leygardagur 2. februar 2002síða 13
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Sosialurin Nr. 23 - 2. februar 2002
Sosialurin Nr. 23 - 2. februar 2002
7
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard
Myndir: Jens Kr. Vang
Seinni partur
Týsdagur 15. januar 2002:
Heilsan er alt verður sagt, og
hesin setningur fær fyrst
meining, tá tú missir hana. Á
einum sjúkrahúsi er heilsa tað
einasta, vit ikki hava nóg mikið
av. Og á einum sjúkrahúsi fær tú
óendaliga nógv at vita um teg
sjálvan, og hvussu stór tín
ábyrgd er fyri góðum lívi ella
einum betri lívi, enn um tú bara
letur standa til.
Í dag havi eg so kent ábyrgd
fyri míni heilsu og havi gingið
heilt niðan til Hoyvíkar, heim til
hús. 50 minuttir tók tað. Eg visti
slett ikki, at tað var so hugnaligt
at ganga. Havi bara sitið í bili
seinastu árini. Havi sæð Havnina
gjøgnum forrútin á bilinum, har
myndabrotini eru klipt av viskar-
anum, sum vanliga hevur vagg-
að aftur og fram.
Fyrst gekk eg heim á Skála-
trøð, har hitti eg ein vinmann,
sum í tí dagliga er heilsølu-
maður, hann var hendan dagin og
hugdi eftir bátinum, ið lá snøgg-
ur og betaltur við flótibrúgvar-
nar. Síðan niðan á Konditaríið,
men har kendi eg ongan uttan
sjálvsagt tær fittu tíðarleysu
servitrisurnar. Leiðin gekk niðan
í SMS. Tunnligt við fólki. Fór
skjótt útaftur og helt leiðina
niðan í Hoyvíkshagan. Vakurt er
í Hoydølum. Eg gekk eftir
nýggju gøtuni omanfyri Skóg-
røktina og niðan fyri Svartafoss
tvørtum um dalin. Síðan eftir
gøtuni aftan á Mannbrekku, á
Mýruna og niðan á.
Deyðin hevur vitjað tvær
reisur á hospitalinum seinastu
dagarnar og í dag fór ein á okk-
aru deild. Eg kendi ikki mannin,
men kendi tey avvarðandi, sum
sótu óttafull úti á gongini, meðan
tann deyðsmerkti stríddist. Hann
doyði, meðan eg gekk úti í Guds
fríðu náttúru og undraðist. Her
kennist so friðaligt og tómt í
kvøld, nú eg eri afturkomin.
Kaldi óbodni gesturin hevur
vitjað. Starvsfólk tosa lágmælt-
ari, sjúklingar teska og øll ynskja
deyðan har piparið grør ella
longur.
Omanfyri okkum bleiktra
stjørnurnar. Aftanfyri tær verður
tikið ímóti og boðið til stórt gildi
fyri teimum, sum júst eru
heimkomin av landssjúkrahúsin-
um, nú teirra jarðarferð er endað
í tíð og rúmd. Orionsbelti stend-
ur upp á ská beint yvir Kirkjubø-
reyni, á veg niður í vestri, og
Sirius bleiktrar bláhvít og køld
niðanfyri vinstrumegin, norðan-
vert við nýggja býlingin á
Hamrinum á Argjum, úr vind-
eyganum her eg siti. Her er
friður á B6 í nátt og aldurnar á
sandinum í Sandágerði telja
veika puls havsins, nú frostið
kínir landinum í kvirru.
Mikudagur 16. januar 2002:
Her er hent lítið í dag, gekk ein
langan túr og heilsan er munandi
batnað. Eyguni eru troytt og
duga ikki at síggja meira og tey
orka heldur ikki at evna, tað tey
hava sæð í dag til fittar orða-
myndir, sum høgra hond skuldi
skriva niður á hvíta linieraða
pappírið í dagbókini í kvøld. Á
koddanum liggur skaldsøgan
“Bliktrommen” eftir týska
rithøvundanum, nobelvinnar-
anum Günter Grass og bíðar, og
dugi eg ikki at skriva, so dugir
Günter bæði væl og virðiliga.
