fríggjadagur 10. september 2010síða 18
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 10. september 2010 · Nr. 131
18
Sosialurin
Kjak
Zakarias Wang
Nú hevur George Orwell
fingið ein nýggjan næming.
Erik Ludvigsen hevur eina
heila grein í Sosialinum har
hann umrøður kelduútgávu
mína um fólkaatkvøðuna
14. september 1946, og har
viðgongur hann, at hann ikki
hevur sæð bókina og avgjørt
ikki ætlar sær at lesa hana,
men tað forðar honum ikki í
at skriva um hesa bók.
Orsøkina
sigur
hann
vera, at hann hevur verið í
orðaskifti við meg um okkurt
sum hendi í 1814. Har hevur
hann eftir øllum at døma ikki
staðið seg væl, og nýtir hann
hesa
nýggju
bókaútgávu
til at minna onnur á sína
vanlagnu.
Men hann hevur onga
orsøk til at vera keddur av
at hann ikki vann orðaskifti
við meg um 1814. Eg havi í
mongum framløgum greitt
frá tí sum tá hendi, og hvussu
viðurskifti Føroya yvirhøvur
eru í altjóðasamfelagnum.
Hetta samsvarar als ikki við
tað, sum danska stjórnin
og hennara klapparar føra
fram.
Tað
orðaskifti,
sum
eg havi tikið upp, er eitt
vísindaligt orðaskifti, og fyri
slík orðaskifti galda nakrar
alment viðurkendar reglur.
Ein høvuðsregla er, at alt
tað, sum verður sett fram,
eru hypotesur. Eitt slíkt
uppáhald kann annaðhvørt
vera satt ella ósatt, og
tann sum setur frameina
hypotesu skal tí royna at
grundgeva fyri, at hon er
sannlík. Øll onnur kunnu
lesa framløguna, og halda tey,
at uppáhaldið ikki er rætt,
er tað teirra skylda yvir fyri
sannleikanum at seta fram
atfinningar, soleiðis at tann
ósanna hypotesan verður
afturrikin.
Tað er tí sera áhugavert,
at tær framløgur, eg havi
havt um Føroya altjóða
støðu, ikki eru riknar aftur.
Í
vísindaligum
orðaskifti
er hetta tað sama sum ein
viðurkenning av, at hesar
framløgur eru rættar, og tað
má sigast at vera áhugavert,
tí tað er samstundis ein
almenn
viðurkenning
av,
at tað sum danska stjórnin
og tey danahallu higartil
hava sagt vera Føroya støðu,
beinleiðis er skeivt.
Hetta er sjálvandi synd
fyri ein mann sum Ludvigsen.
Hann er føddur í 1925 og
er uppvaksin í tí danska
yvirklassanum í Havn. Tað er
nógv fyri hjá honum nú í 2010
at noyðast at viðurkenna, at
hann hevur livað upp á eina
lívslygn.
Tey flestu onnur, sum
eru í somu støðu sum hann,
hava so frægt av skili, at tey
bara látast sum einki og tiga,
men tað orkar hann ikki, og
tí roynir hann til fánýtis at
verja tær donsku lygnirnar
um Føroya støðu.
Men
fyri
føroyingar
er tað ein ómetalig styrki
at óvitskan er tað einasta
mótstøðumenn okkara hava
at duva uppá. 22 ár fyri at
Orwell skrivaði sína bók
yrkti Janus skald:
Oh, gev mær megi,
hetjumátt,
at verja tína hallargatt –
um vit er svørð og tol er
skjøldur,
tá dvina skulu danafjøldir.
Óvitska er styrki
Var eitt av teimum tiltøkunum sum George Orwell nýtti í kendu bók síni
1984 til at avmynda ræðuleikarnar undir totaliterur stýri
Niðurstøðan hjá Dimma
lætting, at einki er gjørt fyri at
bøta um vindupplýsingarnar
hesi nógvu seinastu árini, er
ikki røtt.
Tvørturímóti. Tað hevur
verið arbeitt miðvíst við
at finna hóskandi mátitól
og mátistøð, ið kunnu geva
neyvari
upplýsingar
um
vind og veðurumstøðurnar í
sambandi við flúgving.
