leygardagur 2. februar 2002síða 12
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin Nr. 23 - 2. februar 2002
5
4
Sosialurin Nr. 23 - 2. februar 2002
nú, at hesin nýggi sangarin var
ikki nakar wild rover, men
Zacharias Wang, sum sjálvboðin
hevði átikið sær at halda ta
tvungnu politisku inngangs-
bønina.
Fólk lurtaðu fólkaliga, og løtan
var ikki uttan komikk. Hinvegin
var hon sigandi. Hví skal tað ikki
bera til longur at leska sær á í
einum skýmaskoti ella fáa sær
ein svingom í einum ølklubba
uttan aðru hvørja ferð at verða
drigin inn á hugmyndafrøðiliga
gaddajørð av einum illbrýntum
ayatollah?
List og politikkur
Sum øll onnur evni kunnu eisini
politiskir og hugmyndafrøðiligir
spurningar viðgerast listarliga.
Men í fyrsta lagi er slík viðgerð
sjáldan eintýdd ella góðtrúgvin,
ofta eru tað júst mótspæl og
tortrúni — tann problemati-
serandi ella speiska tilgongdin
— ið borga fyri dygd. Í øðrum
lagi er tað rithøvundurin sjálvur
— og bara hann — ið setir dags-
skránna.
Hvat mær sjálvum viðvíkir, so
hevur mín áskoðan tey seinastu
árini — nú ein alda av spurn-
ingsleysari messianismu, og ein
mótalda av ófloygdum afturhaldi,
tykjast at hava rivið at kalla alt,
sum minnir um sjálvstøðuga
hugsan, sakligt orðaskifti, opnan
dialog, eina skilbundna og
ábyrgdarfulla viðgerð av polit-
iskum og sosialum spurningum,
við sær út á sjógv — verið tann,
at tey veruligu virðini í tilveruni,
tey viðgerðarverdu evnini ofta
eru at finna uttan fyri politikk og
hugmyndafrøði — í viðurskift-
unum millum menniskju síná-
millum, millum menniskju og
umhvørvi og millum menniskuna
og kosmos.
Programmlistin í hásætið
Um ein nú hyggur at serstakliga
endanum í ummælinum hjá Carl
Jóhan Jensen, tykist niðurstøðan
sólarklár. Tann heimligi ummæl-
arin krevur ikki longur dygd,
men — politiskan rættleika.
Listin skal, um hon kann takast í
álvara, kunna spennast fyri tann
hugmyndafrøðiliga rossavognin.
Listin skal vera politisk, ikki í tí
merking, at hon eitt nú kann
umboða ta fjølbroyttu, spyrjandi
ella speisku viðgerðina, men í tí
týdningi, at hon skal vera
játtandi, eitt eintýtt áhaldsi.
Hetta hevur í fyrsta lagi ta
avleiðing, at dygdargóð list
verður forfjónað, og í øðrum lagi
ta fylgju, at favnurin stendur
opin fyri alskyns antin bráð-
góðum ella beinleiðis vánaligum
viðgerðum, har kortini hug-
myndafrøðiligur rættleiki er
stemplaður á atgongumerkið.
Hvussu langt er nú tann bók-
mentaligi profeturin, sum um-
boðar nýskapan, nýbrot og
nýhugsan, komin? Hann er
komin til — árið 1935, tá tær
totaliteru hugmyndalærurnar við
síni dogmatisku og doktrineru
listarligu stevnu høvdu sløkt at
kalla alla veruliga skapan í
serstakliga Týsklandi og Sovjet-
samveldinum.
Í Russlandi hevði stuttsøgu-
høvundurin og dramatikarin
Anton Chekhov nakað væl
frammanundan spátt hesa gongd
og ávarað ímóti einum tíðar-
skeiði, tá ein "trongskygd, ófati-
liga uppgjørd, út av lagi sjálv-
hátíðarlig" listarfatan, púra sør
fyri bókmentaligt nærlagni og
listarliga samvitsku, fór at leggja
sína vamlisligu og køvandi hond
yvir landið.
Í Føroyum sæst hetta rákið
gera vart við seg í báðum borð-
um. Ummælarin á Fregnum
hevur í tveimum longum grein-
um gjørt greitt, at alt undirritaði
hevur skrivað, skrivar og (so
totaliter er hansara listarhugsan)
eisini tað undirritaði fer at skriva
er púra og aldeilis virðisleyst, so
at eg havi spurt meg sjálvan,
hvat eg í grundini havi at gera í
Rithøvundafelag Føroya.