Hósdagur 17. januar 2002:
Í dag søgdu vit einum farvæl her
á sjúkrahúsinum. Einum vin-
manni hjá mær. Vit hava alt
soleiðis hjá okkum, og tað var
ikki so stórt hóvasták, at sýna
honum seinasta heiðurin. Hann
lá so høgliga fyri beint niðri í
kapellinum. Eg takkaði honum
við hondini hvílandi á kistulokið
og segði spakuliga, innantanna,
við tann deyða, at vit sóust aftur
hinumegin. Løtan í kapellinum í
dag var enn ein áminning um, at
alt byrjar og endar hjá teimum
flestu á einum sjúkrahúsi.
Havi nú verið her í eina heila
viku, og eri spakuliga vorðin ein
partur av sjúkrahúsinum. Tosi
samkenslufult og skiljandi við
medsjúklingar og starvsfólk í
hvítum kitlum um alskyns
líðingar, og eri farin at kenna
mun á teim ymisku sløgunum av
heilivági. Fyri eini viku síðan
vóru hesi heiti reint latín í
mínum oyrum, so framstig eru
gjørd. Áðrenn var eg so lukkiliga
óvitandi um heilivág fyri eitt nú
ov høgt ella ov lágt blóðtrýst, nú
er øðrvísi.
Og hetta blóðtrýstið veitir mær
høvuðbríggj, hóast øll hini tosa
um tað sum størstu sjálvfylgilig-
heit. Eg meini so við, tað lægra
er for høgt og tað hægra for lágt,
og so er knappliga tað lægra
lægri og hægra hægri ella øvugt
og so fer bara at mala fyri mær,
og eg kenni meg sum offur í eini
ráðagerð, at forvirra hampafólk.
Og eg komi í tankar um ein
eldri mann norðuri í Oyndarfirði,
Petur í Mouritsarstovu, sum
doyði fyri nøkrum árum síðan.
Ongan mann havi eg sæð higar-
til, sum kundi gera einfaldar
hendingar torskiltari enn hann,
also væl at merkja áðrenn eg
møtti hesum fólkum við skeivum
blóðtrýsti ella við áhuga fyri
skeivum blóðtrýsti og øllum
øðrum í hesum sambandi. Petur
setti næstan allar hendingar á
landi, í samband nær fólk hann
kendi vóru konfirmerað, og so
byrjaði svadan: “Hon kon-
fimeraðist um heystið, sum hann
konfirmeraðist um várið, sum
hin konfirmeraðist várið eftir.
Ella var tað nú um heystið, ella
várið fyri, nei, tað var heystið
eftir o.s.v.”
Og fara vit frá blóðtrýsti og
konfirmatiónum, so eri eg eisini
farin at drýpa høvur, fullur av
forstáilsi, tá tosað verður um
opning, gamlamannasjúku, sovi-
heilivág og stingir av ymsum
slag. Sýni áhuga, og gerist
álvarsamur, eins og eg havi roynt
tað sjálvur, tá eg hoyri tos um
kokuloysn og gangi spentur ein
heilan fyrrapart og bíði eftir
úrslitinum av eini blóðroynd hjá
einum medsjúklingi, sum hvørki
hann ella eg skilja rætta týdning-
in av. Havi næstan hug at háls-
fevna ein annan, sum hevur nýtt
tímar á vesinum og sum kemur
forkroystur út aftur, og fortelir
við gleðistárum í eygunum, at nú
eydnaðist endiliga honum at fáa
okkurt av sær.
