fríggjadagur 10. september 2010síða 24
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 10. september 2010 · Nr. 131
24
Sosialurin
Góða dagbók! Vit hava ikki
skrivað saman, síðan einaferð
í øðrum flokki. Men eg hopi
ikki, at tað bilar nakað. Eg
hugsaði, at tað kundi verið
stuttligt at farið at skriva
dagbók aftur, og hetta er tað,
ið eg kom fram til í dag:
Ein niðurstøða eftir dagin
í dag, 7. septembur 2010: Sum
føroyingur havi eg nógv at
vera stoltur av, og eg geri
eisini nógv av at rópa hart
um tað. Til dømis kann eg
nevna hæddarpunktini úr
degnum í dag, 07/09-2010. Eg
kann leggja út við at nevna
okkara elskaða kringvarp og
stjóra tess, Anniku Mittún
Jacobsen, ið ger alt fyri at
vit fótbóltsglaðu føroyingar
kunnu jubla, við at vísa fjórða
part, av í alt tíggju pørtum,
av eini dokumentar um fyrra
heimsbardaga í sjónvarpinum,
samstundis sum Italia spælir
landsdyst. Næstan 92 ár eftir
at fyrri heimsbardagi varð
liðugur, kendi onkur brádliga
á sær, at tíðin var búgvin
at greiða Føroya fólki frá,
hvussu alt veruliga fór fram
einaferð ímillum 1914 og 1918.
Meginparturin av teimum,
ið upplivdu tann bardagan,
eru jú farin herfrá, og summi
eru ikki før fyri at greiða frá
um tað longur. Onkur hevur
enntá gloymt, hvussu alt var.
So sigast má, at Kringvarp
Føroya valdi ein góðan dag, at
senda júst hesa sending.
Afturat hesum hava vit
ein deiligan drong á tingi,
við navninum Jenis, ið eftir
øllum at døma hevur eina
ómettandi trongd at gera
Føroyar og føroyingar til
skammar
í
útlendskum
miðlum. Kanska fór hann
oman á Vaglið og fekk sær
eina pylsu, heldur enn at fáa
sær fínan døgurða við henni
sjálvari úr Íslandi. Ella kanska
sendir tað villleiðandi tekin,
at stinga eitt avlangt, lunkað
kjøtpetti í munnin og siga
»Mmmm«. Alfred og Gerhard,
sum hevur tikið næsta stigið,
og er farin frá lokal politikki
til lokal-doyvdan politikk,
vilja eisini vera við í hesum
lítla, fitta dreingjakóri, og
hava stillað seg handan Jenis
at syngja ávikavist aðru rødd
og bass. Og at enda hava vit
eitt frálíkt landslið, sum vit
øll sjálvandi kunnu vera errin
av, har verjan, við m. a. einum
36 ára gomlum gubba úr
Sundalagnum, hvørs seinasti
søludagur var fyri nøkrum
árum síðani, á odda, hevur
sett heimsmet í elendigum
verjuspæli. Hjartaliga tillukku
til tykkum.
Takk fyri í dag og góða
nátt, góða dagbók.
Kjak
Jákup Berg
»Sikke en dejlig dag det er i dag...«
Fyrri partur er hugleiðingar
um hugtakið grøn orka og
um orkustøðu heimsins.
Góðu fundarfólk. Summar-
stevnurnar eru um at vera
liðnar fyri í ár, nú Sunda
kommuna hevur valt at
hava mentunarviku seinast
í august. Eg haldi tað er gott,
at kommunan roynir at fáa
nøsina fram úr gráa skinni-
num, so kommunan verður
meira sjónlig millum festival-
ar, stevnur og onnur tiltøk.
Hugtakið Grøn orka
Tað var grøna orku vit skulu
røða um í dag. Tá hugtakið
grøn orka verður brúkt,
koma vit ofta í tankar um
vatnorku, vindorku, sjóarfals-
orku, sólorku, jarðhita og
kanska
okkurt
afturat,
alt eftir hvønn tú spyrt. Í
Føroyum kenna vit enn mest
til vatnorku og vindorku.
Taka vit vatnorku, kann
ein spyrja seg sjálvan, um ein
turr áargeil kann vera grøn?
Er hon grøn, tí einki vatn
er í henni? Einki áartutl og
sjó? Eingin maðkapirra, sum
skýtur seg undir áarbakkan,
tá tú kemur framvið? Eingi
smákykt? Eingin fuglur, sum
baðar sær? Einki buldrandi
ódjór í áarføri? Lítið og einki
lívfrøðiligt margfeldi í hesum
harrans ári 2010, sum er ár
lívfrøðiliga
margfeldisins.
Her verða eingi fyrilit tikin.
Tað verður skorið á háls.
Bulurin
verður
kvettur
tvørturav. Ikki ein dropi skal
framvið. Men eg hoyri ongan
lemjandi sorgargrát, bert
tøgn, deyðatøgn.
Men vindmyllurnar, tær
mugu vera grønar. Hesir
hvítu einglarnir, sum rætta
seg upp móti himmalinum
og nærmast biðja jususpápa
koma við meira vindi, so tað
kann vera ljós yvir landið,
meðan veingjasuðið fer við
vindinum um dalar og fjøll.
Hví eru vindmyllurnar hvítar
og ikki grønar? Grønar sum
græsið og trøðini? Ella gráar
sum klettar og skursl?
Fólk, sum hava skil fyri
litum siga, at litir kunnu
ávirka okkum, og at vit í
nógvum førum seta ein lit í
samband við eitthvørt. Ætlar
tú selja eina vøru ella eitt
hugtak, ræður millum annað
um at hava tann rætta litin.
Taka
vit
tær
hvítu
vindmyllurnar fyrst. Hvítt
seta vit í samband við rein-
leika, sakloysi, meinaloysi.
