Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-09-10, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. september 2010síða 10

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 10. september 2010 · Nr. 131 10 Sosialurin Í sambandi við 70 ára føð­ ingardagin hevur Trygg­ ingarfelagið Føroyar givið øllum føroyingum eina stór fingna gávu. Tað er ein gáva, sum tryggjar eina av okk ara allarfremstu ment anar­ dýrgripum, nevniliga tað fyrsta føroyska flaggið, Merkið, sum hongur í kirkjuni í Fámjin. Í hesum sambandi hev­ ur Tryggingin útvegað eitt serligt glasskáp, sum er bæði eldfast og sum tryggjar Merkið móti stuldri. Skápið varð handað kirkjuni í Fámjin á hátíðar­ løtu í kirkjuni mikudagin við røðum og sangi. Skápið tryggjar flaggið ímóti eldi í tveir tímar og tað serliga glasið verjir sam stundis ímóti, at flaggið ferst av sólarljósi. Skápið tryggjar eisini ímóti stuldri – og so vigar tað 600 kilo, so tað er ikki nakað, ein bara tekur und­ ir armin. Bæði Kirkjuráðið í Fám jin, landsstýris­ kvinn an í mentamálum, Helena Dam á Neystabø, Andras Mortensen, lands­ antikvarur og Jósvein Bech, sóknarprestur, fegn að ust stórliga um, at Tryggingin á henda hátt hevði hugsað um ein av okkara dýrmettastu mentanardýrgripum. Annars hevur Merkið hingið í einum mestsum óvart í einum glasskápi í kirkjuni í Fámjin í eina hálva øld. Gunnar í Liða, stjóri í Tryggingarfelagnum Før­ oyum, segði at hann er eyðmjúkur, nú hann fekk høvið at handa kirkju­ ráðnum í Fámjins Kirkju hesa gávu, ið kann vera við til at varðveita eina av okkara kærastu felags mentanarognum. – Merkið stendur okk um øllum nær. Tað er ein partur av okkara samleika, ein partur av okkara felags søgu og ein partur av okkara siðaarvi. Merkið vekir serligar kenslur í okkum, tað er eitt symbol uppá okkara tjóð, og vit verða øll errin og glað, tá ið vit síggja Merkið veittra. Eg haldi, at eg kann siga at hetta er heimsins vakrasta flagg. Í mínum eygum er tað heimsins vakrasta flagg, bæði tí at litirnir hóska ómetaliga væl saman, og so eisini, tí at tað sym­ boliserar okkara land, sum vit øll elska, segði stjórin í Tryggingini. Nógvar avbjóðingar Helena Dam á Neystabø helt, at vit geva okkum ikki altíð far um, hvussu týdningarmikið tað er at varðveita tjóðargripir okkara. – Fer ikki eitt miðvíst varðveitingararbeiði fer fram, forferst arvurin frá forfedrum okkara, og vit gerast fátækari. – Vit hava nógvar av­ bjóðingar á varðveit ing­ ar økinum, á øllum søvn­ unum hava vit dýrgripir, sum vit mugu ansa eftir og goyma til okkara eftir­ komarar. ­ Tí eri eg so fegin um, at hetta stigið nú er tik­ ið í dag, og eg vil sum landsstýriskvinna vegna Føroya fólk takka Trygg­ ingarfelagnum Føroyar fyri gávuna, sum eisini er ein gáva til eftirkomarar okkara, segði Helena Dam á Neystabø. Eisini Jónsvein Bech, fagnaði flagginum og tos­ aði um, tann serliga týdn­ ing, sum krossmerkið í tí hevur, áðrenn hann at enda takk aði Tryggingini fyri hesa stórfingnu gávu. Nú er vakrasta flagg í verðini betur vart Dýrgripu enn betu MERKIÐ Ábyrgdin at verja fyrsta føroyska flaggið, sum hongur í kirkjuni í Fámjin, hvílur á okkum øllum, sigur Andras Mortensen, landsantikvarur Gunnar í Liða, tryggingarstjóri, handar Ann-Marie Hammer, forkvinnu í kirkjuráðnum, gávuna. Hóast talan er um eitt stórt og tungt skáp, fellur tað avbera væl inn í bróstið