Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-09-10, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. september 2010síða 9

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Fríggjadagur 10. september 2010 · Nr. 131 Sosialurin Søkt verður eftir dugnaligum sølufólki til Bakkafrost Sales, Glyvrar. Bakkafrost Sales tekur sær av allari sølu hjá Bakkafrost samtakinum. Vørurnar verða seldar á altjóða marknaðinum, serliga í EU, USA, Eystur­ evropa og Fjareystri. Arbeiðið fevnir í høvuðsheitum um sølu av vørum hjá Bakkafrost, sam­ skifti við kundar, gerð av søluuppgerðum, avrokningar, skrásetingar, greiningar v.m. Útbúgving og førleikar · Tú hevur viðkomandi útbúgving · Tú dugir enskt í skrift og talu · Tú hevur góðan telduførleika Persónligir eginleikar · Tú ert fyrikomandi · Tú hevur lætt við at samskifta · Tú ert fleksibul · Tú hevur eitt skipað arbeiðslag · Tú dugir at arbeiða sjálvstøðugt · Tú torir at taka avgerðir Løn og setanartreytir Løn og setanartreytir eru í samráð við leiðsluna. Umsókn Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, CV og viðkomandi skjølum verða at senda til P/f Bakkafrost Sales Att.: Frederik Hansen, søluleiðara Bakkavegur 9 FO­625 Glyvrar ella við teldubrævi til frha@bakkafrost.com Umsóknarfreistin er 19. september 2010. Meira at vita? Vilt tú hava meira at vita um starvið, kanst tú seta teg í samband við Frederik Hansen á tel. 23 50 04. Bakkavegur 9 · PO Box 221 · FO­625 Glyvrar · Tel +298 40 50 00 · Fax +298 40 50 09 · www.bakkafrost.com SØLUFÓLK TIL BAKKAFROST Bakkafrost er størsta alifyritøka í Føroyum. Bakkafrost hevur ræði á allari virðisketuni frá smolti til liðugvøruframleiðslu. Bakkafrost framleiðir m.a. feskan laks til sushimarknaðin og lidnar porsjónsvørur til stórar handilsketur. Bakkafrost leggur dent á lívfrøðiliga trygd, dugnalig starvsfólk, lágkostnaðarframleiðslu, virðisøking og vakstrarmøguleikar. Bakkafrost er skrásett á Oslo Børs. Umleið 450 starvsfólk starvast á Bakkafrost. STARVSFóLK sansir.fo Leo Poulsen – Vit tóku stig til ein fund millum álitisfólkini á Landssjúkrahúsinum, og á tí fundinum samdust vit um at snikka eitt mótmælisskriv saman, og savna undirskriftir inn millum starvsfólkið, sigur Harald Hammer Haraldsen, ið er eitt av álitisfólkunum á Landssjúkrahúsinum. Og stigtakararnir eru væl nøgdi við undirtøkuna. – Hon hevur verið ógvuliga góð. Vit fóru runt á deildirnar við listunum hósdagin, mn av tí at starvsfólk arbeiða í vaktum hava ikki øll havt møguleika at skriva undir. Vit vóu so eftir listunum aftur týsdag, og hóast stutta skotbráið og nógvu starvsfólkini, ið ikki fingu høvi at skriva undir, fingu vit inn 409 undirskriftir, sigur eitt annað av álitisfólkunum, Una Dalsgaard. Umboð fyri starvsfólkið vóru úti í Tinganesi klokkan 11.30 í gjáramorgunin og handaðu løgmani tær 409 undirskriftirnar. – Løgmaður var blíður og bjóðaði okkum inn, og vit heittu so á hann um at taka málið upp. Vit vísa millum annað á, hvussu tað ber til, at bara við at siga stjóran upp, ber til at fáa bæði eykajáttan og hvat veit eg sum ikki bar til, áðrenn stjórin varð uppsagdur, sigur Harald Hammer Haraldsen. Løgmaður lovaði at taka sær av málinum í størsta álvara. – Og tað vóni eisini hann ger, tí tað sær út til, at Allan Skaalum hevur fingið eina ótrúliga stóra uppbakking frá starvsfólkinnum, og hevur verið okkum ein góður stjóri, sig Harald Hammer Haraldsen. Vóna tað besta Fleiri stjórar eru seinastu árini koyrdir frá sum lands­ sjúkrahússtjórar at fíggjar­ ligum áðum, men ongantíð eru undirskriftir savnaðar inn, fyri at fáa ein stjóra settan í starv aftur, so tað ber boð um, at Allan skaalum hevur verið væl lýddur sum stjóri á Landssjúkra­ húsinum. – Hann er ógvuliga væl dámdur. Hann hevur møtt starvsfólkunum á ein sømi­ ligan hátt, og øll hava verið positiv, nú vit hava verið runt við undirskrivingarlistunum. Eg havi ikki hoyrt um nakran, ið ikki hevur viljað skrivað undir, hinvegin halda tey flestu, at tað er upp á tíðina, at hesi stig vórðu tikin. So ja, hann hevur verið ein ótúliga góður stjóri, sigur Una Dalsgaard. At savna undirskriftir um eitt og annað er einki ókent fyribrigdi, men sjáldan hava tær havt ta stóru ávirkanina, so hvussu eru vónirnar hesaferð? – Tað stendur í hesum skivinum, at vit ynskja Allan aftur sum stjóra á Landssjúkrahúsinum. Og lat meg líka vísa á, at hetta er fyrstu ferð, at undirskriftir eru savnaðar, fyri at fáa ein frákoyrdan stjóra settan aftur, so vónandi fáa vit Allan Skaalum aftur sum stjóra á Landssjúkrahúsinum, sigur Harald Hammer Haraldsen. Mótmæla uppsøgn av Allan Skaalum Starvsfólkaumboð hava savnað undirskriftir millum starvsfólk á Landssjúkrahúsinum fyri at fáa frákoyrda sjúkrahússtjóran, Allan Skaalum, aftur í starv Tað var Harald Hammer Haraldsen, sum vegna starvsfólkið á Landssjúkrahúsinum handaði løgmanni undirskriftirnar Mynd: Álvur Haraldsen