leygardagur 2. februar 2002síða 11
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Sosialurin Nr. 23 - 2. februar 2002
Postboks 76, 110 Tórshavn, telefon 311820, telefax 314720, teldupostur:
turid@sosialurin.fo
Blaðstjórn: Turið Kjølbro
GAMLAR HAVNARMYNDIR
Lagt til rættis:
Birgar Johannessen
Á skótaleguferð
Ein dagin í 1956 fór skótaliðið
hjá Frelsunarherinum á legu í
Gøtudali, í húsunum hjá
Øregaard.
Á dekkinum á mjólkarbátinum,
»Sigmundi«, stóð ein av
skótunum, Inger Hansen, við
myndatólinum, og tók hon hesa
myndina av fólkunum, sum voru
komin oman í Vágsbotn at
»vinka«.
Fólkini sum standa á bryggjuni
eru f. v.: Jacob Olsen (Zahle) og
Birte Lena Olsen (kona Jacob
Zahle), Jóhannes Olsen,
Bramwell Kjærbo, Hedevig
Kjærbo, Njál Djurhuus, Solveig
Thorsvig, Bogi Davidsen
(drongurin), Sigga Johansen og
gentan fremst á myndini er
Peddy Davidsen. Á sjálvari
trappuni stendur Jóhannes Hanen
(Jóhannes hjá Gúnnu), eisini
sæst lastbilurin (ein Bedford),
sum Bramwell koyrdi.
Um lesari kennist við onnur
nøvn á myndini, eru viðkomandi
vælkomin at siga frá til Sosialin,
box 76, 100 Tórshavn, merk
brævbjálvan »Gamlar
Havnarmyndir«
Myndaeigari: Inger Hansen
Hoyvíkshagin í 1965
Loftsmynd av Hoyvíkshaganum í
1965. Sum tað sæst á mynini er
oyðið og tómt um tað mundið.
Niðast høgrumegin eru fólk farin
at byggja á Stoffalágvegnum.
Nýggja Marinustøðin er tikin í
brúk, meðan tann gamla stendur
hinu megin vegin.
Sementstoypivirkið hjá Vágseið
sæst har, sum Super Dekk er í
dag.
Yviri við Strond røkkur vegurin
knapt nokk út á Boðanes til
húsini hjá Steffanson.
Myndaeigari: Eddie Leyni
Hendan myndin er tikin á
Landsprentsmiðjuni í 1961.
Fólkini á myndini eru Villy Juul,
Knud Thorsvig, Karl Johan undir
Varða, Alma Joensen og Petur
(Piddi) Debes.
Myndaeigari: Egin Egholm
Landsprentsmiðjan í 1961
Sosialurin Nr. 23 - 2. februar 2002
3
SAMRØÐA
Kaj Joensen
Ofta hoyrir man um, at samkynd
í Føroyum flyta av landinum, av
tí at viðurskiftini eru so smá.
Men Ulrik Skytte úr Lemvig í
Danmark gjørdi tað øvugta.
Hann heldur, at tað er lættari fyri
hann enn føroyingar at siga at
hann er samkyndur, av tí at hann
onga familju hevur í Føroyum.
Eisini at hann ongan kendi, tá ið
hann flutti til Føroyar. Men tó er
ikki so, at hann flýddi úr Dan-
mark til Føroyar. Áhugin fyri
Føroyum kyknaði fyri fimm
árum síðani tá Ulrik sum er
blomsturbindari, var í Føroyum í
sambandi við eina framsýning.
Tá hann fekk boðið arbeiði í
Føroyum, tók hann av, tí hann
helt at tað kundi verið spennandi
at roynt at arbeitt í øðrum landi.
So væl hevur honum dámt í
Føroyum, at hann hevur búð her
síðani. Hann hevur starvast í
blomsturhandlinum í SMS øll
árini.
- Familjan hjá mær hevur
meira ella minni altíð vitað, at eg
eri samkyndur, uttan so at vit
hava tosa nakað serligt um tað.
Pápi mín er eisini til menn, og
mamma mín hevur altíð havt
varhugan av, at eg kundi verið
samkyndur. Tað hevur hon lagt
til merkis í mínum atburði
gjøgnum uppvøksturin. Eg havi
ein tvíburðabróður og vit eru
sum dagur og nátt. Tá vit vóru
yngri arbeiddi beiggi mín altíð
úti meðan eg var við í tí húsliga
saman við mammu, sigur Ulrik,
sum leggur afturat, at tað hevur
verið verri hjá fosturpápa sínum
at venja seg við, at hann er
samkyndur.
Tímdi ikki at goyma
veruleikan
Sjálvt um Ulrik er samkyndur og
heldur seg hava vitað tað megin-
partin av lívinum, so hevur hann
eisini verið eitt sindur saman við
konufólki. Men ásannaði at hetta
var ikki nakað fyri seg.
- Eg kundi sjálvandi roynt at
hildið út, og skúgva tankan um
at eg eri samkyndur til viks. Og
kanska eisini fingið børn saman
við onkrari, men tað hevði bara
verið órættvíst ímóti tí gentu, um
eg so seinni skuldi farið frá
henni, tí eg eri samkyndur, sigur
Ulrik.
Tá Ulrik varð 22 ára gamal
tímdi hann ikki longur at goyma
veruleikan meira. Tá legði hann
ikki meira í, hvat fólk hugsaðu
um hann, hann vildi bara verða
akkurát sum hann var.
