fríggjadagur 10. september 2010síða 17
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 131 · 10. september 2010
17
VIKUSKIFTI
lúgva fyri sær sjálvum. Kanska eru tey
fleiri, enn vit halda, sum taka undir við
Jenisi av Rana og veruliga hava so stóra
andstygd fyri samkyndum, at tey ikki
kunnu vera í rúmi saman við teimum.
Ivast vit í, um so er, so man stundin
vera komin, at føroyingar innanhýsis
taka dystin upp um virðini, sum før
oyska samfelagið skal byggja á í fram
tíðini.
Í løgtinginum liggur eitt uppskot
um nýggja stjórnarskipan fyri Føroyar,
sum kemur til viðgerðar hósdagin 23.
september kl. 11.00. Tá tosað hevur ver
ið um hetta uppskotið, hevur mest verið
tosað um fyrstu lógargreinirnar, ið
snúgva seg um landið, tjóðina og sam
valdisstøðu landsins. Men í stjórnar
skipanini eru nógvar aðrar lógargreinir,
eitt nú lógargreinir, ið skulu staðfesta,
at vanlig mannarættindi skulu galda í
Føroyum.
Í grein 7 í uppskotinum stendur:
»Øll fólk eru javnsett uttan mun til kyn,
eyðkenni og frábregði.« Síðan stendur:
»Eingin munur má vera tilvildarligur,
órættvísur ella mannminkandi.« Í grein
8 verður staðfest: »Øll eiga rætt til lív
og trygd.« Í grein 8 stendur eisini:
»Ongin kann verða revsaður ella við
farin miskunnarleyst ella óvirðiliga.« Í
grein 12 verður staðfest, at øll eiga rætt
at trúgva og útinna sína trúgv, og at
kristnitrúnni kunnu verða veittar ser
ligar sømdir, tó uttan at gera seg inn á
aðrar fatanir.
Spurningurin er, hvørja av hesum
orð ingum formaðurin í Miðflokkinum
hevur skilt, um hann hevur skilt
nakra.
Hann javnsetti við útsøgn síni ikki
Jóhonnu Sigurðardóttir og konu henn
ara við onnur fólk, men gjørdi mun á
teimum á mannminkandi hátt. Til ber
eisini at siga, at hann viðfór tær báðar
miskunnarleyst og óvirðiliga. Við síni
snævuskygdu kristnifatan, sum hann
sambært stjórnarskipanaruppskotinum
hevur rætt til at hava, tó uttan at gera seg
inn á aðrar fatanir, gjørdi hann seg inn
á grundleggjandi mannarættindi. Somu
mannarættindini, sum vesturheimurin
í heimskríggjum og borgarakríggjum
hevur bløtt milliónir av litrum fyri at
sleppa at orða og samtykkja í altjóða
sátt málum.
Um meirilutin talar
Hetta í sjálvum sær var nóg álvarsligt,
og tí gjørdist málið eisini eitt rokmál
uttan lands. Men tað hevði eisini eina
aðra álvarsliga dimensión. Við síni
atferð mótvegis íslendska forsætisráð
harranum tók Jenis av Rana eina heila
tjóð sum gíðsla, sína egnu tjóð. Hann
gjørdi júst tað sama sum prædiku
maðurin, ið fordømdi Elton John í
summar. Setti egið trongskygni, ótol
semi og fyrilitaloysi fram um umdømið
hjá landi og fólki. Føroyingar verða tí
enn einaferð settir í bás sum forstýraðir
ørvitisknokkar, hesaferð tíverri eisini í
Íslandi, har vit annars altíð hava verið
sera høgt í metum og mangan eru borin
á lógvum, ikki minst tá arbeiðsneyð
hevur verið í Føroyum.
Á kjaktorgum tykist breið semja at
vera um, at hetta líkist bara ongum,
og summi eru rættiliga óð. Blað mað
urin, Arni Zachariassen, sum skriv aði
Jóhonnu Sigurðardóttir eina al menna
umbering í vikuni, hevur á Face book
fingið 2.300 viðurkennandi herða klapp
fyri sína aktión. Men eitt er at harm
ast á Facebook, við kaffiborðini og á
løgtingsvalum fjórða hvørt ár. Spurn
ingurin er, um tigandi meirilutin í
Føroyum ikki meira ítøkiliga nú skuldi
reist seg og talað at.
Sleppa víðgongdir minnilutar
óátalað at seta dagskránna við sínum
for døm andi sjónarmiðum, og sleppa
teir at oyðileggja umdømi landsins í
heims pressuni, og onki verður gjørt,
so kunnu summi lættliga fáa ta fatan,
at manna fíggindaligur husgunarháttur
er góð tikin í Føroyum. Neyvan heldur
meiri lutin, at hetta er í lagi.
Tí er løtan tann rætta at taka dystin
upp um virðisgrundarlagið í Føroyum,
nú Stjórnarskipan Føroya kemur til
umrøðu. Latið okkum samtykkja
skjalið, sum vit til eina og hvørja tíð
kunnu siga er okkara veruliga tolsama,
rúm liga og víðskygda virðisgrundarlag.
Latið okkum verja tey, ið vilja dyrka
sína trúgv, og latið okkum verja
tey, sum orsakað av trongskygdum
prædikantum eru fyri mannminkandi
ágangi. Latið okkum samtykkja okkara
fólka ræðisliga grundarlag, so vit altíð
kunnu siga við umheimin, at soleiðis
eru vit veruliga, tí í veruleikanum eru
vit menn iskjalig og ófordømandi.
Ella eru vit?
Eingin munur má vera tilvildarligur, órættvísur
ella mannminkandi. Eingin kann verða revsaður
ella viðfarin miskunnarleyst ella óvirðiliga
Stjórnarskipan Føroya
myndir: álvur haraldsen
Jóhanna Sigurðardóttir, forsætisráðharri Íslands, og Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum.
Jenis av Rana vildi ikki sita til borðs við Jóhonnu orsakað av hennara kynsligu sannføring.