Niðurstøðan av hesum
arbeiði
fyrilá
í
vár
og
verður ein skipan, ið við
grundarlagi í vindmátingum,
skýhæddarmátingum
og
turbulenshagtølum, sigur frá,
hvørt flúgvast kann í samsvar
við ásettar avmarkingar. Eru
umstøðurnar ikki nøktandi
verður ikki flogið.
Farið verður í hesum
døgum undir at rigga skipan
ina til, við nakað av installa
tiónsarbeiði og nakað av
telduarbeiði, sum kann vænt
ast at vera liðugt, tá ið árið er
úti. Eftir uppseting verður ein
innkoyringartíð áðrenn hon
verður roknað sum endalig,
eins og tillagingar kunnu
væntast eftirfylgjandi, tá
ið eftirmett verður hvussu
skipanin roynist. Tilsamans
kann væntast, at hetta fer at
vara umleið eitt ár.
Tað er alla æru vert, at
Dimmalætting 2. sep 2010 og í
leiðaranum 3. sep 2010 skrivar
um flogtrygd. Flogtrygd liggur
eisini Vága Floghavn á hjarta,
bæði nú, tá ið floghavnin er
virkisøkið hjá P/F Vága Flog
havn og eisini áðrenn, tá
ið floghavnin varð rikin av
Statens Luftfartsvæsen.
Men flogtrygd er fyri
okkum eitt álvarsmál, ið
hevur betur uppiborið enn
at verða nýtt sum sensatión
og atfinning. Skrivingin í
Dimmalætting um flogtrygd
er sett upp, soleiðis at yvir
skriftin á forsíðuni skapar
øtta og øsing. Hetta tykist
ábyrgdarleyst, tá ið hugsað
verður um tann ekka, ið
mong frammanundan føla
fyri at fara á flog.
Dimmalætting ber skeivar upplýsingar
um viðurskifti á flogvøllinum
Dávid Reinert Hansen
Forstjóri
P/F Vága Floghavn
Skeivar upplýsingar
Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum,
er í grein á Vágaportalinum endurgivin
fyri at siga, at hann vildi ikki tikið
lut í einum almennum døgverða fyri
íslendska forsætisráðharranum, Jóhonnu
Sigurðardóttir og konu hennara, Jóninu
Leósdóttir, nú tær eru á almennari vitjan
í Føroyum. Hann sigur vitjanina vera eina
"provokasjón" sum skal "signalera" ímóti
skriftunum.
Er Jenis av Rana skeivt endurgivin, eigur
hann at rætta tað beinanvegin. Er hann rætt
endurgivin, átti hann at skamma seg.
Eg vil tí gera greitt, at Jenis av Rana
og Miðflokkurin umboðar á ongan hátt
politisku skipanina í Føroyum ella føroysku
tjóðina við sínum óskiljandi og ófólkaligu
úttalilsum.
Vit síggja tað hinvegin sum ein stóran
heiður, at forsætisráðharrin, Jóhanna
Sigurðardóttir kemur á almenna vitjan í
Føroyum saman við Frú Jóninu umboðandi
frændatjóð okkara, íslendingar.
Íslendingar eru einasta sjálvstøðuga
tjóðin í heiminum, sum uttan fordómar
bjóðar føroyskum umboðum á almennar
vitjanir í Íslandi og tekur ímóti okkum sum
javnlíkar. Á sama hátt vísa bæði íslendskir
forsætisráðharrar, forsetar, ráðharrar og
onnur íslendsk umboð føroyingum ta sømd,
at vitja okkum á jøvnum føti, sum vóru vit
fræls tjóð.
Tí er tað tess meiri andsagnarkent, at
ein politikari skal signalera persónligar
fordómar og persónligt ófrælsi afturímóti.
Hesum taka vit frástøðu frá og ynskja
Jóhonnu og Jóninu hjartaliga vælkomnar
í Føroyum á almenna vitjan.
Hjartaliga vælkomnar,
Jóhanna og Jónina
Høgni Hoydal
Formaður í Tjóðveldi