Tað er jú moyggjarliturin,
brúðurin
áðrenn
fyrstu
hjúnarbandsnáttina, mundi
eg sagt. Men seinastu mongu
árini er hvíti liturin eisini
knýttur at deyðanum ígjøgn-
um hvítu kistuna. Soleiðis
royna vit eisini at broyta
fatanina av deyðanum. Men
sorgin er svørt enn, haldi eg.
Men hví er orkan so grøn?
Tann grøna litin seta vit í
samband við gróður, náttúru,
vón, tryggleika. Gras er grønt,
trø eru grøn og ungdómurin
er grønur. Har tað er grønt og
ungt, har er tað lív og reint.
Grøn orka knýtir gróður,
reinleika og náttúru afturat
sær. Eitt snøgt hugtak, sum
ofta skal lýsa tað øvugta av
at vera grønt og ungt og lív.
Nei, lat okkum kalla ein
spaka fyri ein spaka. Ikki
grøn orka, men vatnorka
og vindorka. Lat okkum
minnast til, at vatnorka
kemur úr áum úr okkara
nærumhvørvi, sum í stóran
mun liggja turrar, gráar og
deyðar. Vindorka stavar frá
vindmyllum, sum ósmædnar
rætta seg hægri og hægri upp
móti himmalinum og senda
sítt hvølla dun um heiðar og
fjøll. Hetta er óstøðug orka,
tó at vatnorka er støðugari
enn vindorka.
Størsti fyrimunurin er,
og tað er serliga komi fram
hesi seinastu árini, at fram-
leiðslan av orku úr vindi og
vatni hevur lítið CO2 útlát
við sær. Men framleiðsla av
vindmyllum krevur nógv
tilfar og nógva orku. Um
nøkur ár skulu tær skiftast
út og takast niður, og tá fer
at bera illa til at endurvinna
ein stóran part av tilfarinum,
serliga veingirnar.
Undanbrekka av
oljutindinum
Áhugin fyri øðrum orkuskip-
anum enn skipanum við olju,
er vaksin nógv seinastu 10-15
árini. Grundin til tað er, at tað
verður alt meira viðurkent,
at oljan er ikki ein ótømandi
orkukelda. Tað hevur í nøkur
ár verið tosað um, nær vit
munnu fara at koma upp á
hægsta oljutindin. Nær koma
vit hagar, at framleiðslan av
olju ikki veksur meira. Tað
er nógv sum bendir á, at tað
júst er í hesum árum, at vit
ganga eftir oljutindinum. Um
fá ár verður undanbrekka.
Undanbrekka plagar at vera
lættari enn mótbrekka, men
tað verður tað neyva í hesum
føri. Knøini ganga fyri. Tað
verður minni og minni av
olju sogið upp úr móðir Jørð.
Móðir Jørð verður slept,
sum ein geld kúgv. Oljuslept.
Tað gongur nakað longri
til hon verður gassslept,
og uppaftur longri til hon
verður kolslept.
Tey seinastu árini hava
vit, menniskjuni á jørðini
og serliga í sokallaða vestur-
heiminum,
brúkt
góðar
tríggjar milliardir tons av olju
um árið, og nakað tilsvarandi
av bæði gassi og koli. Bara fólk-
ini í USA brúka umleið 25% av
allari oljuni. Tey burdu brúkt
ein 25.-part, um øll í heiminum
skuldu brúkt líka.
Olja
verður
brúkt
til
framleiðslu av øllum handan
slag. Sum orkuberi, sum tilfar
og sum hjálparevni. Men
undanbrekkan kemur, júst
sum allur heimurin er farin á
rull. Alt skal flytast, og øll vilja
flyta seg. Tríggjar milliardir
indarar og kinesarar standa
í longum bíðirøðum fyri
at fáa fatur á einum bili.
Kanska 1½ milliard av bilum.
Hugsið tykkum tilfarið og
orkuna, sum skal brúkast til
at framleiða bilarnar. Og so
skulu bilarnir koyra. Brúka
teir tveir litrar um dagin
av olju, koyra einar 40 km í
part, so brúka teir knappar
3 milliónir tons av benzini
og diesel um dagin. Tað er
ein milliard tons um árið,
ella umleið ein triðingur av
dagsins oljunýtslu.
Hetta verður ikki sagt, tí
at eg misunni indarum og
kinesarum
sama
livihátt,
sum vit hava havt seinastu
30 árini, men bara fyri at vísa
á, hvussu øðilig tilfarsnýtslan
og orkunýtslan verður til
flutning, um øll skulu upp á
okkara støði.
Nøkur fólk eru eisini
bundin av olju til upphiting,
elframleiðslu og til høvuðs-
vinnuvegin, t.d. føroyingar.
Fleiri og fleiri vilja hava olju,
men tað verður bara minni
og minni til av henni. Verður
eingin víðfevnd orkuloysn
funnin skjótt, fer prísurin á
olju upp, langt upp.
Heimsbúðskapurin verður
endavendur. Flutningur av
vørum og fólki minkar mun-
andi. Einki lambskjøt úr New
Zeelandi, og einki oksakjøt
úr Brasiliu. Made in China
verður søga. Summarferðin
til Kreta ella Maldivurnar
helst eisini. Soleiðis síggja
summi framtíðina um fá ár,
onnur ivast enn.
Men, góðu áhoyrarar, lat
meg ikki mála tann grábeinta
liðnan á hesum sinni, men
bert staðfesta, at olja er ikki
grøn, gass er ikki grønt og kol
er ikki grønt. Men hvat er so
grønt?
Ingvard Fjallstein
Hugleiðingar um grøna orku
- røða á mentunarvikuni í Sunda Kommunu í 2010