fríggjadagur 10. september 2010síða 8
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 131 · 10. september 2010
8
VIKUSKIFTI
heilsa
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Forrætturin er fitness, fruktskipan og
grøn kantina. Høvuðsrætturin er miku
dagsmassaga og firmaflogbóltur. Og
omaná fáa vit eitt árligt heilsueftirlit
við heilsuprofili frá lækna og so eina
influenzakoppseting í november.
Ein klókur maður segði: Um arbeiði
er so sunt, so gev tað til tey sjúku. Men
tað var bara tvætl, og ikki álvarsmál
sum hetta, at danskir arbeiðsgevarar
eru komnir enn eitt stórt fet nærri
privatlívinum hjá starvsfólkunum.
Hetta var, tá Heilsustýrið um ársskiftið
sendi út faldaran: »Sundhed og trivsel
på arbejdspladsen – Inspiration til
systematisk og strategisk arbejde med
sundhedsfremme i virksomheden.«
Her verður stungin út í kortið
kós, sum skal gera starvsfólk sunnari
av at fara til arbeiðis, enn tey høvdu
verið, um tey ikki fóru til arbeiðis. Og
tí skulu arbeiðsplássini arbeiða við
fimm heilsuparametrum, sum verða
stytt KRAMS: kostur, royking, alkohol,
motión og stress.
Alt nærri privatlívinum
Í faldaranum verður grundgivið við,
at modernaða samfelagið er so ósunt
við lítlari rørslu og lættari atgongd til
nógvan, feitan mat. Saman við alkohol
og tubaks(mis)nýtslu elvir hetta til
ein ósunnan lívsstíl og sjúkur, sum
minka um lívsdygdina – og ikki minst:
produktivitetin hjá starvsfólkunum.
Tí mælir heilsustýrið arbeiðsplássunum
til at taka størri ábyrgd fyri heilsuni
hjá starvsfólkunum – eisini í arbeiðstíð.
Ikki bert sum higartil við fyribyrgjandi
tiltøkum innan trygd og umhvørvi,
men eisini við at bjóða beinleiðis tilboð,
sum skulu fremja góða heilsu og betri
trivnað.
Millum annað verður mælt til at
bjóða starvsfólkum eitt árligt heilsu
eftirlit, har tey fáa innlit í aktuellu
heilsustøðuna, so til ber at lofta møgu
ligum trupulleikum í góðari tíð.
Nú er heilsuRákið í DaNmark komið so vítt, at stórur partur av
starvsfólkuNum fáa tilboð um árligt heilsueftiRlit á aRbeiðsplássinum.
meN hvar goNgur markið millum arbeiðs- og privatlív?
Heilsueftirlit
á arbeiðs plássinum