Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-09-10, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. september 2010síða 19

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Fríggjadagur 10. september 2010 · Nr. 131 Sosialurin trygging.fo Í ár eru 70 ár síðan føroyingar tóku seg saman um at stovna virksemið hjá Tryggingarfelagnum Føroyum. Somuleiðis eru 70 ár síðan Merkið varð alment góðkent sum føroyskt tjóðarflagg. Uppruna føroyska flaggið, Merkið, sum í dag hongur í Fámjins kirkju, er eittans og kann ikki endurnýggjast. Talan er um ein sera týðandi mentanararv, sum hevur ein avgerandi leiklut í okkara samfelagi og samleika sum føroyingar. Tryggingarfelagið Føroyar hevur til endamáls at skapa tryggleika. Fyri at skapa tryggleika um Merkið er gáva latin, sum er eitt eldtrygt glasskáp, ið verjir uppruna Merkið ímóti eitt nú stuldri og eldi. Endiliga er Merkið trygt. Tryggleiki til føroyska Merkið