Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-09-10, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. september 2010síða 19

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 131 · 10. september 2010 19 VIKUSKIFTI Eg haldi, at vit heldur skuldu givið løgtingslimum hægri løn, men aftur fyri kravt, at teir ikki høvdu nakað annað arbeiði við síðuna av. Tað finnast ítróttar­ avlamin. Eg vil siga, at í flestu førum er talan um skeivar venj ingarhættir. Menn gera sær ómak, tá kvinnur eru hjástaddar. Clement Kjersgaard, sjónvarps- maður, heldur, at kvinnur hava góða ávirkan á menn (Euroman) Magni Laksáfoss, løgtingslimur, um uppskotið at lækka lønirnar hjá tingfólki (Sosialurin) Ongin landsdystur í KvF, mannminkandi viðferð av samkyndum, ókeypis fiskur til teir múgvandi, húsamarknaður sum minnir um trælahald, niðast í Pisa, hægst í prísum. Hvussu eitur landið? Maður, 39 ár Scientists have finally figured out, what is wrong with men. The problem lies in the two halves of their brains - the left and the right. The left half has nothing right in it, and the right half has nothing left in it! :) Kvinna, 40 ár Heilt erligt, so dámar mær einki, at flogvøllurin skal leingjast oman ímóti Sørvagi. Haldi hann er ríkiliga tætt uppá. Hugsi serliga um allan motorosin, vit og ikki minst okkara børn, anda í okkum. Hugsið tykkum, tá flogførini fara avstað og standa eina góða løtu og dálka luftina. Barnagarðurin er beint niðri undir vøllinum. Kvinna, 35 ár Hvørja ferð víðgongdir minnilutar í Føroyum gloppa nevið, versnar landsins umdømi. Ein máti at staðfesta landsins tolsemi og menniskjaligu kós er at samtykkja altjóða mannarættindini í føroysku stjórnarskipanini og við henni vísa umheiminum, hvørjum føroyingar veruliga standa fyri. Maður, 40 ár So var tíð uppá at finna vetrarklæðini hjá børnunum fram aftur (ok, ikki tí at tey hava verið goymd burtur í summar) Kvinna, 35 ár lagt tIl rættIs: Eyðun Klakstein / Inna Törnroos Fyri geving er eitt slag av kær leika Natascha Kampusch, sum í átta ár var innstongd, pínd og misbrúkt av Wolfgang Priklop, hevur fyrigivið honum Magni Mohr, Ph. D. í Humanari Fysiologi, um ítrótt og skaðar (V) Eg eri skelkaður av diagnosuni, men eg eri eisini avkláraður við, at nú er ein harður dystur fyri framman. Hetta er ein dystur, sum eg ætli mær at vinna. 41 ára gamli fyrrverandi fótbóltsspælarin Brian Laudrup um at hava fingið staðfest krabbamein. (Ekstrablaðið) Miðlamjarr Eg yvirlivi persónliga upp á dansin. Vígdis Hentze Olsen, føroyskur dansari í New York (Dimma)