Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-09-10, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. september 2010síða 33

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

33 Fríggjadagur 10. september 2010 · Nr. 131 Sosialurin Trygdarmiðstøðin Bøgøta 38 Postsmoga 297 Fo-700 Klaksvík Tlf +298 455882 Fax +298 457197 www.seasafe.fo Skeiðlærari til Trygdarmiðstøðina Trygdarmiðstøðin søkir eftir fólki at undirvísa í trygd á sjónum at byrja skjótast til ber, men vit bíða fegin eftir tí rætta. Starvsinnihald: • Undirvísa í trygd á sjónum. Undirvísingin fevnir um bæði ástøðiliga frálæru og venjingar í at nýta bjargingar – og eldsløkkiútgerð v.m. • Vera við til at menna og gera frálærutilfar í samsvar við altjóða krøv og tørvin hjá vinnunni. • Vera við til vanligt viðlíkahaldsarbeiði herundir ISO-skipanina á venjingarstøðini og aðrar fyrifallandi uppgávur. Førleikakrøv: Umsøkjari skal hava • Lokið prógv sum navigatørur ella sum maskinmeistari við 3 ára útbúgving, ella hava drúgvar starvsroyndir við neyðugari eftirútbúgving innan trygd umborð á skipum, boripallum ella flogferðslu, ið kunnu javnsetast við tað. • Fyrimunur er, um tann ið søkir starvið, hevur royndir í undirvísing frá t.d. sjóvinnu, frálanda ella loftferðslu. • Kavaraprógv ella aldur og heilsu til at taka prógv sum kavari • Góð evni at samskifta á føroyskum, norðurlendskum og enskum máli • Góðan førleika at arbeiða sjálvstøðugt og góð samstarvsevni Tann, ið settur verður, skal vera til reiðar at taka ymiskar útbúgvingar og eftirútbúgvingar, sum eru viðkomandi fyri starvið. Setanarviðurskiftir : Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarandi yrkisfelag. Setanarøkið fevnir um Fiskimálaraðið og stovnar undir tí, umframt hini stjórnarráðini. Tænastustaðurin er í løtuni í Klaksvík. Tann, ið settur verður, má kunna tola broytingar í virkisøkinum, og at økið verður umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur í Fiskimálaráðnum. Umsóknir: Umsóknarfreistin er 27. september 2010 kl 16.00 Trygdarmiðstøðin Bøgøta 38 Postsmoga 297 Fo-700 Klaksvík Tlf +298 455882 Fax +298 457197 www.seasafe.fo Umsóknir við upplýsingum um útbúgving, royndir og møgulig viðmæli skullu sendast til: Trygdarmiðstøðin Postsmoga 297 · FO 700 Klaksvík · Att: Skeiðlærari. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Marius Magnusson leiðara á tlf 455882 ella umvegis teldupost; marius.magnusson@seasafe.fo Lýsingin sæst eisini á : www.seasafe.fo og www.fisk.fo