11,5 kl. 17 og 15,7 kl. 22. Hetta seinasta talið er tvífalt so nógv sum tað eigur at vera, soo.. Eg eri vorðin sárhentur av at prika fingraspíssjarnar fýra ferðir um dagin. Dómur fellur í morgin, tá fái eg at vita, um eg skal sproyta insulin í meg reistina av lívinum, ella um nóg mikið er við tablettum. Eg kenni við mær sjálvum, at avgerðin longu er tikin. Orki ikki at hugsa tankan, at eg skal tuska Havnina upp og niður fleiri ferðir um dagin, skal heilsan vera í lagi. Í kvøld er so myrkt, at eg valla síggi sandin. Klokkan er farin av midnátt, hospitalspresturin í Sandágerði er farin niður. Á Argjum sløkna ljósini eitt og eitt og eystanbrimið rurar frið yvir okkum. Tann gamla er eisini sovnað eina løtu... . Nú vaknaði hon aftur og fer aftur at rópa, tó ikki so hart. Hon er lin nú og ljóðið minnir nógv um, tá ketta rópar á kettlingin, kjerlig og kedd. Mikudagur 23. januar 2002: Eg eri júst útskrivaður og skal ganga mær heilsuna aftur næstu tveir mánaðarnar. 8 Sosialurin Nr. 23 - 2. februar 2002 Hevur tú als ongan áhuga fyri ítrótti, so legg ikki í at lesa víðari. Restin av hesi grein fer at snúgva seg um ítrótt á høgum støði - fyrst og fremst um hondbólt. Fleiri stórhendingar hava verið í altjóða ítróttinum í seinastuni serliga hondbólt- inum. Stuttligt at síggja, at vestmannagentur royndu seg í altjóða hondbólti. Sjálvt um tað gekst illa fyrra dystin, so mentu tær seg ordiliga í seinna dystinum. Hondbólturin hevur fasta- tøkur á vestmenningum. Hví er lætt at skilja. Umstøðurnar til hondbólt eru framúrskar- andi í bygdini - og so er hondbóltur eitt spæl, sum ger blóðið heitt. Í hesum døgum hyggja vit at EM-kappingini í Svøríki. Har er hondbóltur á høgum støði at síggja. Sjálvur havi eg í mong á fylgt við svenska landsliðnum. Mong hava í fleiri ár sagt, at nú eru teir ov gamlir: teir kunnu ikki halda áfram. Men jú: tað kunnu teir. Magnus Wislander, Staffan Ohlson og hinir kunnu. Teir hava spælt saman so leingi, teir kenna hvønn annan so væl, teir duga so væl at spæla, at tað ber til. Og legg til merkis: tað koma alla tíðina nýggir leikarar inn. Hvat er tað so sum hugtek- ur við hondbólti: jú fyrst og fremst, at tað er eitt liðspæl, har tú bert kemur fram á vegnum um alt liðið kemur við. Svenski landsliðsvenjarin "Bengan" hevur dugað sera væl at fáa sínar leikarar at skilja, at tað nyttar onki at gera nakað einsamallur. Kollektivið er tað sum ger avrikini. At hann so hevur havt so góðar spælarar, at teir til tíðir hava dugað at brotið út og gjørt einstaklinga avrik, ger bert liðið betri. Tað hevur gjørt, at liðið eisini spælir undirhaldandi hondbólt í staðin fyri maskinhondbólt. Tá ið eg skrivi hesar reglur, veit eg ikki, hvussu langt sviar, íslendingar ella danir eru komnir í kappingini, men øll komu tey víðari eftir teir tríggjar fyrstu dystirnar. Og so til fótbóltin. At sleppa at leika ímóti Týsklandi man vera ein av størstu dreymun- um hjá einum fótbóltsleikara. Væl veit eg, at vit ikki skulu rokna við at vinna ein slíkan dyst, men minnist til hvussu stóra umrøðu allir týskir dystir fáa. Nú mugu allar Føroyar brúka hendan møguleikan. Dystir har Týskland luttekur, eru "háprofil" dystir. Pressan fylgir ógvuliga væl, og í Týsklandi er kappingin hørð um at fáa bestu søgurnar. Møguleikin er veruliga at selja Føroyar í sambandi við dyst- irnar. Ferðaráð og onnur sum hava uppgávuna: Her er møguligt at seta ljóskastaran á Føroyar og fáa týskarar á tal, sum annars eru torførir at hitta. Áhugin fyri Føroyum er framvegis stórur, og setir FSF so eisini ein kendan lands- liðsvenjara, so er vegurin opin. Ítróttarliga eru teir ungu leikararnir til reiðar. Teir vilja bert