Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-09-10, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. september 2010síða 9

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 131 · 10. september 2010 9 VIKUSKIFTI • Nú kann tað vera nokk!!! Arbeiðs­ gevarin skal blanda seg uttanum. Alt hetta heilsu tyraniið er farið út um øll mørk. Eru vit fræls menniskju ella hvat? • Eg hevði ikki funnið upp á at sett eitt ósunt, skitið ella tatoverað fólk í starv. Heldur ikki tjúkk ella sjúk fólk, tí tey framleiða also minni. Eg skal hava yvirskot og ikki hjálpa fólki av við fiti ella misnýtslu. • At hann er stjóri gevur honum ikki førleika at handfara alt møgu ligt annað um meg. Hetta er ein glíðibreyt, sum er til at fáa marruna av. • Um ein arbeiðsgevari sær, at eitt starvfólk oyðileggur sítt lív við ósunnum lívsstíli, er tað so ikki hansara etiska skylda at hjálpa viðkomandi, í staðin fyri at koyra hann úr starvi? Eitt fólk við stór um trupulleikum skal hava tilboð um hjálp, so tað kann vera á arbeiðs plássinum. Verðin er ikki altíð svørt/hvít. • Arbeiðsgevaragoldin heilsu eftir­ lit og – sjúkratryggingar elva til manna mun millum tey á arbeiðs­ marknaðinum og tey uttanfyri. Tað almenna eigur at rinda heilsueftirlit fyri allar borgarar! • Løgið, at so nógv fokus er á heilsu og langt lív, tá politik arar og vinnulív onki leggja í fólk, tá tey verða gomul. Keldur: Etiska Ráðið og Politikenw ERT TÚ SAMD ELLA ÓSAMD? Brot úr kjaki um heilsueftirlit á arbeiðsplássinum. Etiska Ráðið hEvuR tikið spuRningin um heilsueftirlit á aRbEiðsplássinum upp. tí hvaR gonguR maRkið fyRi, hvussu langt arbeiðsgevarin kann blanda seg upp í hEilsustøðuna hjá tí Einstaka? Etiska Ráðið lEitaR EftiR markinum Arbeiðsgevarar hava medábyrgd Millum sjónarmiðini hjá Etiska Ráðnum finna vit tað hjá nevndarliminum Karin Verland, cand.med, sum vísir á, at arbeiðsgevarar hava medábyrgd, tí fólk eru til arbeiðis stóran part av lívinum. – Teir 8 árbeiðstímarnar verða tey ávirkað av tí, sum fyritøkan bjóðar, so sum kantinu, baðiumstøðum, venj­ ingarhøli .. og ikki minst av mentanini og umhvørvinum á staðnum. Ar beiðs gevarin skal helst ikki forða fólki í at liva eitt sunt lív, sigur Karin Verland. Hon trýr upp á at starvsfólk eru áhugað í heilsuni. – Og tá arbeiðsplássið javnan bjóðar heilsueftirlit, eru stór sannlíkindi fyri, at sjúkur verða funnar í góðari tíð, so viðkomandi kann koma í viðgerð í góð ari tíð. Hon vísir her á, at sunnari og glaðari starvsfólk geva eyka bonus hjá arbeiðsgevaranum við at: • Minka um sjúkrafráveruna • Økja framleiðsluna • Bøta um umdømið • Geva betri møguleika fyri at lokka skikkað fólk til sín • Geva betri møguleika fyri at halda og at motivera starvsfólkini Lat læknan um tað Í hinari grøvini finna vit sjónarmiðið hjá Lotte Hvas, Dr.med, næstforkvinna í etiska ráðnum. Hon vil vera við, at arbeiðs ­ plássið skal ikki leita eftir brek um, lýtum ella sjúkueyðkennum hjá starvsfólkunum, men bøta um karmarnar sum heild. Eitt nú við góðari kantinu, roykipolitikki, møguleika fyri flextíð, atgongd til venjingarhøli og tilboð um alkoholavvenjing. – Men, at lata stjóran hava ábyrgd fyri heilsustøðuni hjá tí einstaka er illa umhugsað. Skulu MUS samrøðurnar (starvsfólkasamrøður) nú snúgva seg um, hvørt viðkomandi roykir, drekkur ella vigar ov nógv? Nei, hon skal snúgva seg um arbeiðið, sigur hon, og rópar heilsueftirlitini fyri eitt slag av fast­food fyribyrging: Populert og lætt keyptar tómar kaloriur. – Tí, mótsætt stjóranum, hevur óhefti, almenni læknin ongi egináhugamál, har hann ynskir tann sjúka frískan aftur skjótari enn neyðugt, ella at fyritøkan skal hava avlop á botnlinjuni, sigur hon, og greiðir frá, at tað eru partarnir á arbeiðsmarknaðinum, sum gera av, nær