fríggjadagur 10. september 2010síða 18
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 131 · 10. september 2010
18
VIKUSKIFTI
Matpakkar við gleði
heIlsU
síðan
Fyri at nøkta tørvin av føðsluevnum, er tað
er eitt gott hugskot at variera úrvalið av
bæði breyði, frukt, grønmeti, viðskera og
tilhoyri mest møguligt. At skifta millum
breyðmáltiðir og døgurðarestir er eisini við
til at skapa variatión.
Ein sunnur matpakki inniheldur
• Grøntmeti – salat, viðskeri ella at gnaga
• Breyð – helst rugbreyð ella groft breyð
við max 5g feitt og min 6g fibur/100g
• Viðskera – kjøt við max 10g feitt/100g,
ostur max 30+ ella egg
• Fisk – minst eitt slag av fiskaviðskera
• Frukt – tað fríska og søta
Dømi um sunnar matpakkar
• Rugbreyð við viðskera, t.d.:
• Fiskafrikadella við agurk/tomat/sitrón
• Toskarogn við agurk/tomat/piparfrukt/
sitrón
• Makrel í tomat við agurkstavum
• Tun blandað við piparfrukt og fromage
frais
• Skivir av kókaðum eplum og radisum/
piparfrukt
• Livurpostei við agurkskivum
• Høsnarungi ella skinka við agurk/tomat/
pipafrukt
• Røregg ella kókað egg við tomat og karse
• Avokado blandað við súrepli og fromage
frais
• Humus
• Smyrjiostur við agurkskivum
• Ostur við piparfrukt ella nøtum/honning
• Smáttuostur við tomat ella reyðari
piparfrukt
• Fikuviðskeri
• Banan-, súrepla-, kiwi- ella jarðberskivir
Grovbollar við fyllu sum t.d.
• Skinkuterningar/smáttuosti/leyki/
piparfrukt
Fyltar muffins við t.d.
• Skinkuterningum og fínt skornari purru
• Sólturkaðum tomatum, mais og
basilikum
• Høsnarunga , reyðari piparfrukt og
oregano
Grov pitabreyð ella tortilla við fyllu sum
t.d.
• Salat og rækjum
• Avokado og sitrónsaft
• Frikadellu og agurk
• Skinkustrimlum, sjerrytomat og majs
• Rivnum osti og piparfrukt
• Hakkað hartkókað egg, tomat og agurk
• Falafel
Blandað salat við skinku, høsnarunga, tun
e.l. og rugbreyði
Innkeyp
• Tað er týdningarmikið at minnast til
matpakkan, tá íð keypt verður inn –
nøkur minnast til alt, meðan onnur mugu
gera sær ein innkeypslista. Tann størsti
parturin av planleggingini gongur út
uppá at gera innkeypslistan. Harumframt
geldur tað um at nýta teir møguleikar,
íð eru fyri at brúka døgurðarestir til
matpakkarnir. Planlegg t.d. at gera eyka
frikadellir ella eina eyka stóra portión av
gularótasalat
• Lat eisini børnini koma við hugskotum.
Serliga hjá minni børnum skiftir tað
ofta, hvat íð tey hava hug til frá degi til
dags. Tað er tí gott, um innkeypslistin
inniheldur variatiónsmøguleikar, íð gera
tað møguligt at improvisera, um ein ella
fleiri í familjuni knappiliga skuldu broytt
meining um, hvat íð tey dáma og ikki
dáma!
Matpakki til børn í dagstovni
• Nógv smá børn hava ein matarlyst, íð
skiftir rættiliga nógv. Nakrir dagar eta
tey nógv, og aðrir dagar næstan einki.
Tað er týdningarmikið, at matpakkin
hvønn dag passar til tann góða
matarlystin.
• Øll børn skulu hava ein matpakka, íð er
lættur at eta. Hann skal síggja lekkur
út – eisini eftir at hann er pakkaður út.
Tað er oftast gott at hava eitt sindur at
velja ímillum. Okkurt óvæntað viðhvørt
er heldur ikki so galið!
• Børn við góðum matarlysti skulu hava ein
matpakka, íð hóskar til tey. Tað skal vera
nokk av breyði, grønmeti og soltnum
viðskera, soleiðis at barnið kann eta
nógv, uttan tó at fara at viga ov nógv
• Børn, íð ikki hava so góðan matarlyst,
skulu hava ein matpakka, íð hóskar til
tey. Her mugu ikki vera alt ov tjúkkar
breyðflísar ella stórar portiónir av
rákosti. Matpakkin skal vera leskiligur,
og má gjarna vera í tí eitt sindur feitara
endanum, t.d. livurpostei, pylsa o.l.
