fríggjadagur 10. september 2010síða 23
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 131 · 10. september 2010
23
VIKUSKIFTI
Tað hendir ...
lagT TIl ræTTIs: Eyðun Klakstein
Blair um
seg sjálvan
Fyrrverandi enski forsætisráðharrin Tony Blair
hevur skrivað sínar endurminningar, og hann
smæðist ikki fyri at avdúka ymiskt, sum fór fram í
hansara tíð sum politiskur leiðari í Bretlandi. Tony
Blair var forsætisráðharri í 10 ár, og í hansara tíð
hendi mangt og hvat. Í endurminningunum greiðir
Blair millum annað frá um hansara samband við
eftirmann sín gordon Brown, um kríggj og yvirgang
og um persónarligar upplivingar.
Tony Blair
a journey
hutchinson 1/9-
Nú SKal ÍF
STEðga NSÍ
Seinastu tríggjar dystirnar hevur oddaliðið
NSÍ ikki vunnið, og tí er tað blivið meira
spennandi í toppinum í Vodafonedeildini
aftur. Nú hevur NSÍ havt eitt frívikuskiftið,
og sunnudagin skulu teir vísa, at teir
framvegis ætla sær at liggja á odda. ÍF er
eitt av liðunum, sum er í hølunum á NSÍ,
og nú skulu fuglfirðingar royna at spæla
seg í eina góða støðu til endaspurtin um
føroyameistaraheitið.
nSÍ-ÍF
Vodafonedeildin
Sunnudagin 12/9 kl. 15.00
TEma um 9/11
Í morgin er ársdagurin fyri stóra yvirgángsálopinum
á uSa í 2001. Danska sjónvarpsrásin DR2 hevur
temakvøld um 9/11. Á skránni verður millum annað ein
dokumentarsending, sum bretska BBC hevur framleitt.
9/11 Tema
DR2 leygarkvøldið 11/9 kl. 19.00-
salT Í Brennideplinum
angelina jolie spælir Cia agenturin evelyn salt, sum verður løgd undir at arbeiða fyri
russarar. hon dugir nógvar snildir og sleppur undan teimum, sum jagstra hana. men
hvør er salt, og hvussu skal hon reinsa seg fyri ákærunum? spennandi hollywood
action-filmur.
SalT
Biograf-filmur
Frumsýndur 9/9
Tróndur Í FoCus
ein av fremstu føroysku listarmonnunum letur í
dag upp framsýning í galerie Focus í havn. Tróndur
patursson fer at sýna fram verk, sum hann kallast
náttúrlýsingar. Í dag kl. 16.00 verður fernisering í
galerie Focus.
Tróndur PaTurSSon
galerie Focus
Fríggjadagin 10/9 kl. 16.00
BesTu hundararnir
skulu FinnasT
leygardagin verður ársins seinasta kapping hjá Føroya
Civila hundaførarafelag. kappingin verður á leynavatni, og
føroyamestararnir skulu nú finnast. kappast verður millum annað
í lýdni og rally lýdni. eisini verða fleiri kappingar til stuttleika og
onnur tiltøk eru á skránni hendan dagin:
Hunda- og FamiljuTilTak
leynavatn
leygardagin 11/9 kl. 10.00-
góði john
dear john er filmur um kærleika,
skilnað og kríggj. john Tyree er
hermaður í us army, og tá hann er
heima í feriu hittir hann av tilvild
savannah. Tey gerast góð, og hann
lovar henni, at hann skal ikki leingja
sáttmálan við herin. men so henda
yvirgangsálopini 11. september
2001, og so broytist nógv.
dear joHn
dvd-filmur