fríggjadagur 10. september 2010síða 20
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 10. september 2010 · Nr. 131
20
Sosialurin
LÍV søkir eftir
Kopargøta 1
P.O. Box 206
FO-110 Tórshavn
Faroe Islands
Tlf. +298 31 11 11
Fax +298 35 11 10
www.liv.fo
avloysara til
bókhaldsarbeiði
at byrja skjótast gjørligt.
LÍV er størsti veitari av lívs- og eftirlønartryggingum til fakfeløg og virkir.
Starvsøkið
Sum avloysari á fíggjar- og roknskapar-
deildini verður tú partur av bókhalds-
toyminum og kemur at arbeiða í tøttum
samstarvi við onnur á deildini. Starvið er
tíðaravmarkað til 31. mai 2011.
Um teg
Vit vænta, at tú hevur eitt sjálvstøðugt
arbeiðslag, ert íðin, hevur góð sam-
starvsevni og dugir væl at samstarva og
at arbeiða í bólki. Vit vænta, at tú hevur
viðkomandi útbúgving ella royndir.
Umsóknir og umsóknarfreist
Umsóknir við avritum av prógvum, CV
og øðrum skjølum kunnu sendast við
teldubrævi til atli@liv.fo ella við vanligum
brævi til:
LÍV
Starvsfólkadeildin
Kopargøta 1
Postsmoga 206
110 Tórshavn
Umsóknir skulu verða okkum í hendi í
seinasta lagi mánadagin 27. september.
Meira at vita?
Hevur tú okkurt at spyrja um í sambandi
við starvið, ert tú vælkomin at seta
teg í samband við Eyðnu Justinussen,
fíggjarleiðara, á telefon 21 95 75 ella á
eydna@liv.fo.
Tórshavnar havn søkir eftir roknskapar-
leiðara, at standa fyri dagliga bókhald-
inum, sum m.a. umfatar fíggjarbókhald,
skuldara- og ognarabókhald, kontering,
bóking, avstemman av bókhaldi,
avgreiðslu av lønum og mánaðarligar
roknskapir.
Av tí at arbeiðsplássið er lutfalsliga
lítið, kann roknast við øðrum smærri
uppgávum.
Bókhaldsskipanin Navision verður brúkt.
Tú hevur evni at arbeiða sjálvstøðugt
og saman við øðrum, og hevur ein
kundavinarligan framburð.
Rokna verður við, at tú hevur útbúgving
og royndir, sum gera teg skikkaðan at
røkja starvið.
Starvið er lønt í 6. flokki sambært
sáttmálanum millum Starvsmanna-
felagið og KAF.
Meira fæst at vita um starvið við at
venda sær til Jónsvein Lamhauge,
havnarmeistara, tlf. 311762.
Umsóknir til starvið, skulu verða
Tórshavnar havn, Postboks 103, 110
Tórshavn í hendi í seinasta lagi 23.
september 2010, kl. 10.00.
Starvið verður sett skjótast gjørligt.
Tórshavnar havn umsitur øll havnaløgini og bátahylarnar í
kommununi. 2.300 skip leggja til bryggju árliga, harav 50
ferðafólkaskip. Tað er vakt á havnarskrivstovuni á Eystaru
bryggju alt samdøgrið, har tað tilsamans arbeiða 14 fólk.
Roknskaparleiðari