Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-09-10, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. september 2010síða 10

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 131 · 10. september 2010 10 VIKUSKIFTI Um tú vilt liva eitt lukkuligt lív, knýt so lívið at einum máli – ikki at fólki ella lutum. Albert Einstein 10 tIng um Wayne Rooney Hann er fremsti enski fótbóltsspælarin í løtuni og í andgletti fyri sítt privatlív, men Hvør er Wayne rooney? lagt tIl rættIs: Uni Holm Johannesen Wayne Rooney varð føddur í býarpatinum Croxteth í Liverpool hin 24. oktober í 1985. Foreldrini eru Thomas Wayne og Jeanette Marie Rooney, sum hava ættarbond úr Írlandi. Hansara stóra fyrimynd er Ducan Ferguson, sum var framherji hjá Everton í 90-árunum. Wayne Rooney fekk ungdómssáttmála við Everton, tá hann var 10 ára gamal. Hin 19. oktober í 2002, fimm dagar áðrenn sín 17 ára føðingardag, stóð Rooney fyri sigursmálinum, tá Everton vann 2-1 á heimavølli móti Arsenal, sum ikki hevði tapt í seinastu 30 landskappingardystunum. Manchester United gav Everton heili 25,6 milli- ónir pund fyri framherjan. Newcastle United var nær við at fara knýta Rooney at hópinum fyri 18.5 milliónir pund, men hann valdi Manchester United í seinastu løtu. Rooney skeyt trý mál og legði upp til eitt, tá hann fyrstu ferð spældi í reyðu troyggjuni hjá Manchester United. Enska stórfelagið vann 6-2 á Fenerbache í Champions League hendan dagin. Rooney hevur tveir yngri beiggjar – Graeme og John. John Rooney, sum eisini er framherji, er 20 ára gamal og varð leingi knýttur at ungdómsdeildini hjá Everton, áðrenn hann skifti til Macclesfield í 2008, sum spældi í triðbestu ensku deildini. Hann skifti í summar til Portland Timbers, sum spælir í næstbestu deildini í USA. Graeme spælur ikki stórvegis fótbólt – hann hevur hinvegin roynt seg sum sjónleikara. TaWayne Rooney fann sær Coleen Rooney í 2004. Tey giftust hin 12. juni í 2008. Wayne Rooey er 24 ára gamal í dag. Hann hevur longu givið tvær sjálvævissøgur út – »My Story So Far« og »The Official Wayne Rooney Annual«. 1 2 3 4 5 7 6 8 9 10 fekk sáttmála sum 10 ára gamal 1 Hvussu eitur íslendski forsætisráðharrin, sum hevur verið á vitjan í Føroyum hesa vikuna? 2 Kvinnuligur danskur tennisspælari hevur hesa vikuna gjørt vart við seg í uS Open. Hvussu eitur hon? 3 Í vikuni hevði Dimmalætting veljarakanning. Hvør flokkur var størsti flokkur í hesi kanning? 4 Hvør flokkur var í somu veljarakanning minsti flokkur? 5 Føroya Fiskimannafelag bleiv stovnað í 1911. Í okkara tíð hevur ein maður verið formaður í nógv ár - frá 1971 til 2007. Hvussu eitur hann? 6 Í vikuni boðaði Landsverk frá sparingum. Hvussu eitur stjórin á Landsverki? 7 Á aðalfundinum hjá Faroe Seafood legði nevndarformaðurin frá sær. Hvussu eitur hann? 8 Hann er kendur sum vøddabyggjari og sjónleikari, men nú er Arnold Schwarzenegger politikari í uSA. Í hvørjum landi var Schwarzenegger føddur? 9 Kendur danskur fótbóltsspælari boðaði í vikuni frá, at hann hevði fingið krabbameini. Hvussu eitur fyrrverandi danski fótbóltsspælarin? 10 Hesa vikuna verður action-filmurin SALT frumsýndur í biohøllum kring Europa. Hvussu eitur kvinnuligi høvuðsleikarin í filminum? 1-4 ikki nóg gott 5-7 tú fylgir hampuliga væl við 8-9 tú fært tað mesta við 10 Veist tú alt? 1. Jóhanna Sigurðardóttir, 2. Caroline Wozniacki, 3. Tjóðveldi, 4. Sjálvstýrisflokkurin, 5. Óli Jacobsen, 6. Oyvindur Brimnes, 7. Anfinn Olsen, 8. Eysturríki, 9. Brian Laudrup, 10. Angelina Jolie SvAr