- Vinfólkini hjá mær vóru tey
fyrstu, sum eg segði tað við. Tey
høvdu so at siga bara bíðað eftir,
at eg fór at siga tað sjálvur. Eg
haldi ikki, at nakar hevur tikið
avstand frá mær av teirri orsøk,
heldur ikki her í Føroyum.
Kanska heldur tvørtur ímóti,
sigur Ulrik.
Sjálvt um hann ikki tímir at
pakka tað inn, at hann er sam-
kyndur, so er tað heldur ikki so,
at hann roynir at rópa hart um
tað.
- Ein skal heldur ikki plága
fólk, sigur hann.
Harmiligt at samkyndir
føroyingar fara av
landinum
Sjálvt um Ulrik er ovfarin av,
hvussu væl hann er móttikin í
Føroyum, so heldur hann álíka-
væl, at samkynd í Føroyum hava
tað ringt. Hann heldur tað er
serliga ringt hjá fólki at koma
fram við tí, at tey eru samkynd.
Kanska serliga úti á bygd, har øll
kenna øll, og tað er skjótt at
slaturin gongur.
- Tað kann vera av teirri ørsøk,
at tey eru bangin fyri, hvussu
foreldur og vinfólk og annars øll
í familjuni fara at taka tað. Og
um tey vera útstoytt. Tey eru í
eini støðu, har tey halda, at tey
eru einsamøll í allari verðini.
Eisini kann tað vera, at tey eru
uppvaksin við, at tað ein synd at
vera samkyndur, sigur Ulrik.
Tað ger heldur ikki støðuna
betri, at samkynd í Føroyum ikki
hava nakrastaðni at møtast, men
samtsundis sum hann sigur tað,
er hann greiður yvir, at tey hevði
borið illa til at havt ein nátt-
klubba, har samkynd kundu
komið saman, líkasum í Dan-
mark.
- Til tað eru Føroyar ov lítlar
og konservativar í mun til Dan-
mark, har alt er fríari. Tað er
eisini ein vandi fyri, at tey sum
ikki eru samkynd, ikki høvdu
torað at vitja ein tílíkan klubba,
bangin fyri at verða "stemplað"
samkynd, sigur Ulrik.
Sjálvt um Ulrik hevur tosað
við fleiri um, at okkurt átti at
verðið gjørt fyri at samkynd
kunnu koman saman, er ringt at
taka stig til nakað ítøkiligt.
- Kanska er nakað nógv at siga
at samkynd í Føroyum noyðast
av landinum, men eg skilji tey
væl og tað er sera harmiligt, at
ein skal føla, at tað ikki er pláss
fyri einum.
- Tað skal ein hugburðsbroyt-
ing til, og tað kann taka nógv ár,
áðrenn føroyingar hava vant seg
við, at tað eru samkynd í
samfelagnum, sum eisini vilja
viðurkennast. Tað vísur seg at
vera lættari hjá teimum ungu í
dag, har alt verður tosað meira
opið um nærum øll viðurskifti, at
viðurkenna ein, ið skilur seg úr
mongdini. So kanska fara
viðurskiftini at batna.
Hevði ikki viljað verið
øðrvísi
- At eg eri samkyndur er ikki
nakað eg eri keddur av. Eg hevði
ikki viljað verið øðrvísi enn eg
eri. Eg havi góð vinfólk og royni
ikki at goyma, at eg eri sum eg
eri, sigur Ulrik.
Spurdur um, hvat hann heldur
um, at samkynd skulu kunna
giftast og ættleiða børn, er hann
eitt lítið sindur í iva. Tá samkynd
kunnu giftast í einum landi sum
Danmark, heldur hann tað vera
løgið, at man so ikki eisini kann
giftast í Føroyum. Men hann er
ikki vísur í um samkynd skulu
hava rætt til at ættleiða børn,
ájavnt ikki-samkynd.
- Tá hevur ein við eina lagnu
at gera. Fyri tað er tað ikki sagt,
at børn hava tað ringt hjá sam-
kyndum, meira tað, at eitt barn
hevur brúk fyri eini mammu og
einum pápa, heldur Ulrik fyri.
Sjálvur livir Ulrik ikki saman
við nøkrum, og hevur ikki
sjálvur børn, so hann gleðist
heldur um børnini hjá familju og
vinum, og er góður við tey, sum
um tey vóru hansara egnu.
- Sig tað við foreldrini og teir
nærmastu vinirnar um tú ert
samkyndur. Tað gjørdi eg, og tað
eri eg glaður fyri í dag. At
goyma tað er bara tyngjandi. Ein
er tann sami persónurin fyri tað,
sigur Ulrik Skytte at enda.
Altíð verið samkyndur
- Líka síðani eg gekk í barnagarði havi eg vitað, at eg eri samkyndur, sigur
30 ára gamli Ulrik Skytte, sum býr í Havn. Og eisini haldi eg, at foreldur
míni hava vitað tað, uttan at vit hava tosað um tað
- At eg eri samkyndur er ikki nakað eg eri keddur av. Eg hevði ikki viljað verið øðrvísi enn eg eri. Eg havi góð vinfólk og royni
ikki at goyma, at eg eri sum eg eri, sigur Ulrik Skytte
Mynd: Jens Kristian Vang
C
M
Y
K
21
20