fríggjadagur 10. september 2010síða 14
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 10. september 2010 · Nr. 131
14
Sosialurin
Vilmund Jacobsen
Á stóru ráðstevnuni um
uppisjóvarfisk, sum byrjaði
í Norðurlandahúsinum týs
dagin og endaði seinnapartin
í gjár, vóru tilsamans 170
luttakarar. Umleið 110 før
oyingar og einir 60 út lend
ingar úr 13 ymiskum londum
vóru við.
Millum teir 60 útlend ing
arnar, vóru 20 úr Noregi, 16 úr
Íslandi, níggju úr Danmark,
fýra úr Hálandi, tveir úr
Stórabretlandi, tveir úr USA,
og síðan vóru einstøk umboð
úr eitt nú Skotlandi, Finlandi,
ES, Ruslandi, Kanada, Frak
landi, Grikkalandi og Av
stralia.
Ráðstevnan
varð
býtt
upp í partar ella sektiónir,
har ymisk viðurskifti inn an
náttúru við atliti at uppi
sjóvarfiski, veiði, tøkni og
býti av tilfeingi vóru viðgjørd
í áhugaverdum fyrilestrum,
sum eitt nú fólk við til knýti
til vinnu, umsiting, ser frøð
ingar og professarar á sínum
øki hildu.
Talan var soleiðis um
fyri lestrar hildnar av fólki
við hollari vitan á ymisku
økjunum inn an uppi sjóvar
fisk og uppi sjóvar vinnu.
Ein
av
føroyingunum,
sum
helt
fyrilestur,
var
Kjart an Hoydal, sum hós
dagin greiddi frá, hvussu
NEAFC, har hann hevur sítt
dagliga leiðslustarv, umsitir
fiskastovnar, sum eru fevnir
av felagsskapinum.
Stór fyrireiking
Tað var norðurlendska ráð
harraráðið, ið stóð aftan fyri
ráðstevnuna, sum tó var
fyriskipað úr Fiski mála ráð
num og soleiðis úr Før oy um.
Danmark hevur for mans
skapin
í
norðurlendska
ráð harraráðnum, men fiski
vinnuparturin er í hesum
før inum líka sum lagdur til
Føroyar og Fiskimálaráðið
við fiskimálaráðharranum,
Jacobi Vestergaard, á odda.
Tey, sum serliga hava
stað ið fyri fyrireikingunum
til stóra tiltakið, eru úr Fiski
málaráðnum Jákup Mørk
øre, sum varar av gransk
ing arverkætlanum
undir
ráð num og Ulla Svarrer
Vang, sum er fulltrúi í Fiski
málaráðnum.
Ásmund
Guðjónsson,
sum starvast í umsitingini
í norðurlendska ráðharra
ráð num, hevur eisini verið
hollur í fyrirekingunum.
Jacob Vestergaard, lands
stýrismaður í fiski vinnu
málum, ásannar, at ráð
stevnan bæði hev ur tikið tíð
og orku í Fiski málaráðum.
Eydnaðist væl
Nú ráðstevnan er løgd aftur
um, er landsstýrismaðurin
sera væl nøgdur við, hvussu
hetta stóra um umfatandi
tiltak eydnaðist.
– Eg haldi, at fólk vóru
sera væl nøgd við fyri skip
ingina av tiltakinum, eins
og tey eru samd um, at
rættiligur ”kvalitetur” var í
fyrilestrunum, sum vórðu
hildnir.
Jacob Vestergaard, sum
fylgdi at kalla allari ráð
stevnuni, sigur, at ráðstevnan
varð býtt upp í ymisk øki, har
ávís evni vórðu umrødd fyri
seg – og síðuleypandi, sum
hann málber seg.
– Havlívfrøðin og øko skip
anin, sum hevur við verið
hesar fiskastovnar at gera,
var ein sera áhugaverdur
partur, eins og fyrilestrar
um teknologiska partin í
sam bandi við veiði og út
gerð vóru áhugaverdir. Ein
frágreiðing um fíggjarliga
aspektið í uppisjóvarvinnuni
í landnyrðingspartinum av
Atlantshavinum var eisini
løgd fram.
Jacob Vestergaard sigur,
at í gjár var eisini áhugaverd
framløga um, hvørji kri
teriir hava verið brúkt, tá
uppisjóvarfiskastovnar
verða býttir, hvat eigur at
verða tikið fram, og hvussu
gjørt hevur verið í ymiskum
felagsskapum
og
millum
lond, sum umsita tilfeingi.
Bæði Kjartan Hoydal, sum
tosaði vegna NEAFC og Halti
í Jákupsstovu, sum serliga
viðgjørdi svartkjaftin, vóru
við í hesi viðgerð.
Ein íslendingur, sum hevði
orðið í morgun, helt fyri, at
tað loysir seg ongantíð hjá
eini stórari tjóð at trýsta
eina minni tjóð fyri at fáa
ein størri lut í einum felags
tilfeingi. Hann helt fyri, at
tað í longdini tænir báðum
pørtum til heiðurs, um stóra
tjóðin ikki er ov pírin við
hina minni tjóðina. Tá fáa
allir partar sum mest burtur
úr, segði íslendingurin.
Mitt í »pottinum«
Jacob
Vestergaard
vísir
á, at Føroyar liggja mitt
í
”pottinum”
í
pelagiska
til feing inum,
bæði
hvat
við víkur makreli, sild og
svartkjafti, tá hesir fiska
stovnar eru so stórir, sum
teir ”eiga” at vera, og tá teir
ferðast soleiðis, sum eitt nú
makrelur og sild gera nú.
– Føroyar vóru ikki so
nógv umrøddar av fyri
lestrarhaldarum kring um
heimin, men makrelurin og
viðurskiftini
rundan
um
býti av makreli og áseting
av egnum kvotum vóru
náttúrliga uppi og vendu.
Hann sigur, at eisini vóru
ymiskar teoriir frammi um,
at eitt nú makrelstovnurin
og svartkjaftastovnurin um
okkara leiðir ikki kunnu
vera líka stórir í senn, tí
hetta hevur eisini nakað við
kappingina um føðina at
gera.
– Eg vil siga, at nógvar
áhugaverdar
teoriir
vóru
frammi. Tað er einki, sum
eg hoyrdi á hesi ráðstevnu,
ið eftir mínum tykki ger,
at Føroyar standa veikari
enn áður í býtinum av eitt
nú makrelinum, sum nógv
hevur verið umrøddur í
seinastuni. Vit halda okkum
hava rætt til ein størri part
av hesum stovni, enn Noreg
og ES vilja tilluta okkum
av heildarkvotuni, og eg
haldi, at ráðstevnan gav
eingi tekin um, at okkara
krav ikki er rættvíst, sigur
Jacob Vestergaard, lands
stýrismaður í fiski vinnu
málum.
vilmund@sosialurin.fo
Dygdargóð ráðstevna
um uppisjóvarfisk
RÁÐSTEVNA – Eg haldi, at fólk vóru sera væl nøgd við fyriskipingina av tiltakinum,
eins og tey vóru samd um, at rættiligur »kvalitetur« var í ymisku fyrilestrunum, sum
vórðu hildnir, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum
Ráðstevnan um uppisjóvarfisk í landnyrðingspartinum av Atlantshavinum er liðug, og luttakarar eru samdir um, at ráðstevnan eydnaðist sera
væl. Her er Kjartan Hoydal, sum var við, á veg til hús. Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, var vertur fyri ráðstevnuni
Myndir: Vilmund Jacobsen