Samstundis hava vit sæð
javnaðarmenn (sum, elvdir av
onkrum høpisleysum skynsemis-
vondum bakslátri, hava gloymt,
at hesin flokkur er runnin úr m.a.
sjálvstýrisrørsluni, og at rithøv-
undar sum Hans Dalsgard og
Heðin Brú ognaðust munagóð
fræ til skapan og skaldskap úti á
háskúlanum í Havn) frátikið tí
ættarliði, sum kom heim til
Føroya eftir kríggið, eitthvørt
listarligt virði. Sum um vit
føringar í dag kunnu vera
yrkingarnar hjá Karsteni Hoydal,
týðingarnar hjá Sigurði Joensen
ella høggmyndirnar hjá Janusi
Kamban fyriuttan?
Undir báðum hesum stevnum
býr ein avlagað og greflig — í
orðsins sanna týdningi vulger —
politisk-mentunarlig dogmatikk.
Hvat, kann ein spyrja, verður
undir hesum dogmatiska harð-
ræði, har tvíburarnir Taliban og
Caliban skiftast um at rópa í
mikrofonina, av eitt nú stíli,
ljóðfalli, melodii, musikaliteti —
øllum tí, sum mest umvarðar í
viðgerð og umrøðu av bókment-
um?
Grá eru grá hús
Sum søgan vísir, hava hug-
myndafrøðiligar innrásir altíð við
sær, at listarligt afturhaldssemi
og vánaligur smakkur troka seg
fram at ærustólinum. Ummælið
hjá Carl Jóhan Jensen av PÍLA-
GRÍMUM ýðir í dømum um hesa
bókmentakritisku rebarbari-
sering. Sum dømi um vánaligan
málburð hjá undirritaða vísir
ummælarin til henda setningin í
stuttsøguni Út um ringvegin:
"Stefan hevði eina kenslu av, at
hansara oyru stóðu á tá".
Ummælarin setur í rangastrup-
an, tí — oyru kunnu ikki ganga á
tá! Nei, olmussan, tað kunnu tey
ikki! Ur kunnu heldur ikki vera
bleyt. Sorgblídni kann ikki vera
blátt. Mjólk kann ikki vera svørt.
Ein maður, sum æt Gregor
Samsa, kundi ikki vakna ein
morgun og vera ein svartaklukka.
Bob Dylan hoyrir í einum av
sínum sangum the chimes of
freedom flashing! Her er tað eitt
ljóð — kimandi klokkur — sum
glógvar. Hvat hugsar gamli
Zimmermann fyri sær!
Kubisma og surrealisma hava,
sum teimum flestu kunnugt,
hálva og heila øld á baki í okkara
listahugsan. Synæstesi (at blanda
saman sansaárin) er eldri, meta-
foru kenna vit frá Homeros.
Okkara bókmentaprofetur, dyrk-
aður av høgum og lágum á
sínum serliga politiska hermóti,
er komin aftur í steinøldina.
Hava vit hesa trænaðu — djúpt
statisku — stevnu í huga, eru
Knút Wang og Marius Johanne-
sen slóðbrótarar.
Nú má eg heldur skunda mær
at siga, at eg als ikki kundi
droymt um at líkna meg við eitt
nú Dali, Kafka, Celan ella Dyl-
an. Á teirri jørð, sum fevnir um
handverkið stuttsøguskriving, av
realistiskum og kanska onkuntíð
meira floygdum, enntá veruleika-
leysum slag, er eftir mínum tykki
framvegis fitt av óveltum dyrki-
lendi eftir, ikki minst í Føroyum.
Men ongin sleppur undan síni
tíð, og sostatt heldur ikki undan
at skriva um oyru, sum ganga á
tá ella - kundi kanska verið sagt
— onkuntíð at fara upp á gólvið,
myndaliga talað, ella góðtikið,
um ikki annað eina løtu, at —
sum Karsten Hoydal einaferð tók
til — "grøn eru grá hús".
Boogie Street
Lat meg stutt taka saman um.
Stríðið millum gott og ilt er til
staðar í PÍLAGRÍMUM, men í
fyrsta lagi er tað undirspælt, í
øðrum lagi eitt av mongum
temum og í triðja lagi er tað —
hvussu víkir og vendir - ikki ein
meginlind í hesi bók, ið sum
heild snýr seg um ráðaleys og
leitandi menniskju.