framat, so skulu teir nokk! Ja, hetta bleiv bert ítróttar- prát, men hvat skal eg annars skriva um eftir ein langan januar mitt í Eystrasalti? Verðin er minni - og hyggur man aðrastaðni, tá ið tað er ov myrkt her. Góður møguleiki at seta ljóskastaran á Føroyar TELDUBRÆVIÐ Frá: Árni Gregersen, Bornholm, argr@tv2bornholm.dk Til: turid@sosialurin.fo Evni: Vikuskifti Málbitin Lease - langleiga ella líggja? Í seinasta Orðafari varð skotið upp at nýta orðið langleiga fyri "lease" (og "leasing"). Tað hevur fingið undirtøku, men onkur hevur hildið, al tað lýsir ikki fyribrigdið nóg væl, tí tílík leiga er ikki altíð long. Síðan eru vit komin fram á gott gamalt føroyskt orð, ið nú tykist vera farið úr brúki, og tí verður einki tikið frá orðinum, um tað verður uppafturvakt við hesi nýggju merking. Orðið er at líggja, og merkti tað 'læna' el. 'lata hava til nýtslu í styttri ella longri tíð'. Á fornmáli og íslendskum eitur orðið ljá. Hetta er stutt og smidligt orð og átti tí at staðið seg væl í kappingini við enska orðið lease. Ein fyrimunur er, at tað líkist tí nakað í sniði og framburði. Skotið verður upp at lata navnorðið vera lígging. Úr Orðafari nr. 3, 1987 Framhald av síðu 7 UTTAN ÚR HEIMI Búskapur og vinna: Hjáveiða kostar Danska fiskimálaráðið hevur nú biðið løgregl- una í Esbjerg leggja sak ímóti skiparunum á tólv ídnaðartrolarum, sum herfyri vórðu tikn- ir fyri at hava alt ov nógva sild sum hjá- veiði. Teir tólv ídnaðar- trolararnir skuldu fiska brisling, men nógv tann størsti parturin av veið- uni var sild, sum trol- ararnir ikki hava loyvi at fiska. Tað er ikki vanligt í Danmark, at myndug- leikarnir leggja hald á avreiðingarvirðið, men í hesum føri var lógar- brotið mett so umfat- andi, at fiskimálaráðið legði hald tær umleið fimm mió. krónurnar, sum skipini fingu fyri sildina. Talsmenn fyri fiski- vinnuna hava sagt, at avgerðin hjá myndug- leikunum kann taka beinini undan onkrum av teimum tólv skipun- um, men í danska fiski- mannafelagnum siga teir seg duga at skilja, at myndugleikarnir fara harðliga til verka í hesum máli, tí brotið var so umfatandi. Hjá onkrum av skipunum vóru heili 95 prosent av lastini sild. Meiri russisk olja Russland fer at økja sína oljuframleiðslu. Tað segði forsætisráð- harrin Mikhail Kasja- nov á einum fundi í USA í gjár. Hann segði, at russiska stjórnin heldur tað vera rímiligt, at Russland fær ein størri part av olju- marknaðinum. Stjórnin í Moskva er í løtuni í ferð við at leggja eina langtíðar- ætlan fyri olju- og gass- vinnuna, soleiðis at vinnan skal fáa betri umstøður at virka und- ir, og soleiðis at fleiri íløgur kunnu gerast í vinnuni. Russiska stjórnin heldur, at fallið í olju- prísinum fer at steðga, og at prísirnir fara at hækka aftur seinni í ár. Sambært Mikhail Kasjanov halda russar, at oljuprísurin eigur at liggja millum 20 og 25 dollarar fyri tunnuna. Úr Norðurlondum: Ólóglig flogavtala Eitt hálvt ár eftir at ES gav SAS og Mærsk Air risastórar bøtur fyri brot á kappingarreglur- nar, hava ES-myndug- leikarnar enn einaferð vent eygunum ímóti danskari flogferðslu. Hesaferð sigur RES, at Danmark og seks onnur lond hava gjørt eina ólógliga avtalu við USA. Tann danska av- talan gevur ameri- kanskum flogfeløgum loyvi at nýta danskar floghavnir, og einki mark er fyri, hvussu stórt útboðið kann vera, ella hvussu nógvar til- og fráferðirnar eru. Tað sama er galdandi fyri donsk flogfeløg, sum flúgva til USA. ES sigur, at hetta er brot á galdandi reglur hjá samveldinum, og at Danmark hevur als ikki heimild til at gera slíkar avtalur. Málið skal nú fyri ES-dómstólin. Avtalan millum Dan- mark og USA varð gjørd í 1995. Vil hava