Matpakki til smá skúlabørn
• Tey smáu skúlabørnini eru glað fyri
matpakkan – serliga um hann inniheldur
okkurt óvæntað. Tey seta prís uppá
rugbreyð og gjarna eitt sindur av lekrum
døgurðarestum
• Teirra størsti trupulleiki er, at tað ofta
knípur við at náa at eta matin. Tað er tí
eitt gott hugskot at gera ein matpakka,
íð kann býtast upp og etast yvir fleiri
fríkorter. Børn, íð ikki hava so góðan
matarlyst og børn, íð eta spakuliga,
skulu hava mat, íð mettar, sjálvt um tey
ikki eta so nógv av honum
• Minst til frukt og eitt sindur av grønmeti
- eina gularót, ein bjálka av agurk ella
líknandi. Variera matpakkan, soleiðis
at skift verður ímillum rugbreyð, tvíflís,
pitabreyð, tortilla o.l. Tað ger matpakkan
meiri spennandi og økir um møguleikan
fyri, at hann verður etin.
• Lat vera við at nýta ov nógv pynt ella
kryddsós, íð ger matin ov svansutan
Matpakki til tannáringar
• Tannáringar hava tørv á mati líka sum
øll onnur, sjálvt um man av og á kundi
freistast til at hildið naka annað, tá
íð talt verður eftir, hvussu nógv hava
matpakka við í teimum elstu flokkunum!
• Tey flestu vilja tó fegin hava ein
matpakka. Hann skal bara vera sunnur,
innbjóðandi og lekkur - Og so má hann
sjálvandi ikki lukta!
• Hvussu kann man fáa ein tílíkan
matpakka? Tað fær man sjálvandi við
at gera hann sjálvur. So verður hann
akkurát soleiðis, sum man vil hava hann!
• Ger ein lista, íð gevur íblástur til breyð,
salat, viðskera o.s.fr., íð er lekkurt til
matpakkan
• Tað má tilráðast at matpakkin verður
gjørdur um kvøldi. Nógv ung bíða til í
síðstu løtu við at fara upp og eru neyvan
tá før fyri at gera ein lekran matpakka.
Um tey harumframt eru so seint
uppi, at tey ikki hava stundir til at eta
morgunmat, er tað dupult so lekkurt at
hava ein góðan matpakka við. Svongdin
kemur jú fyrr ella seinni!
MATPAKKI TIL VAKSIN
Flestu vaksnu hava ½ tíma “døgurðaatíma” og atgongd tilbæði knív og gaffil! Hetta
merkir, at tað eru góðar stundir til matin, og at møguleiki er fyri at hava døgurðarestir,
salatir o.l. við
Bæði menn og kvinnur eta ov lítið av frukt og grønmeti í mun til tey tilráddu 600 g.
Serliga menn eta ov lítið av grønmeti og næstan onga frukt. Døgurðarestir sum t.d.
grønmetisrættir og frukt omaná er ein lættur máti at økja um inntakið
MILLUMMáLTíðIR – eIN PARTUR
AV MATPAKKANUM
ein matpakki skal ikki bert innihalda mat til eina einkulta máltíð. Serliga fólk, íð hava
hart fysiskt arbeiði, umframt børn og ung, hava tørv á at eta fleiri ferðir um dagin.
Annars verða tey troytt, óuppløgd og torført verður hjá teimum at samla seg
Tørvur kann eisini vera á bæði morgunmati, og eini millummáltíð fyrra- og/ella
seinnapart
Tað er týdningarmikið at velja matvørur, íð tola at liggja í longri tíð og ofta í
stovutemperaturi. Breyð, frukt og grønmeti er nakað av tí, íð best tolir hesa viðferð
Tað ræður um at servera mat, íð mettar. Frukt aleina er ofta ov lítið og merkir, at
børnini skjótt gerast svong aftur
Tað skal vera læTT – bæði aT gera og aT eTa Matpakkan. Tí viT hava nógv um aT
vera. og Tað skal vera innbjóðandi lekkurT fyri Tann, íð opnar hann. Tað
eru krøvini, um Matpakkin skal vera ein sukses og ikki enda í ruskspannini. maTpakkin er Týdningarmikil,
av Tí aT umleið 1/3 av okkara dagliga orkutørvi verður nøkTaður, í meðan viT eru Til arbeiðis, í skúla
ella á dagsTovni. um viT eTa sunT og fjølbroyTT gjøgnum dagin, gagnar Tað bæði heilsuni og vælveruni.
viT fáa meiri orku, fáa beTur samla okkum umframT læTTari við aT halda vekTini. eisini hevur ein sunnur
Matpakki við sær, aT børnini úTvikla sunnar kosTvanar, íð Tey fáa gagn av resTina av lívinum.
Jórun Klein, dietistur