Niður yvir hesa lýsing av ráða-
loysi og leitan hevur Carl Jóhan
Jensen lagt ein frymil, ið mest av
øllum speglar aftur hansara egnu
stívrendu, manikæisku dogma-
tikk, ta somu fundamentalistisku
og xenofobisku stevnu, sum fyri
tveimum árum síðani fekk henda
mann at gera ein av stovnarum
Rithøvundafelagsins — William
Heinesen — útlagnan úr Føroy-
um. Mislesnaðurin verður serliga
grefligur, av tí at ummælarin
umboðar eina ikki em-, men
egopatiska tekstnærkan. Oraklið
í Kaggaróminum hyggur og
hyggur og sær allastaðni — bara
seg sjálvan!
Aftrat hesum kemur eitt agg,
hvørs grund er fjald fyri undir-
ritaða. Carl Jóhan Jensen, ið sum
kunnugt er illa kálvføddur máls-
liga, tunnliga bótaður mentunar-
liga og, hvat viðvíkir søguligum
kunnleika, mest at kalla skóleys-
ur, er — tað lýsir av hansara
epistlum - so dansandi óður inn á
undirritaða, tí at eg ditti mær at
duga føroyskt betur enn hesin
andbráði Riddarin av tí Reyðu
Húgvuni. Her standa vit yvir av
tí gjógv, sum eitur undirluta-
kensla. Hana grøða eingi smyrsl.
Hvørji eru ráðini? Eg veit ikki
ordiliga. Í síni seinastu fløgu
TEN NEW SONGS lýsir Leonard
Cohen á grípandi hátt heimin,
soleiðis sum hann kemur til
sjóndar, tá tú hevur verið leingi í
nirvana og melur aftur á blóðið.
Tað vísir seg tá, at víst er tað
gott at sita við føturnar á Buddha
ella sveima í sælu oman fyri
mótsøgn og feigd, men best er
hóast alt góða, gamla Boogie
Street, har vit menniskjansligu
pílagrímar liva, elska, sveitta,
syrgja, doyggja og — ikki minst
— seta svarleysar spurningar:
Though all the maps of blood
and flesh
Are posted on the door,
There´s no one who has told us
yet
What Boogie Street is for.
So kanska var tað eitt hugskot,
um profeturin gloymdi dogma-
tikkina, fór yvir til barrina í
Kagganum, drakk fimm snapsir
og tríggjar portarar og síðani fór
niðurundir at dansa og sveitta og
nerta við síni medmenniskjur og
gera okkurt býtt. Tað kundi
kanska um ikki annað bøtt um
lesiførleikan.
Sum menniskja hevur ein
møguleikan at gerast fiskikong-
ur. Sum hugmyndafrøðiligur
mufti og dogmatiskur mullah
verður ein verandi — vavskítur.
BÓKMENTIR
Hanus Kamban
Um ein fyrrverandi granna hjá
mær í Havnini, sum var og er
tiltikin fiskiklógv, havi eg hoyrt
sagt: Hann er so fundvísur, at
hann tevjar, hvar fiskurin er.
Hesi orð runnu mær í huga nú
seint eitt kvøldið, eg sat inni á
Café Dan Turèll í Keypmanna-
havn. Eg sat, við einum kaffi-
koppi, og eygleiddi ta sjóðandi
mannamúgvuna, ungfólk mest,
glað, prátingarsom, við framtíð-
ini fyri sær. Brádliga varð eg
førdur nøkur ár aftur í tíðina, inn
í Kaggan í Havn. Klokkan mundi
vera eini tvey um náttina. Eg
hevði dansað meg heitan og
sveittan, eggjaður av røddini hjá
Robert McBirnie (ella kanska
var tað Sámal Ravnsfjall) og var
nú farin uppá at svala á mær.
Sum eg standi mitt í trunkan-
um, flótandi í sveitta, og blási,
síggi eg, við eitt av teimum smáu
borðunum stutt frá barrini,
skaldið og kritikaran Carl Jóhan
Jensen. Okkurt við hesi varsjón
fekk meg at steðga á eina løtu.
Her møsnaðu fólk, dreivaðu,
sveittaðu, munnhøgdust, mussað-
ust ella syftust aftur og fram,
hálvfull summi og væl tað. Og
so, mitt í øllum róminum og
roykinum, sást hesin einsligi
profeturin, peiggjandi upp í loft
sum eitt spjót, avbyrgdur frá
umhvørvinum, uttan at síggja,
hoyra ella sansa um nakað.
Veri dorgin long og agnið gott,
hugsaði eg, ein slíkur maður fær
ongantíð upp á træið.
Um at vera sær
Spurningurin um gott mótvegis
illum, um hetjur og bølmenni,
verður helst, so leingi heimurin
stendur, óundansleppandi í list
og bókmentum.
