fríggjadagur 10. september 2010síða 14
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 131 · 10. september 2010
14
VIKUSKIFTI
Hóast Annika ofta fær skolur omanyvir seg frá
óðum fólki, sum ikki vilja hava parkeringsbót,
so er hetta eitt starv, sum henni dámar sera væl,
og sum hon kundi hugsað sær at havt restina
av lívinum.
Annika dugir nevniliga at seta arbeiðið frá
sær, tá hon fer til hús, og hon letur tað ikki
oyðileggja sær dagin, hóast hon verður illa
skeldað.
Annika heldur, at tað var verri í fyrstuni, tá
hon júst varð byrjað í starvinum. Hon sigur, at
hon altíð roynir at vera hampulig og tosa róliga
við fólk – eisini tá tey eru ill. Hon ger bara
sítt arbeiði, og tey, sum fáa bót, hava jú brotið
lógina um parkering. Men tað kann vera ringt,
og Annika sigur, at tað meiri enn so kemur fyri,
at fólk fara avstað í øðini og eru sera órímilig
mótvegis henni.
– Men tað eru tíbetur bara nøkur fá, sum
skelda. Tey allarflestu eru blíð við okkum,
leggur Annika dent á.
Hon er ikki í iva um, at fyrimunirnir við
starvinum eru fleiri enn vansar nir.
– Eg fái passað meg sjálva í stóran mun, tí
eg fari hagar, eg havi hug at fara, og eri ikki
noydd at vera í sama staði allan dagin, eins og
tey, sum til dømis arbeiða á kontóri. So eingir
dagar eru eins, sigur Annika og leggur afturat,
at hon eisini hevur sera góðar starvsfelagar.
– Hetta er eisini eitt starv, sum gevur góða
motión. Og av tí, at vit ganga úti allan dagin, so
eg fái harumframt massar av frískari luft.
Broyting hend
Tað eru tríggir parkeringsvørðar í Havnini,
og tey býta tað ímillum sín soleiðis, at tvey
ganga í miðbýnum, meðan ein fer við bili út
til útjaðaran av Havnini til dømis á Argir, á
Norðasta Horn og til Hoyvíkar.
– Hesi seks árini eg havi ver ið
parkeringsvørður eru parkerings vanarnir
hjá fólki broyttir heilt nógv, greiðir Annika
frá. Hon heldur, at ein av orsøkunum er,
at parkeringsvørðarnir eru sera sjónligir í
gerandisdegnum.
– Vit ganga runt í býnum, hava búnar og ein
bil, sum minna fólk á, at tey skulu hugsa seg
um, áðrenn tey fara frá bilinum. Og tað gera
tey eisini í nógv størri mun nú, enn fyrr. Vit
upplýsa tey eisini um hvørji brot, tey gera, og
tí gera tey neyvan somu brot aftur eina aðru
ferð.
– Tey mest vanligu brotini eru, at fólk
gloyma at seta klokkuna, ella at tey lata bilin
standa ov leingi, har tíðaravmarking er á.
Men summi eru, sum ikki læra av sínum
feilum, tí Annika sigur, at onkuntíð hava
parkeringsvørðarnir skrivað bøtur til sama
bil heilt upp í tríggjar ferðir sama dag. Til
dømis eru tað fleiri, sum seta bilin í tíðar av
markaðar básar, og so koma tey javnan út at
seta klokkuna, so hvørt sum tíðin gongur út.
Men hetta gongur ikki.
– Tá tað stendur tíðaravmarking á, so er tað
tí, at tað ikki er loyvt at standa longri enn tað
sama. Tað er tí heldur ikki loyvt at fara út at
flyta klokkuna í heilum. Nú hava vit fingið eitt
tól, sum vit kunnu gera ventiltjekk við, um vit
koma fram á ein bil, sum blívur við at standa
í sama staði. So síggja vit á ventilstøðuni, um
bilurin hevur verið fluttur, ella um tað bara er
klokkan, sum er flutt.
Spurd, um tað er nøkur tíð á árinum, har tey
hava serliga nógv at gera, svarar Annika, at á
jólum verða ofta nógvar bøtur skrivaðar.
– Tá eru so nógvir bilar í Havnini, og fólk
tveita bara bilin frá sær sum best ber til. Ofta
er veðrið eisini keðiligt, so fólk vilja sleppa so
nær handlunum, sum gjørligt. Tá er ofta lítið
skil á parkeringini.
Fær viðmerkingar
Ein vansi við, at tað bert eru tríggir
parkeringsvørðar í býnum er, at tey verða kend
aftur allastaðni.
– Eg fái hópatals viðmerkingar allastaðni,
eg fari. Tá eg til dømis standi í bíðirøð í
handlum, so viðmerkja fólk okkurt um bøtur
og parkeringsskivuna, og at nú mugu tey
heldur skunda sær, áðrenn tey fáa eina bót. Tá
eg fari ein túr í býin, fái eg eisini altíð slíkar
viðmerkingar – sjálvt frá fólki, sum eg ongantíð
havi givið parkeringsgjald.
Annika viðgongur, at tað gott kann vera
troyttandi við øllum hesum við merkingunum,
serliga tá hon er farin út at hugna sær og hava
tað stuttligt.
– Men hóast tað kann vera strævið
til tíðir, so dámar mær so sera væl hetta
arbeiðið, og fyrimunirnir eru nógv fleiri enn
vansarnir. Eg kundi gott hugsað mær at verið
parkeringsvørður alt lívið, sigur Annika at
enda.
– Eingin vErður í góðum lag av at fáa Eitt parkeringsgjald. Summi vErða sera óð, og tEy kunnu
EiSini gEraSt óbEhagilig. tEy flEStu Skilja tó, at tað ikki hjálpir at SkElda parkeringsvørðin.
tað Sigur annika Fay joensen, Sum í Skjótt 6 ár hEvur StarvaSt Sum parkEringSvørður í havn.
Summi skelda illa
Mynd: álvur haraldSEn
Fakta
Navn: Annika Fay Joensen
Starv: Í desember verða tað
6 ár, síðani Annika byrjaði
sum parkeringsvørður
Besta við starvinum: Tað
er frítt, nógv frísk luft og
motión, góðir starvsfelagar
Ringasta við starvinum:
Tá veðrið er ringt, fólk
sum skelda, kommentarir í
býnum
tIl arbeIðIs
lagt tIl rættIs: Eydna Skaale