fríggjadagur 10. september 2010síða 34
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 10. september 2010 · Nr. 131
34
Sosialurin
Navn:
Bústaður:
Telefon:
Í sendingini Bilradio á Rás2 leygardagin 11. september kl. 17
verður samrøða við Finn Jakobsen, sum er tekniskur stjóri hjá
elfelagnum SEV, um elbilar, við Boga Bech Jensen, sum hevur
doktaragrad í elmaskinum og hevur verið við til at designa og
ment elmotorar fyri eitt nú Toyota og Ford. Eisini er samrøða við
Agnar Dahl frá AD-Import um Føroya Tele Cup.
Sendingin verður endursend sunnukvøldið 12. september kl. 21
Leygardagin 11. september kl. 17
Finn Jakobsen frá SEV
Bogi Bech Jensen
Agnar Dahl
Eftirlitsfólk til Sjóvinnustýrið
www.fma.fo
Postsmoga 26, FO-370 Miðvágur, fma@fma.fo
Sjóvinnustýrið
Sosialurin 341800
Um Starvið
Starvið inniber m.a. hesar uppgávur:
• Málsviðgerð í samband við
umbyggingar og nýbyggingar
• Málsviðgerð og uppfylging av sýnum
• Luttaka í tvørgangandi verkætlanum
• Kanning av vanlukkum á sjónum
• Sýn av bátum og skipum
• Ábyrgd av dygdarmenningarskipanini,
ISO 9001
ÚtbÚgvingarkrav
Til starvið krevst ein av niðanfyri
nevndu útbúgvingum:
• Maskinmeistaraútbúgving við sjóvinnu-
brævi sum skipsmaskinstjóri, STCW III/2
• Skipsføraraútbúgving við sjóvinnubrævi
sum skipsførari, STCW II/2
• Verkfrøðingur, sum er serkønur innan
sjóvinnu
Ynskiligt er, at umsøkjari hevur starvs-
royndir innan dygdarmenning, herundir
ISM og ISO 9001 skipanir.
FørlEikakrøv
• Góð evni at samskifta á føroyskum,
norðurlendskum og enskum máli
• Góðan førleika at arbeiða sjálvstøðugt
• Gott tekniskt innlit
• Góð samstarvsevnir
SEtanartrEytir
Starvið verður lønt sambært avtalu millum
Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.
Setanarøkið fevnir um Vinnumálaráðið og
stovnar undir tí, umframt hini aðalstýrini og
Løgmansskrivstovuna. Tænastustaðurin er
Sjóvinnustýrið í Miðvági.
Tann, ið settur verður, má tí kunna tola
broytingar í starvinum, og at økið verður
umskipað til eisini at fevna um aðrar upp
gávur í Vinnumálaráðnum. Starvið verður
sett sum skjótast.
UmSóknir
Umsóknir saman við avriti av prógvum
og møguligum viðmælum skulu vera
Sjó vinnu stýrinum í hendi í seinasta
lagi 1. oktober 2010, kl. 15.00.
Fyrispurningar um starvið kunnu setast til
Jákup K. Poulsen, samskipara ella Vilhjálm
Gregoriussen, stjóra.
Umsóknir skulu sendast sum bræv
ella teldubræv til:
Sjóvinnustýrið
Postsmoga 26
FO-370 Miðvágur
ella fma@fma.fo
Av tí at ein av okkara starvsfeløgum hevur fingið farloyvi verður
søkt eftir eftirlitsfólk til Sýnsdeildina til at byrja skjótast til ber.
Starvið er tíðaravmarkað og verður sett fram til 31. desember 2011