Ivaleyst er hesin spurningur
eisini til staðar í stuttsøgusavnin-
um PÍLAGRÍMUM eftir undir-
ritaða, sum varð ummælt av Carl
Jóhan Jensen í Fregnum 11.—17.
januar í ár. Men hann er ikki eitt
høvuðsbrigdi í hesi bók, og tá
ummælarin á Fregnum roynir at
smoyggja hesa nótina niður yvir
teir níggju tekstirnar í hesi søgu-
torvu, vísir hann seg, ikki sum
fiskikong, heldur ikki sum smá-
hepnan seiðabergspilt, men sum
bókmentaligan vavskít.
Ummælarin styðjar sítt uppá-
hald við eitt nú at vísa til søguna
Út um ringvegin. Men í hesi
søgu eru hvørki hetjur ella bøl-
menni, og søgan snýr seg als ikki
um moralskar ella etiskar spurn-
ingar. Heldur ikki sendimaðurin
Herbert Holm, sum ummælarin
roynir at kroysta inn í sín
klombruta og primitiva
mislesnað, er lýstur sum óndur,
hann umboðar tvørturímóti eitt
slag av, kanska eitt sindur krav-
samari, ábyrgdarkenslu mótvegis
høvuðspersóninum og móður
hansara.
Hinvegin kann henda søgan
sigast at nema við ein tematikk,
sum sipað verður til í heitinum
PÍLAGRÍMAR, og sum, meira og
minni sjónligur, er til staðar frá
fyrstu til seinastu síðu í hesi bók:
menniskjans leitan eftir einum
samleika, sum ikki er treytaður
ella skaptur av samfelag, um-
hvørvi, uppaling ella ávirkan,
einum samleika, sum er hennara
egni, eftir, sum Heðin Brú sáli
einaferð tók til — at vera sær.
Og hetta tema, eitt av mongum í
bókini, verður gjøgnumspælt í
øllum søgunum, í ymiskum
hamum, á ymiskum stigum, og
við ymiskum úrsliti.
Lagt kann vera aftrat, um Út
um ringvegin, at søgan ýðir í
máliskum, upplýsingum og
sporum, sum kundu hjálpt tí bara
eitt sindur at sær komna lesaran-
um at fingið eina hóming, og
væl tað, av bæði persónslýsing,
temum og, ikki minst, tíðarmynd
og tíðarfesting í tekstinum. Spell
fyri ummælaran, at hann ikki
ráðførdi seg við onkran, sum var
gløggari og næmari enn hann
sjálvur, áðrenn hann tveitti hesa
neyðarsligu teggju upp um
niðasta lunn.
Eggjakoppurin
Stuttsøgan Rovfuglurin er eitt
annað dømi um tann yvirskipaða
tematikkin í savninum. Søgan
inni í søguni — um eitt møti
millum tann gamla rættlesaran
Fritz Friedrich og týska rithøv-
undin Hermann Hesse — verður
av Fritzi lýst sum verandi uttan
"fynd og dýpd". Ein slík snild í
eini frásøgn, at, um ein kann
taka so til, devaluera eitt brigdi,
sum kann vísa seg at hava
týdning, er ikki ókent í bókment-
um. Rithøvundum dámar at
lumpa lesaran á henda hátt, og
tað er mest sum ein sjálvfylgja,
at tann gløggi lesarin varnast
felluna og skilir. Men vavskíturin
dettur, blindur og fundsørur,
beint í grøvina, veipar sigursælur
við síni makkapirru og rópar: var
tað ikki tað eg segði, har er
hvørki dýpd ella fynd!
Veruleikin er sjálvandi, at
henda lítla søgan, fyri tey sum
hava elskað Demian ella Die
Morgenlandfahrt, kann hava sín
áhuga. Avgerandi er kortini, at
henda eskjusøgan ikki fær veru-
ligan týdning, fyrr enn hon
verður sæð sum partur av tí
yvirskipaðu beinagrindini í
sjálvum tekstinum. Sitatið úr
Demian, sum Friedrich minnist
á, tá hann, staddur inni hjá
Hesse, sær tekningina av
rovfuglinum, varpar ljós á
tematikkin:
Eggið er verðin. Hann, sum vil
føðast, má sorla eina verð.
Fuglurin flýgur til Gud. Gudurin
eitur Abraxas.
Tað er sjálvsagt ikki rithøv-
undsins uppgáva at díkja lesaran
undir í fasittlistum. Tvørturímóti
eigur hann at bjóða lesaranum
av, geva honum mótspæl, royna
hansara gávur at lesa, við sál, við
likami, við sansum, við tanka.
