fríggjadagur 10. september 2010síða 11
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Fríggjadagur 10. september 2010 · Nr. 131
Sosialurin
Áki Bertholdsen
Tað er ein stór ábyrgd at
verja og varðveita tað fyrsta
føroyska flaggið.
Tað
staðfesti
Andras
Mort ensen, landsantikvarur
á hátíðarløtu í Fámjin miku
dagin, har Tryggingarfelagið
Føroyar, handaði fámjing ing
um eitt eldfast og tjóvarítrygt
glasskáp, sum Merkið skal
varðveitast í.
Hann
sigur,
at
hesa
ábyrgd ina hevur Kirkjuráðið
í Fámjin, men í veruleikanum
hvílur hon á okkum øllum,
legði hann afturat.
Í fagnaðarrøðu síni nam
hann eitt sindur við varð veit
ingarsøguna hjá heum fyrsta,
føroyska flagginum
Flaggið, sum hongur í
kirkjun í Fámjin, er fyrsta
Merk ið í vanligari stødd,
sum er gjørt, og tað er seym
að á Nordisk Flag og Fane
fabrik í 1919 eftir umbøn frá
fámjinginum, Jens Oliver
Lisberg.
– Tá Jens Oliver fór heim
tað árið, hevði hann tað við,
og fyrstu ferð Merkið varð
vundið á stong í Føroyum,
var í Fámjin tann 22. juni
1919.
Landsantikvarurin segði,
at tá ið Jens Oliver fór niður
aftur, var flaggið verandi
eftir heima hjá familjuni og
brúkt sum tjóðflagg líka til
16. juli 1952, tá familjan bað
um loyvi at hanga tað upp
her í kirkjuni.
Tað varð sjálvandi játtað.
Mátti umvælast
Men áðrenn tað kundi fremj
ast í verki, mátti tað um
vælast, tí tað var væl slitið
eftir 33 ára brúk. Systirdóttir
Jens Oliver, Hansy Højgaard,
sum vit eisini kenna sum
tann, ið formgav ta føroysku
studentahúgvuna, fekk til
uppgávu at taka upp samband
konserveringsverkstaðið hjá
danska tjóðsavninum og fekk
tað niður hagar at umvæla.
Landsantikvarurin
segði,
at vítt tey duga at síggja, ar
hetta í 1954.
Hitt Føroyska Stu denta
fe lagið í Keypmannahavn
kom eisini upp í leikin, og
tað fekk listamannin, Janus
Kamban, at gera eina rammu
at montera tað í, og á sumri í
1955 kom tað so upp at hanga
í kirkjuni á suðurvegginum.
Í fyrstuni hevði Føroya
Fornminnissavn
sum
so
einki við henda tjóðgrip at
gera – hann var eitt mál, sum
kirkjuráðið tók sær av.
– Men í 1988 komu so boð
eftir okkum, tí tá vórðu vit
uppringd av formanninum í tí
Føroyska Studentafelagnum
í Keypmannahavn, tí av
mong um kenda Karl Nolsøe,
sum hevði frætt frá einum
skyldmanni, at Merkið í
Fámjins kirkju ikki hevði
tað so gott og var við at for
farast.
Hann kendi tað sum sína
skyldu at boða frá, tí flaggið
varð fyrstu ferð borið fram
av Studentafelagnum, og tey
kendu tað sum eina nátúrliga
skyldu at gera vart við spurn
inginum, um flaggið skuldi
verða tryggjað fyri fram
tíðina.
Sporini skuldu síggjast
Fornminnissavnið
fór
beinan veg in at kanna málið
og setti seg í samband við
sókn arprest og kirkjuráðið
um spurn ingin.
Tað vildi soleiðis til, at
mann júst var í ferð við at
gera kirkjuna ístand innan,
og í tí sambandi skuldi
flaggið eisini takast niður.
Tann 2. november 1988
vóru fólk av savninum so
suðuri í Fámjin saman við
Eivindi Vilhelm bispi, sum
eisini hevði onnur ørindi, og
tóku flaggið niður.
– Bispur helt tá, at tað
var eins gott, at vit tóku
tað norður til Havnar, nú
vit skuldu taka okk um av
konserverings spurn inginum
kortini.
Og so varð gjørt. Men í
heilt góða jørð fall tað ikki
hjá fámjiningum, tí teir bóru
ótta fyri, at fór tað til Havnar,
kom tað ikki aftur.
– Men soleiðis gekk tað
sjálvandi ikki, tí tað var
hvørki avtalað ella ætlanin.
Andras Mortensen for
taldi, at flaggið fór til Havnar
og varð fyribils lagt á goymslu
hjá Føroya Fornminnissavni,
meðan kannað var, hvat ger
ast skuldi.
– Og um várið 1989 fingu
vit
ein
danskan
tekstil
konservator upp at umvæla
tað, og kirkjuráðið játtaði at
gjalda fyri umvælingina.
Hann segði, at flaggið varð
umvælt varisliga.
– Men í konserverings til
gongdini varð dentur lagdur á,
at tað ikki skuldi restaurerast
ella afturførast, um tað varð
gjørligt, tí hildið varð, at
tað hevði bæði søguligan
og
varðveitingarsøguligan
týdn ing at síggja, hvussu
brúk og tíð høvdu sett síni
spor, at varðveita ta slitnu
út sjóndina frá brúki í mong
ár.
Silkikrepelin varð litað í
hóskandi nuansum og lepar
av tí litaða klæðinum varð lagt
undir holini í flagg dúkinum
og seymaðir fastir fram við
kantinum við klønum silki
tráði. Eitt nýtt bak grunds
klæði varð sett á tann upp
runaligu bakplátuna, sum
ventilatiónshol vórðu borað
í í erva og neðra.
Konservatorurin
mælti
til, at dentur varð lagdur á at
verja flaggið fyri beinleiðis
sólarljósi og at luftin í rúm
inum var støðugt, soleiðis at
tann relativa luftvætan lá
ímillum 55 og 65 %.
Hava fylgt við
Tilmælini frá konservator
inum vórðu fylgd, og tann
22. juni 1989, 70 ár eftir, at tað
á fyrsta sinni varð sýnt fram
fyri bygdarfólkinum, hekk
tað aftur í kirkjuni.
– Fyri varðveitsluna var
tað hildið at vera best ráðiligt,
at ramman við flagginum
varð flutt á vesturveggin
móti forkirkjuni, har veðrið
úti ikki ávirkaði inniluftina
so nógv. Somuleiðis varð
filtur sett á rútin fyri at
verja móti niðurbrótandi
ljós strálum. Hetta filtur var
eisini ein eyka trygd um
glasið brotnaði, so splintur
ikki komu at flaggdúkinum.
– Síðan tað varð hongt
upp aftur, hevur Føroya Forn
minnissavn fylgt við, hvussu
flaggið í Fámjin hevði tað.
– Og tað sær út til, at
broyt ingarnar í uppheing
ingini hava havt gagnlig
árin. Í hvussu so er, tykist
varðveitingarstøðan
eftir
umstøðunum at vera rímiliga
støðug og í lagi.
Men hann fegnaðist um,
at Tryggingarfelagið Føroyar
nú verið so beinasamt at taka
stig til, at hesin tjóðskaparligi
dýrgripur føroyinga verður
enn betri vardur.
r verður
r varDur
Kirkjan í Fámjin var stúgvandi full á hátíðarhaldinum, tá ið gávan varð handað
Eisini Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í
mentamálum, fegnaðist um gávuna, sum tryggjar
ein av okkara dýrmettastu mentanarligu dýrgripum.
Her er hon í práti við Jónsvein Bech, sóknarprest