ES-orða- skifti Í Danmark hava stjórn- in og Fólkatingið gjørt av at skipa fyri einum upplýsingarátaki um ES, samstundis sum ætlanin er at fáa danir at taka lut í orðaskift- inum um, hvussu ES skal lagast í framtíðini. Hetta skal gerast í sam- bandi við, at ein nevnd um stutta tíð fer undir at viðgera framtíðina hjá samveldinum. Eftir einum uppskoti, sum var til viðgerðar í evropanevndini hjá Fólkatinginum í gjár, er ætlanin at skipa fyri hoyringum og orða- skifti í sjónvarpi og út- varpi, og á arbeiðs- plássum og skúlum skulu fólk fáa ymiskt upplýsandi tilfar um ES. Átakið fer at kosta danska ríkiskassanum einar 70 mió. krónur í ár og tey bæði næstu árini. ES og Noreg hava hvassliga funnist at ísraelska forsætisráð- harranum, tí hann hevur sagt, at hann átti at havt givið ísraelska herinum boð um at beina fyri Yasser Arafat fyri 20 árum síðani Men ameikanska stjórnin vil ikki harta ísraelska forsætisráðharran fyri orð hansara. Talsmaðurin hjá ameri- kanska uttanríkisráðnum, Richard Boucher, sigur, at orðini eru so mong í stríð- num millum ísraelsmenn og palestinar, og hann segði seg ikki hava nakrar ser- ligar viðmerkingar til tað, sum Sharon hevði sagt. Í samrøðu, sum ísraelska blaðið Maariv hevur havt við Sharon, sigur forsætis- ráðharrin, at hann iðrar seg um, at hann ikki gav herin- um boð um at beina fyri Arafat, tá herurin kringsetti PLO-leiðsluna í Beirut á heysti í 1982. Spania, sum hevur for- mansskapin í ES, hevur hvassliga fordømt orð Sharons, og norski uttan- ríkisráðharrin, Jan Peter- sen, segði í gjár, at orðini eru ógvuliga ósømilig, at norska stjórnin fordømir slíkt orðalag. Hann leði afturat, at orð sum hesi fara ikki at geva Ísrael fleiri vinir. Palestinskir talsmenn siga, at orðini eru bert enn eitt prógv um, hvør og hvussu ísraelski stjórnar- leiðarin veruliga er. Øll tey tíggju trygdar- umboðini á Gorm- feltinum í Norðsjó- num hava sagt arbeiðið frá sær. Tey vilja ikki longur átaka sær ábyrgdina av trygdini á Mærsk- pallinum OLJUVINNA Árni Joensen Misnøgdin hjá trygdarum- boðunum er ikki nýliga íkomin. Tey hava leingi verið misnøgd við, at við- líkahaldið er alt ov vánaligt við tí úrsliti, at summi rør leka, og aðrastaðni er rustur farin at gera um seg. Og meðan hetta hendir, verður framleiðslan støðugt økt. Tey tíggju trygdarum- boðini fara so langt sum at siga, at Mærsk-pallurin er í dag at meta sum ein tíðarsett bumba. Tey vísa á, at í mai í fjør var ein sterk spreinging á pallinum, men at hetta var bara tað ovasta av ísfjallinum. Fakfeløgini hjá trygdar- umboðunum taka undir við atfinningunum. Tey siga, at seinastu árini hevur eldur verið í á Mærsk-pallunum í Norðsjónum fleiri ferðir, og at hetta lættliga kundi verið endað í vanlukkum. Sagt verður, at ein tilburður var á einum palli á Dan-felt- inum fyri umleið einum ári síðani, men at tað eydnaðist Mærsk at dylja tað. Trygdarumboðini vísa samstundis á, at aftan á tilburðin í mai í fjør lovað leiðslan í Mærsk at kanna rørini á øllum pallunum, men hetta er ongantíð gjørt. Anders Würtzen hjá Mærsk Olie og Gas av- sannar, at trupulleikar eru við trygdini á pallunum í Norðsjónum, men blaðið Politiken visti í gjár at siga, at uppsagnirnar hjá trygd- arumboðunum hava elvt til stórt fundarvirksemi á høvuðsskrivstovuni hjá Mærsk á Esplanaden í Keypmannahavn. Eisini myndugleikarnir eru komnir upp í málið. Orkustýrið fer nú at biðja Mærsk um eina frágreiðing um, hví øll trygdarum- boðini hava sagt upp. USA vil ikki harta Sharon Trygdin á oljupallum hjá Mærsk er ov vánalig Ariel Sharon: -Eg iðri meg um, at eg ikki gav herinum boð um at beina fyri Arafat. Sovereign Explorer Savnsmynd C M Y K 27 26