Millum teir spurningar, Rovfugl-
urin setir, eru eitt nú hesir: Í
hvørjum líkjast Eirikur, Friedrich
og Hesse? Og í hvønn mun
megna teir at pikka hol á tann
samfelagsliga treytaða eggja-
koppin, hesa avbjóðingina, einki
livandi menniskja sleppur undan
at glímast við?
Millumrokningarnar
Eg sleppi ikki undan at tríva í ein
annan tátt, tað, ein kanska kundi
rópt millumrokningarnar í eini
skaldskaparligari lýsing, eitt nú
yrking ella stuttsøgu. Í Rovfugl-
inum hevur rithøvundurin valt at
farið um evnið við lættari hond
og fáum strokum.
Men skuldi ein hildið seg til ta
bókmentaligu stevnu, sum Carl
Jóhan Jensen umboðar, átti
søgan at verið tjokkað við
ástøðiligum útgreiningum um
fyribrigdið individuatión (um
hetta orðið er tað rætta), soleiðis
sum tað verður lýst, vísindaliga
ella hálvvísindaliga, av Freud,
Jung, Adler, Fromm, Frankl
umframt øðrum sálarfrøðingum.
Somuleiðis áttu aðrir tekstir at
verið stappaðir við søguligum,
sosiologiskum ella politiskum
ritgerðarkendum og vísindaligum
tilfari. Í bókini Úr sjón og minni
eftir Chr. Matras finna vit hesa
yrking:
Fallin
Og stongin lá eftir
Elegant og fyndugt? Ummæl-
arin á Fregnum, sum umboðar
nýhugsan, nýskapan, nýbrot og
nýroyndir, rykkir brýr og rennir
eyguni í skaldið. Hvussu æt
hann, Christian? Var hann svín-
ingur kanska? Var langomman úr
Depli? Hvat át hann tann morg-
unin? Visnaða gás? Fyltan
lunda? Og hvussu við stongini
— úr bambusi kanska? Hví skal
kunnleikin gleppa okkum av
hondum — um fyritráð, meskar,
stangarskaft, horn, kós, hólk, ætt,
avkom, maka, aldur, vakstrarlag
og umdømi sum heild manna
millum? Og fyrst og fremst:
Hvat elvdi fallið? Órógv kanska
um okkurt ræðandi bráðskifti í
demografisku menningini á
Viðareiði mitt í 19. øld? Og um
so er, áttu vit ikki í yrking tygara
at fingið djúpt innlit í hesa
demografisku gongd, við graf-
iskum frymlum og hagfrøði-
ligum tabellum?
Stuttligt? Tað er sum mann
tekur tað. Stuttsøga og yrking
líkjast í tí, at tey bæði ikki so
sjáldan umboða sjón, hugbirting,
leik við orðum og myndum, tað
subjektiva og epifaniska tinnu-
ljósið, ið sjálvsagt mangan dylur
eitt univers av millumrokningum.
Men nú krevur tann tornæmi
ummælarin at fáa allar millum-
rokningar á borðið. So dømið
omanfyri er ein neyv og mest at
kalla saklig lýsing av einum ráki
í føroyskari ummælaramentan í
árinum 2002.
Ein ósmæðin innrás
Men eitt annað mál er kanska
uppaftur meira áhugavert. Fólk,
sum hava búð í Føroyum tey
seinastu árini, hava ansað eftir, at
politikkur og hugmyndafrøði við
ferð hava otað seg av sínum
nátúrligu teigum inn á markir,
har hesir máttir ikki hava sjálv-
sagda — og als ikki óskerda -
atgongd: inn í list og bókmentir
og víðari inn í menniskjanna
intimsferu.
Fyrst í árinum 2000, tað mundi
vera í januar, upplivdi undirritaði
eina heldur skemtiliga avleiðing
av hesi gongd. Saman við konu
og soni hevði eg raggað mær
niðan í Ítróttarhøllina at hoyra
The Dubliners. Sum siður er,
hevði eg tikið eina pisu við, og
vit gleddu okkum til eina lítla
musikalska ólavsøku.
Eftir at upphitingarbólkurin
hevði gjørt sína skyldu, kom
maður inn á pallin, kvikliga, við
staccatokendum gongulag, ikki
ólíkur manni, sum marsjerar í
takt. Men The Dubliners eru
musikarar, ikki hermenn, hugs-
aði eg og narraði eyguni mis-
trúgvin. Maðurin fór yvir til
mikrofonina og læt munnin upp,
og tað var mær greitt, at hesir
írarnir høvdu fingið eitt ruddiligt
skeið í føroyskum. Tað vísti seg
Trý blunk úr Boogie Street
Hugleiðingar um bókmentir og hugmyndafrøði
C
M
Y
K
23
22