arbeiðsgevarin skal hava innlit í heilsustøðuna hjá starvsfólkum. – Og lat tað eisini vera soleiðis fram yvir, staðfestir næstforkvinnan í Etiska Ráðnum, sum endar við orðunum: Lat stjóran vera stjóra og far so til læknan, um heilsan bilar. Lat mín hvílipuls fáa frið R enn og sveitta og gakk og renn og et nú sunt og bít í súreplið og verð so for fanin lukkulig! Heilsufingurin hevur nú verið havdur á lofti í so mong ár, at boðskapurin um eitt langt og sunt lív er vorðin eitt heilagt mantra við sjálvpromoveraðum frelsarum og heilsumyndugleikunum á odda. Og mitt í herinum av fólki, sum ynskja tær eitt laaaangt og lukkuligt lív, finna vit sjálvandi pávan himself: stjóran, sum elskar teg so forferdiliga nógv, at hann kann ikki lata vera við at bjóða tær eitt árligt heilsueftirlit, persónligt fitnesskort og eitt súrepli í staðin fyri eina cerutt. Hetta minnir meg á eina hending, sum fór fram fyri einum ári síðan ella so. Pling, segði tað fyri 300. ferð tann dagin, og enn ein mailur poppaði inn á telduskíggjan á skriviborðinum í Miðlahúsinum. »Vit hava fingið tilboð um heilsueftirlit í døgurða­ tímanum í morgin. Tað koma fólk at máta blóðtrýst, kondital, feittprosent, kolesterol, bjølg.. og so framvegis. Sigið til, um tit vilja luttaka!« (Har var onki tilboð um at máta lívsgleði, kærleika ella felagsskapskenslu, sum eftir mínum tykki er nógv meiri viðkomandi fyri lívsgóðskuna enn hvílipulsurin!) Og eg sá meg sjálva í umkalfatraðu kantinuni. Hang andi á einari kondisúklu við hjartamátara í nakkanum og fepurmálara í reyvini og leidningum úr næsagluggunum, meðan ein totaliter blondina í hvítum kitli og útfyllingarskjali og kúlupenni noteraði úrslitini. – Hey, tú hingamla – sprong nú ikki ljóðmúrin, letur í einum ávísum suðriskum starvsfelaga, bara tí eg vigi eini tvey ella sjey kilo ov nógv og ikki beinleiðis bresti súkkluna. Men blaðmannakórið brestur sjálvandi útúr. So eg svari resolutt upp á tilboðið um heilsu­ eftirlit: – Nei takk. Um eg eri sjúk fari eg til læknan. Hetta er mítt arbeiðspláss! Fínasta slag við ágóðum so sum fruktskipan, vatnkølara ella einum góðum kontórstóli. Men so heldur ikki longri. Lat meg um at røra meg – í frítíðini, takk! Tí heilsueftirlit í døgurðatímanum fór langt, langt inn um mítt persónliga mark. At onkur alment settur fólkaheilsufreakur upp á projektbasis soleiðis noyddi meg at taka støðu til privatu heilsuna mitt í opna landsskapinum á Tórsgøtu. So ein undirlutakensla legði seg um mítt annars so risastóra, runda ego: Var eg og mín vánaliga kondi og mítt tunga korpus og mítt rungandi organ nú knappliga minni vert enn tað hjá hinum? Kanska eru hini betri menniskju enn eg? Kanska endi eg aftast í røðini til komandi lønarsamráðingar, tí eg ikki hoppi upp á bólkatrýst ella renni undan massapsykotiskum deyðs­ og lívsótta – í arbeiðstíð. Kan man egentliga keypa sær avlát fyri dovinskap við at rinda meiri í skatti enn hini? Hví kunnu eg og dellurnar ikki bara fáa frið, tá vit eru til arbeiðis? Um tit elska meg so nógv, hava so stóra umsorgan fyri mær, kunnu tit so ikki bara geva mær eitt klemm ella eina greipu av røstum fiski? Eg, sum sambært læknanum havi heilsu sum ein teenagari, also kanska ikki í stramheit, men annars. Men tað vita hini á arbeiðsplássinum jú ikki. So hvat skal eg brúka eina góða heilsu til, um øll onnur ikki vita tað? Komi eg allíkavæl í fólkaheilsuhimmiríkið, um eg ikki sveitti blóð og spýggi grønt í tí offentliga? Kanska eg taki hesar spekulatónir upp aftur ein annan paranoidan mánadag. Fyribils takki eg bara fyri, at tað framvegis er upp til okkum sjálvi, um vit arbeiða, roykja ella jogga okkum í hel – á arbeiðsplássinum! KlUmma Hvat skal eg brúka eina góða heilsu til, um øll onnur ikki vita tað? Rigmor Dam