Eg ynski einum øðrum sjúk-
lingi, av innasta hjarta, alla
hugsandi eydnu, nú hann fyri
fyrstu ferð skal til fótarøkt. Hann
stendur ferðabúgvin, nýrakaður,
kemdur við kremi og bindur
lissur. Eg lurti tungur um
hjartað eftir einum sjúklingi við
blóðtøppi, sum greiðir frá,
hvussu hann varð noyddur at
gálva og skrykkja frammanfyri
fysioterapeutinum, fyri at sann-
føra hendan um, at hann var
okey hóast alt. Knýtið nevan, tá
hann greiðir víðari frá eyðmýk-
ingini læknin hevði víst honum,
við at flyta ein vanligan kúlu-
penn frammanfyri eyguni á hon-
um, og spyrja hann, hvat hetta
var fyri nakað. “Hatta er væl ein
kúlupennur, soleiðis vísir tað seg
í mínum eygum, ella?”, hevði
sjúklingurin sagt. Men læknin
gavst ikki so, hann peikaði á ein
knapp í hvíta kitlinum og spurdi
sjúklingin, um hann visti hvat
hetta var fyri nakað. “Hatta er
væl ein knappur, ella heldur tú
meg vera pill býttan ella hvat,”
hevði sjúklingurin sagt, reyður
av illsinni og við innistongdari
vreiði.
Blóðsukrið er nú komið niður
á tað normala, væl at merkja, tá
eg havi tuskað býin upp og niður.
Eg havi nú í tríggjar samfullar
dagar gingið teinin av lands-
sjúkrahúsinum og heim til
býlingin, Inni á Gøtu. Teinurin
tekur nú 40 minuttir í skjótari
gongd, og skal eg halda heilsuna
á hendan hátt, so fer næsta
innleggingin at snúgva seg um
slitin knø og nýggjar mjadnar, so
svár herjar andsperrin í mær í
løtuni.
Undarligt lýsi uttanfyri í nátt.
Sandurin sæst næstan ikki, men í
hylinum omanfyri, beint undir
fossinum, skyggir ein reyð gøtu-
lykt av Argjum. Einu løtuna sær
út, sum eldur er í hylinum, og
næstu løtuna tykist tað, sum
hann er fullur av reinasta gulli.
Tú kanst síggja ljós í myrkri,
leggur tú teg eftir tí.
Fríggjadagur 18. januar 2002:
Í dag sleppi eg heim at halda
vikuskifti. 8.1 varð longu út-
skrivaður í gjár. Hann hevur
longu sovið eina nátt í Syðru-
gøtu. 8.2 fór norður til Kvívíkar í
dag til hund og vív og nú situr
8.3 einsamallur og ferðabúgvin á
sjúkrastovuni, búgvin at fara út í
nýkomna fríska landsynningin,
ið hevur sovorðnan skund í dag,
at hann hevur hug at taka leyst
úti á Glyvursnesi.
Hendan dagbók stundar móti
endanum. Eg skal inn aftur
sunnukvøldið, og um ikki hendir
nakað heilt alvorligt mánadagin,
so verður ikki meira á hesum
sinni. Eg biði lesaran halda mær
til góðar, at eg soleiðis havi lagt
tykkum inn á Dronning
Alexandrines Hospital, ta tíð, ið
farin er at lesa hesi dagbókabrot,
og leggi aftur at av egnum
royndum, at eg eri takksamur
fyri heilsuverkið í Føroyum. Úti í
heimi er tað bestemt ikki so lætt
at vera sjúkur sum í Føroyum,
eisini bara tá blóðið er ov søtt,
sum í mínum føri. Ella bara, tað
veit eg ikki...
Nøkur børn spæla á sandinum
og tvey vaksin ansa eftir teimum.
Talan er helst um ein útibarna-
garð og pedagogar í arbeiði, eftir
fúldigu yvirlivilsisdraktunum hjá
teim vaksnu at døma. Hesar
sterkt littu yvirlivilsisdraktir, ið
tola arktiskan kulda, hava sogið
alla kvinnuliguheit úr pedagog-
unum og tær ganga sum stívir
kynsleysir robottar, meðan sand-
urin gevur seg undir teimum og
aldurnar vaska frísku fótafetini.
