fríggjadagur 10. september 2010síða 11
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 131 · 10. september 2010
11
VIKUSKIFTI
Ikki øll tóku undir við at FSF gjørdi
av at luttaka í altjóða kappingum
undir FIFA og UEFA. Merktu
tit leikarar nakað til tað?
Ja, heilt avgjørt. Tað var ein stórur partur av
fólkinum, ið ikki var við upp á tað, og serliga
tá vit funnu út av, at vit skuldu spæla okkara
heimsdysti á útivølli og ikki í Føroyum. Tað var
annars tosað um, at um undantaksloyvi fekst,
kundi tað kanska vera ein fyrimunur at spæla
á teimum vøllum, ið vit høvdu her í Føroyum.
Lyndið í føroyinginum er at ræðast alt, ið
fremmant er, og so vóru fólk eisini bangin fyri,
at vit fóru at gera okkum fyri skommum. Men
tað tóku vit so bara sum eina eyka avbjóðing.
Var tað rætt at fara upp í altjóða fótbólt
tá, ella skuldu vit havt bíða, til vit
vóru klárir – ella høvdu vit nakrantíð
blivið meira klárir, enn vit vóru tá?
Nei, vit høvdu onganíð blivið klárir. Vit kundu
havt sett ein arbeiðsbólk niður og verið vísir
í, at vit ongantíð komu víðari harfrá, sum vit
vóru tá. Vit komu frá einum Oyggjaleikum,
har munurin var ógvuliga stórur á okkum og
hinum, og har var einki millumting. So eg
haldi tað var rætt at fara upp í tá, og eg haldi
tíðin hevur víst, at tað var ein røtt avgerð.
Í fyrireikingunum upp undir fyrsta
dystin stóð ein tepur sigur á Hetlandi
og eitt stórtap móti Brøndby á
skránni. Stúrdu spælararnir fyri
dystinum móti Eysturríki?
Tað vil eg siga nei til uttan at ivast eina
løtu. Vit vóru ógvuliga uppsettir til dystin,
og vit trúðu veruliga, at vit kundu fáa
eitt gott úrslit. Vit høvdu sæð teir í HM-
kappingini um summarið, og hóast eitt
lið, sum kemur til HM er gott, so vóru
teir ikki ræðandi, so nei, tað var eingin, ið
risti í buksunum upp undir tann dystin.
Hondina á hjartað: Var tað nakar
við tilknýti til føroyska liðið,
ið veruliga trúði upp á, at tit
kundu fara at vinna dystin?
Heilt avgjørt. Og eg havi sagt tað áður, at
eg hevði eina heilt fantastiska góða kenslu
undan dystinum, og eg nevndi eisini fyri
onkrum blaðmanni, at eg føldi, at vit kundu
kanska vinna dystin. Og tað var ein verulig
kensla, hóast tað ofta kann verða ein stór
gjógv millum kenslur og veruleika, men eg
eri vísur í, at hinir leikararnir føldu tað sama,
annars høvdu vit ikki kunna vunnið dystin.
Hvør var kenslan, tá Torkil skoraði?
Hon var jú heilt fantastisk. Men eitt tað
fyrsta, eg minnist, er at eg hugsaði, hvat
mundi vera eftir av dystinum, tí nú skuldu
vit royna at halda tað. Eg minnist eisini, at
vit komu til hálvleik við javnleiki uttan at
hava verið undir serliga stórum trýsti, og
tað var eisini ein lítil sigur í sjálvum sær.
Hetta vóru jú topptrimmaðir leikarar, vit
leiktu ímóti, meðan vit vóru reindyrkaðir
amatørar, men tíbetur virkaði høvdið kalt, og
vit vónaðu at fáa okkurt burtur úr dystinum.
Hvussu var at koma heim aftur til
Føroya til ein fagnað, sum ongantíð
áður er sæddur í søguni?
Tað var púra óveruligt, og ikki fyrr enn nógv
ár aftan á er tað gingið upp fyri okkum,
hvussu stórt hetta í veruleikanum var fyri
Føroyar og føroyingar. Vit hoyrdu, at tað
skuldi verða ein lítil móttøka á flogvøllinum,
men tað gjørdist púra ófatiligt. Tað vísti seg,
at har vóru fólk allastaðni í øllum bygdum,
har vit komu framvið. Sjálvt í Vestmanna,
ið annars er ein hondbóltsbygd burturav,
heirðaðu fólk liðnum, og tað endaði við
einum klimaks á Vaglinum, har vit høvdu etið
ein døgurða í ráðhúsinum. Tá vit komu út
aftur, var tað meiri fólk har, enn á ólavsøku.
Eg trúgvi, at tá tað er so stórt, registrerar
tú tað ikki fyrr enn kanska fleri ár aftaná.
Fleiri fótbólts»serfrøðingar«
vilja vera við, at tað var tú, sum
legði taktikkin heldur enn Páll
Guðlaugsson. Hvat sigur tú til tað?
Nei, tað kann eg greitt avvísa. Hann var
venjarin, og hann var avgjørt rætti venjarin til
tað fólkið, sum var tá. Vit skulu minnast til, at
hann var rættiliga ungur og óroyndur, og tað
vóru fleri av spælarunum, ið høvdu líka drúgvar
royndir, eisini sum venjarar. Men hann hevði
hetta íslendska, eitt sindur svaka, eitt sindur
tjóðskaparsinnaða, og dugdi væl at yvirføra tað
á leikararnar, men var eisini eitt sindur heppin
við tað, at fleiri av leikarunum vóru rættiliga
búnir. Men tað var hann, sum legði taktikkin.
Hevur landsliðið síðani fingið eitt
úrslit, sum bara kann minna um
sigurin á Eystuíki í Landskrona?
Skal eg vera heilt erligur, so nei. Men
umstøðurar hjá landsliðnum eru vorðnar so
ómetaliga nógv betri enn tær, vit høvdu, bæði
hvat venjing og øðrum viðvíkur. Nú hava vit
leikarar við drúgvum royndum, meðan vit ongar
royndir høvdu av nøkrum slag. Og tá vit so
hava fingið tey hóast alt góðu úrslitini, sum vit
hava fingið, so er tað eingin heimssensatión,
sjálvt um tað kann vera eitt óvæntað úrslit.
Tosa fólk framvegis við teg
um sigurin á Eysturríki?
Heilt avgjørt. Tað kemur meiri enn so fyri,
og kanska serliga tá landsliðið hevur verið í
dysti. Nú var eg ein partur av tí, sum hendi
tá, og verið mintur um tað fram um tað, ið
eg kanska havi gjørt síðani. Men tað stingur
ógvuliga djúpt við sigrinum í Landskrona, og
øll, sum vóru við tá – bæði leikarar, áskoðarar
og onnur – eiga tað upplivilsi í felag, og
sum eingin fer at gloyma nakrantíð.
Jóannes Jakobsen
Gekk upp fyri okkum ár seinni
lagt tIl rættIs: Leo Poulsen
Mynd: áLVur HaraLdSEN
Sunnudagin eru liðin 20 ár, Síðani Føroyar Skaptu SEnSATIón Í LAndSkronA við at vinna okkara
FyrSta eM undandySt á EySTUrÍkI. við eitt vekk vóru FøroySkir FótbóltSleikarar HEIMSkEndIr.
vit hava toSað við JóAnnES JAkoBSEn uM MótStøðuna Móti FøroySkari luttøku, kenSlurnar ið
Fylgdu við SigrinuM, Móttøkuna og uM tað at vera partur av STørSTA LIðAVrIkI í Føroya Søgu.