Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-09-10, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. september 2010síða 12

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 10. september 2010 · Nr. 131 12 Sosialurin Vilmund Jacobsen Seinnapartin mikudagin var løgreglan umborð á stóra fiskiskipinum Athenu, sum Thor í Hósvík eigur. Løg­ reglan fór umborð, meðan skipið lá uttaná einum frysti farmaskipi, sum lá við nýggja havnarlagið á Oyrar­ eingjum. Athena var komin á Kolla fjørð við veiði, sum skuldi skipast umborð á frysti farmaskipið, og tað var manningin umborð, sum skipaði veiðina yvir. Bergleif Brimvík, politi­ kommiserur, sigur, at orsøkin til, at løgreglan fór umborð á Athenu, er, at ivi hevur verið sáddur um, hvørt útlendska manningin umborð á Athenu hevur loyvi at arbeiða um­ borð, meðan skipið er í før­ oyskum sjógvi og før oyskari havn. Kannar málið – Vit eru eftirlitsmyndugleiki á útlendingaøkinum, og tí var tað okkara uppgáva at fáa staðfest, hvat fer fram umborð á skipinum. Politikommiserurin vísir á, at fyribils er staðfest, at tað var manningin umborð á Athenu, sum skipaði veiðina av Athenu og umborð á frystifarmaskipið. – Sambært svarinum, sum landsstýriskvinnan hev ur fingið frá danska Inte gratiónsministeriinum, kann umskiping fara fram innanfyri 12 fjórðingar, men eg havi skilt, at slík um skiping við útlendskari arbeiðsmegi ikki eigur at fara fram, meðan skipið liggur við bryggju. Bergleif Brimvík leggur kortini aftrat, at løgreglan fer at hyggja nærri at mál­ in um og svarinum hjá Inte­ gratiónsministeriinum, áðr­ enn støða verður tikin til, um meiri skal henda. Møgulig ákæra Spurdur, um væntast kann, at ákæra møguliga verður reist móti reiðarínum, sigur politikommiserurin, at tað dugir hann einki at siga um í løtuni. – Í fyrsta lagi hava vit verið umborð á skipinum og hava fingið staðfest, hvat fer fram. Nú fara vit at kanna eftir, um brot eru framd á útlendingalógina og møguligar kunngerðir, sum eru galdandi í Føroyum. Sum skilst á Bergleifi Brim­ vík er tað ikki óhugsandi, at løgreglan fer at reisa ákæru móti reiðarínum, men fyrst skulu neyðugu kanningarnar gerast, og fyrr enn málið og viðurskiftini eru kannað út í æsir, dugir hann ikki við vissu at siga, hvussu verður. Hann væntar tó ikki, at tað fer at taka langa tíð, áðrenn ein niðurstøða fyriliggur í hesum máli. – Í løtuni dugi eg ikki at siga, hvat útfallið verður – antin ákæra verður reist í málinum ella ikki, sigur Berg­ leif Brimvík, politi kommi­ serur. vilmund@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen Sum skilst, er tað kom ið Anniku Olsen, lands stýris­ kvinnu í lógarmálum, eitt sindur dátt við, at Athena hev ur ligið við bryggju, með­ an útlendska manningin hevur skipað veiðina umborð á eitt frystifarmaskip. – Vit hava ikki spurt Inte­ gratiónsministeriið um júst tann spurningin, tí hetta var mær vitandi ongantíð upp á tal. Nú skilji eg á løgregluni, at útlendska manningin hev­ ur skipað veiðina umborð á annað skip, meðan skipini hava ligið við bryggju, og tá hava vit eina nýggja og keðiliga støðu. Annika Olsen, lands stýris­ kvinna, hevði annars spurt Integratiónsministeriið, hvussu Føroyar skulu fyri­ halda seg, nú skipini hjá Thor í Hósvík, Athena og Poseidon, eru virkin í føroyskum sjógvi eina tíð – við útlendskari manning umborð. – Svarið er, at uttanfyri 12 fjórðingar krevst ikki, at útlendska manningin hevur arbeiðsloyvi í Føroyum. Eru skipini í føroyskum sjógvi eitt styttri tíðarskeið, kann umskiping fara fram nakrar fáar ferðir einar innanfyri 12 fjórðingar. Verður veiðan umskipað reguliga yvir eitt longri tíðarskeiði, krevst eisini arbeiðsloyvi innanfyri 12 fjórðingar. Annika Olsen vísir á, at nú løgreglan hevur staðfest, at útlendska arbeiðsmegin umborð á Athenu hevur um­ skipað veiði, meðan skipini hava ligið við bryggju, er hetta ein nýggj og keðilig støða. – Eg haldi, at tað er ein avgerandi munur, tá av­ skipað verður á opnum havi – og við bryggju, leggur landsstýriskvinnan aftrat. Hon sigur seg tó ikki duga at meta um, hvørt hetta fer at fáa avleiðingar fyri reiðaríið ella ikki. – Løgreglan er eftir lits ­ myndugleikin á útlend inga­ økinum og er í løtuni í holt við at kanna málið. Um málið ikki fær nakrar avleiðingar, tí hetta kanska bara hendir ta einu ferðina – ella, um henda eina ferðin fer at elva til, at ákæra verður reist, liggur ikki í mínum hondum. – Nú fáa vit at síggja, hvør úrskurðurin hjá løgregluni verður, leggur hon aftrat. Sjálv heldur landsstýris­ kvinnan, at hetta málið hevur fingið eina keðiliga vend, nú tað er greitt, at avskiping er farin fram við útlendskari arbeiðsmegi, meðan skipið hevur ligið við bryggju. – Men, sum sagt, eri eg ikki før fyri at meta um, hvat – og um nakað – kann spyrjast burtur úr hesum, sigur hon. Annika Olsen vísir at enda til fiskiloyvi hjá skipinum, har manningin henni kunn­ ugt ikki hevur fingið loyvi til at umskipa veiði í føroyskari havn. – Henda vend, sum málið nú hevur fingið, undrar meg tí eitt sindur, og eg haldi, at hetta er keðiligt, sig ur landsstýriskvinnan í lógar­ málum. vilmund@sosialurin.fo møgulig Ákæra móti athenu EFTIRLIT Í fyrsta lagi hava vit verið umborð á skipinum og hava fingið staðfest, hvat fer fram. Nú fara vit at kanna eftir, um brot eru framd á útlendingalógina og møguligar kunngerðir, sum eru galdandi í Føroyum, sigur Bergleif Brimvík, politikommiserur – Nú hava vit eina nýggja støðu ATHENA Landsstýriskvinnan í lógarmálum, Annika Olsen, sigur, at henni kunnugt skuldi Athena ikki umskipa veiðina við bryggju, men úti á havinum. – Nú hava vit eina nýggja og keðiliga støðu, sigur landsstýriskvinnan Athena liggur uttaná einum frystifarmaskipi við nýggja havnalagið á Oyrareingjum og avskipar veiði Mynd: Vilmund Jacobsen … í løtuni dugi eg ikki at siga, hvat útfallið verður… BERGLEIF BRIMVÍK