Børnini hugna sær, og lívið
heldur fram, meðan aldubrotini
sláa taktina seigan.
Mánadagur 21. januar 2002:
Í gjarkvøldið kom eg aftur á B6
aftan á vikuskiftið heima. Stovu-
felagarnir, sum eg hevði verið
saman við í seinastu viku, vóru
burtur, og nú var komin nýggjur
maður, hann var úr Æðuvík í
Eysturoy. Vistu av hvørjum
øðrum, men heldur ikki meira
enn tað.
Hann svav tungan, tá eg kom
inn stovuna. Nýggj ljóð, nýggjar
rørslur og antikvariska hospitals-
songin undir honum gav seg
øðrvísi enn hjá tí undanfarna,
sum nú er heima í Gøtu. Nýggi
maðurin var munandi førligari
enn undanfarni, og tað fekk
troytta jarnið í songini at sanna
hesa nátt.
Hann ressaðist av óljóðinum,
tá eg fór at gera til at leggja meg
og vit fóru at práta. Dámligur
maður og harðmæltur. Hann
kundi tosa við í nógvum. Hann
visti hvør eg var, og hann spardi
seg ikki, nú hann, í einrúmi,
hevði ein journalist, uttanfyri
tænastu, upp á tvey manns hond.
Hann spurdi meg um øll viður-
skifti innan fjølmiðlar og meira
afturat. Eg svaraði eftir førimuni,
men stóð fastur fleiri ferðir,
meðan spurningarnir regnaðu
niður yvir meg. Hann vildi hava
at vita um sannleikan í lesara-
brøvum, um huldumenn í lesara-
brøvum høvdu rætt til at sverta
onnur út, og so kom hann við
fleiri dømum. Eg gjørdist eitt
sindur foyur, tí hesin maðurin las
bløðini nógv neyvari enn eg
sjálvur, og so hevði hann eitt
fotografiskt minni eisini.
Honum dámdi ikki dulnevnd
lesarabrøv og eg mátti geva
honum rætt. Skilji heldur ikki
sjálvur, at fólk skulu kenna
trongd at fjala seg aftan fyri dul-
nevni í einum demokratiskum
samfelag, sum hevur skrivi- og
talufrælsi felt í sjálva grundlóg-
ina. Kenni tað eisini sum eina
háðan móti øllum teimum, sum
Dagbókabrot
úr eini
hospitalssong
á B6
Døgurðin er, saman við stovugongdini, absolutt hæddarpunktið
á degnum á B6. Onkuntíð fella hesar týdningarmiklu hendingar
saman, og tá má døgurðin víkja og gerst kaldur, men tað er ikki
ofta. Tú kann mála tína heilsustøðu út frá hvussu feitur ella rak
døgurðin er ella hvussu nógv er á tallerkinum. Er tú ikki alt ov
sjúkur og er tú positivur á lyndi, so er tað tað reinasta luksus at
liggja á sjúkrahúsi í Føroyum. Maturin er framúr góður og tú
fær nóg mikið av øllum, og omaná tað heila so sleppur tú at sova
aftan á døgurða. Tann, sum ikki rósar blíðskapinum á B6 og tí
menniskjaligu viðferð sjúklingarnir fáa, rósar heldur ikki øðrum
í lívinum, uttanfyri sjúkrahúsið. Hann er stutt sagt ikki annað
enn eitt grenj at rokna, føddur í moll og har broytist einki. Hann
kann heldur ikki gera við tí, hann er bara føddur soleiðis. Lat
okkum skilja hann, heldur enn at verða skilt sjálvi. At so onkur
lækni tekur onkra skeiva avgerð við hvørt, well, hvør ger ikki tað?
Greinahøvundurin liggur her forkelaður í allar endar og kantar á B6
Framhald á næstu síðu
C
M
Y
K
25
24